Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 141 - 24. juli 2008 Góði Gerhard, Fyrst er at siga, at mær hevði dámað best, um vit kundu umrøtt hetta týdningarmikla og viðbrekna mál okkara millum, heldur enn skrivliga í fjølmiðlunum. Men lat tað fara. Eg vendi mær til tín seinasta fríggjadag fyri at vita, hvussu støða tín er í samgonguni, nú tú ivast í tunnilssemjuni. Svarið fekk eg í brævi, endurgivið í fjølmiðlunum, har tú setir mær tveir spurningar, ið tú vilt hava svaraðar innan 23. juli kl. 15.00. Tíverri fái eg ikki grundað svar mítt á niðurstøður í samgonguni, tí vegna summarfrí verður samgongu­ fundur um m.a. tunnilsmálið ikki fyrr enn tórsdagin 24. juli. Hinvegin havi eg viðgjørt málið í lítlu samgongu, har eisini tvey umboð fyri tunnilsnevndina vóru við, eftir at eg hevði fingið nágrein­ að, hvussu tunnilssemjan skal skilj­ ast frá formanninum í tunnils­ nevndini Bjørt Samuelsen, lands­ stýriskvinnu. Harafturat havi eg umrøtt støðuna við starvsnevndina í Javnaðarflokkinum umframt tingbólkin og landsstýrisumboð floksins. Tíverri møtti tú ikki á hesum fundi. Starvsnevndin gjørdi av at kalla Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag til fundar um málið. Tíverri gav felagið avboð. *** Fyrri spurningur var, um byrjað verður at bora í nov/des 2010, og um so verður, um hetta verður samtykt við lóg. Tunnilsnevndin mælir til, at 50 mió. kr. verða settar á fíggjarlógirnar fyri 2009, 2010, 2011 og 2012 til partafelagið Sandoyartunnilin. Parta­ felagið verður stovnsett við stovns­ fæi í hesari ólavsøkutingsetuni. Somuleiðis verður nýggj verklagslóg um Sandoyartunnilin løgd fram í hesari tingsetuni, har staðfest verður, at tá eginognin í felagnum er 150 mió. kr. verður farið undir verkætlan­ ina. Nevndin metir, at hetta er eftir fíggjarlógina fyri 2011. Tað verður sostatt ikki lógarfest at byrjað verður at bora í nov/des 2010, men farið verður undir verkætlanina, tá eginognin er komin uppá í minsta lagi 150 mió. kr. Í hvønn mun tilgongdin fer at sam­ svara fult og heilt við tunnilssemjuna er sjálvsagt treytað av búskapar­ gongdini í samfelagnum. Eg vísi í hesum sambandi til orð­ ingina á fyrstu síðu í okkara sam­ gonguskjali, har sagt verður: “Polit­ isku átøkini, sum samgonguskjalið nevnir, eru øll bundin at fíggjar­ og búskaparstøðuni.” Henda orðing skal skiljast soleiðis, at kemur veruligur stígur í búskapin, so vita vit av royndum, at neyðugt verður at rað­ festa neyvari. Vit vera altíð noydd at reka okkara samfelag á einum búskaparligum forsvarligum støði. Tí kann ein ávísur dagur at byrja ikki tryggjast í lóggávu. Viðmerkjast skal, at hvørki í løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund ella í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð er ávísur dagur ásettur, nær arbeiðini byrja. Til seinna spurningin um, hvør tunnil fyrst verður gjørdur Skála­ fjarðartunnilin ella Sandoyartunnilin, hevur nevndin ikki gjørt greiða niðurstøðu. Nevndin staðfestir, at tað má vera atlitini til fíggjarliga og tøkniliga váðan, ið eru avgerandi fyri, hvør tunnil verður gjørdur fyrst. Úr einum fíggjarligum sjónarhorni er skilabest at gera Skálafjarðartunn­ ilin fyrst, tí henda íløgan fíggjar seg sjálva. Harafturat fer henda íløga at kasta somikið av peningi av sær sum frálíður, at landskassin kann nýta vinningsbýtið til at fíggja aðrar íløgur eitt nú Sandoyartunnilin. Sostatt bendir mangt á, at Skála­ fjarðartunnilin verður hin fyrri. Hetta útihýsir tó ikki, at tøknilig viðurskifti kunnu hava við sær, at hetta ikki heldur. Men tað ber ikki til at siga nakað um í løtuni. Undir øllum umstøðum kann sigast, at báðar verkætlanir ikki byrja samstundis, men helst kunnu umskarast. Samanumtikið haldi eg, at hetta er tað mest ítøkiliga, ið higartil er fingið til vega um at gera Sandoyar­ tunnilin til veruleika. Omanfyri nevnda verklagslóg er eitt stórt stig á leiðini og besta trygdin, ið kann gevast nú, sum búskaparliga og politiska útlitini eru í løtuni. Vísandi til, at tú áður hevur sagt, at verkætlanin um fast samband um Skopunarfjørð kann ávirka tína støðu til samgonguna, heiti eg á teg um at siga mær, um tú framhaldandi er partur av samgonguni. Eg vænti mær svar fyri ólavsøku. Vinalig heilsan Jóannes Eidesgaard, løgmaður Svar løgmans til Gerhard Kjakkvøld á REX í annaðkvøld Fríggjakvøldið skipar MFS fyri árligu lestrarstevnuni á REX í Havn. Á skránni verður politiskt kjak, undirhald, tónleikur og ábit. Tiltakið er ókeypis. Umboð úr samgonguni og andstøðuni fara at kjakast um førda útbúgvingarpolitikkin í Føroyum. Undan kjakinum kunna lesandi úr Norðuratlantsbólkinum um sínar kanningar millum føroyskar útisetar í Danmark. Sum støðan er, eru mong ið fara úr Føroyum í lestrarørindum uttan at koma heimaftur. Spurt verður hvørjar orsøkirnar eru til hesa gongd og um nóg mikið verður gjørt fyri at venda gongdini. Politisku umboðini fara at geva síni boð og høvi verður hjá fólki at seta spurningar og siga sína hjartans hugsan um evnið. Millum politisku umboðini vera eitt nú Sjúrður Skaale, Magni Laksafoss og Eygun Samuelsen. Jákup Veyhe fer at undirhalda, og Finnur Jensen fer at spæla. Ókeypis ábit og okkurt leskandi verður til øll sum koma, sigur MFS. Fartelefonin vandamikil Pittsburgh Cancer Institute, sum er ein viður­ kendur stovnur innan krabbameinsgransking í USA, hevur nú ávarað síni starvsfólk og lesandi ímóti at brúka fartelefonina meiri enn neyðugt, tí tað kann økja vandan fyri, at tey kunnu fáa krabbamein. Ávaringin hevur vakt stóran ans, tí umfatandi kanningar í USA, Fraklandi og Noregi eru komnar til ta niðurstøðu, at tað kann ikki prógvast, at fartelefonin økir vandan fyri krabbameini, sigur danska kringvarpið DR. Gerhard Lognberg sigur, at hann fer at boða løgmanni frá, hvørt hann er partur av samgonguni ella ei, áðrenn ólavsøku. Men hann metir tað vera ógvuliga lítið sannlíkt, at hann verður. – Tað sær ikki út til, at eg upp á nakran máta fari at góðtaka hetta her, sigur sandoyartingmaður POLITIKKUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Klokkan trý í gjár var freist­ in hjá løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, at svara floks­ felaga sínum, Gerhardi Lognberg. »Um byrjað verð­ ur at bora fyri Sandoyar­ tunlinum í november­ desember 2010, og hetta verður samtykt við lóg, so eri eg framvegis partur av samgonguni«, slerdi Ger­ hard Lognberg fast í skrivi­ num til løgmann. Og klokk­ an var farin lítið av trý, tá ein mailur lá í mailboksini hjá Gerhardi Lognberg. Løgmaður hevði svarað, men Gerhard Lognberg dámdi lítið tað, ið har stóð. Tí hóast krav, so vóru eingi lyfti frá løgmanni um nakað sum helst. Rás2 hevði Ger­ hard Lognberg í telefonini seinnapartin í gjár og spurdi, hvat Gerhard Logn­ berg gjørdi við tað? – Tað skal eg koma aftur til, tí her er einki sum bendir á nakað sum helst, segði avgjørdi sandoyartinglimur hjá Javnaðarflokkinum. Hann heldur ikki, at skriv­ ið frá løgmanni tryggjar honum ella Sandoynni tað stóra. – Tað einasta hetta skjal­ ið, eg havi fingið, tryggjar okkum í Sandoynni er, at vit skulu avtaka lógina um sandoyartunnilin, metir Gerhard Lognberg. Vísandi til skriv sítt til løgmann, varð Gerhard Lognberg spurdur, hvat hann nú gjørdi. – Tað fari eg at boða løg­ manni frá áðrenn ólavsøku. Men tað sær ikki út til, at eg upp á nakran máta fari at góðtaka hetta her, segði hann og legði aftrat, at við tí havandi í huga, so fer tað neyvan at líkjast tí, at Ger­ hard Lognberg framhald­ andi verður partur av sam­ gonguni. – Tað er ógvuliga lítið sannlíkt, men eg skal boða løgmanni frá, hvussu verður við tí, sigur Gerhard Logn­ berg við Rás2. Vil at satsa samgonguna Grundgevingar fyri útsøgn­ um sínum grundar Gerhard Lognberg á uppáhaldið um, at Jóannes Eidesgaard ikki gevur nakað lyfti, hóast tað var kravið hjá Gerhardi í skrivinum til løgmann. – Í ongan máta gongur hann mær á møti í hesum skrivinum. Tvørtur ímóti vísir hann øllum tí aftur, sum eg spurdi hann um. Og hann sigur nokkso greitt, at skálafjarðatunnilin verður tann fyrri, segði avgjørdi Gerhard Lognberg. Hann er av teirri sann­ føring, at sjálvandi skal tað lógarfestast, nær byrjað verður upp á sandoyartunn­ ilin. Men tað ynskir løg­ maður ikki at gera. Verður áðrenn ólavsøku at Gerhard boðar frá. – Eg vil siga tað, at sam­ gongan hevur slept øllum suðurøkinum í Føroyum upp á fjall. Tað eru einassta øki í landinum, sum gongur aftur í fólkatali og tað vil man ikki taka atlit til og bara letur koyra, metti Ger­ hard Lognberg, sum síðani varð spurdur, um hann var til reiðar at seta samgonguna upp á spæl til frama fyri Sandoyartunnilin? – Ja, sjálvandi eri eg tað, staðfesti Gerhard Logn­ berg. Gerhard væl á veg úr samgonguni – Eg vil siga tað, at samgongan hevur slept øllum suðurøkinum í Føroyum upp á fjall, sigur Gerhard Lognberg