hósdagur 24. juli 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 141 - 24. juli 2008
HEIMAMISSIÓNIN
Tíðindaskriv
Høvuðsstýrið fyri Kirkjuli
gu Heimamissiónina í Før
oyum hevur gjørt av at seta
Øssur Kjølbro úr Klaksvík
í starv sum nýggjan aðal
skrivara. Hann skal taka við
eftir Vagn Foldbo, sum her
fyri fór úr starvi eftir 4½
ár.
Øssur Kjølbro hevur lisið
gudfrøði í Keypmannahavn,
og tók prógv sum cand.
theol. í 2003. Síðani hevur
hann eisini tikið skeið innan
leiðslu.
Øssur
Kjølbro
kennir
Heimamissiónina
væl.
Hann hevur havt sína reglu
ligu gongd í KFUM & K í
Klaksvík, sum hevur eitt
sera tætt tilknýti til Heima
missiónina. Eisini hevur
hann verið virkin í felags
arbeiðinum í Heimamissión
ini og hevur m.a. verið for
maður
í
nevndini
fyri
Heimamissiónsforlagið.
Øssur hevur ferðast nógv
kring landið til møtir, ung
dómsmøtir o.a.
Seinasta hálvtannað árið
hevur Øssur Kjølbro verið í
starvi sum deildarleiðari á
boðanardeildini hjá Heima
missiónini. Her hevur hann
havt
ábyrgd
av
trú
boðarunum í Føroyum og
úti í heimi eins og barna
og
ungdómsráðgevunum.
Áðrenn hetta var hann
missiónsleiðari hjá Kirkjuli
ga Missiónsfelagnum í 2½
ár.
Øssur er giftur við Ann
Mari, og tey eiga tvey
børn.
Skipað verður fyri al
mennari móttøku fyri nýgg
ja aðalskrivaranum eftir
summarsteðgin.
Heimamissiónin nýggjan aðalskrivara
Svartir kassar, sum
síggja og hoyra alt,
turkaðir jydar og æti,
so stór sum trøll eru
nøkur av spennandi
verkunum á nýggj
ari framsýning hjá
listakvinnuni Astrid
Andreasen í Snar
skivuni
LISt
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Av tí at stórur partur av
verkunum vórðu seld alt
fyri eitt, skiftir framsýningin
hjá
listakvinnuni Astrid
Andreasen í Snarskivuni í
dag ham við eini røð av
nýggjum verkum.
Gandaheimur
við humor
Hóast verkini ikki eru so
nógv í tali, prógva tey í
nógvar mátar, at Astrid
Andreasen er ein av okkara
mest fjøltáttaðu listakvinn
um.
Astrid Andreasen er kans
ka mest kend fyri sínar eyð
kendu vísundaligu tekningar
av havdjórum undir Føroy
um. Á framsýningini í Snar
skivuni sleppur áskoðarin
nøkur fet longur inn í henda
gandakenda heimin, har æti
og smákykt eru vorðin so
stór sum trøll við ovurstór
um men ófatiliga neyvum
endurgevingum av øllum
frá eygum og klóm til fínas
tu følitræðrir. Hetta er, sum
at stíga inn í ein heim, ið tú
illa fært teg at trúgva er til,
beint undir vatnskorpuni.
À sín sermerkta hátt vísa
hesa tekningarnar millum
mangt annað, hvussu Astrid
Andreasen
megnar
at
arbeiða sum bæði lista og
vísundafólk í senn. Og
spakuliga byrjar áskoðarin
at skilja, hvat listakvinnan
meinar, tá hon sigur, at
sjálvt tey smæstu kyktini
hava eina persónligheit.
Ella, tað fáa tey í øllum før
um í hondunum á Astrid
Andreasen, ið ofta fær flæt
ta ein fínan humor inn í
myndirnar.
Humorin noktar seg held
ur ikki í øðrvísi klippmynd
ini ”Turkaðir jydar”, har ein
lang
røð
av
turkaðum
skrubbum hanga á einum
snóri.
Loyndarfullir kassar
Sum nakað rættiliga nýtt
roynir Astrid Andreasen seg
hesuferð sum listamálari
við meir abstraktum mynd
um. Neyvu tekningarnar av
havdjórum seta sum vera
man mark fyri, hvussu langt
hon sum vísundateknari
kann lata hugflogið reika,
men við nýggju málning
unum slær hon seg meir ley
sa.
Við málningunum ”Svart
ir kassar” hevur listakvinn
an spælt sær við sonevndu
svørtu kassarnar umborð á
eitt nú flogførum, sum
síggja og hoyra alt og kun
nu avdúka ein heim av
loyndarmálum. Eitt frálíkt
hugskot, sum uttan iva bert
er byrjanin til enn eina nýgg
ja leið hjá fjøltáttaðu lista
kvinnuni, har hon forvitin
kannar
teir
møguleikar,
abstrakta listin gevur við
rúmd, litum og nýggjum og
øðrvísi kompositiónum.
Framsýningin í Snarskiv
uni er ein søluframsýning
og er opin gerandisdagar
9.0016.00.
Æti og svartir kassar í Snarskivuni
”Turkaðir jydar”. Klippmynd eftir Astrid Andreasen
Mynd: Sven Møller
Á framsýningini í Snarskivuni síggja
vit Astrid Andreasen bæði sum
vísundateknara við myndum av
æti og sum abstraktan málara við
myndarøðini ”Svartir Kassar”
Mynd: Anna V. Ellingsgaard
Stanley og drunnhvíti í Skálavík
Leygarkvøldið 2. august klokkan 19.30 skipar Sandoyar Kunningarstova
fyri konsert í Keldu í Skálavík við kenda guitaristinum og sangaranum
Stanley Samuelsen. Konsertin verður í samband við, at tað eisini verður
skipað fyri drunnhvítatúri í Norðasta Haga við ferðaleiðarunum Páll í
Dalsgarð og Lauru Joensen. Har verður møguleiki fyri at síggja
drunnhvítan og ta stórslignu náttúruna. Í húsinum undir Borgini verður
borðreitt við súpan, kaffi og pannukøkum, og høvi er at gista. Farið
verður av Keldu kl. 21.30. Tilmelding á tel. 361836 ella sandinfo@
olivant.fo