Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 141 - 24. juli 2008 Futt í Býin verður fríggjakvøldið, og Hanus G. Johansen kemur hesaferð á pall, og hann er ikki einsamallur, tí við sær hevur hann tað, ið kann kallast ein væl mannaður bólkur av kvinnum og monnum. Og eisini gestir, ið ikki enn verða avdúkaðir, koma eisini á pallin Futt í Býin Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo myndir: Dagfinn Olsen Hanus G. Johansen er mill­ um fremstu vísusangarar í Føroyum og á okkara leið­ um. Hann megnar sum onki at rúnarbinda stórar áhoyr­ arafjøldir einsamallur. Í ára­ vís hevur hann staðið eina á palli, og t.d. á Summarfesti­ valinum hevur hann berg­ tikið einsamallur á stóra pallinum og við lurtarum í túsundtali. Hanus við bólki Men fríggjakvøldið verður ikki minni gott, tí tá fer hes­ in fremsti vísusangari í land­ inum á pall við bólki. Og tað er ikki bara við einum hissini bólki, men við sera væl mannaðum bólki. Við í bólkinum hjá Han­ usi fríggjakvøldið eru dugnaligir tónleikarar, ið teljast millum úrmælingar hvør á sínum øki. Hanus sjálvur syngur og spælir guitar, Heiðrun Peter­ sen spælir violin, Mia Kára­ dóttir, floytu, Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, Magn­ us Johannesen, tangentar, Rógvi á Rógvu trummur og Eyðun Hansen, guitar. Har­ umframt koma eisini onnur á pall, men hesi verða ikki avdúkað, tí hetta skal verða sonevnt „Surprise“. Lagt er hervið upp til eina serstaka og sera góða framførslu við Hanusi, ið hevur eitt teppið av bestu tónleikarum aftanfyri seg. Fyrireikararnir siga, at við hesum er sanniliga eis­ ini okkurt til tey vaksnu, tá Futt í Býin verður fríggja­ kvøldið. Hauns aktuellur Hanus G. Johansen er fløgu­ aktuellur, tí hann hevur end­ urútgivið á fløgu klassikar­ an Gaman og Álvara, ið kom á plátu síðst í áttatiár­ unum. Hendan plátan hevur ver­ ið elskað og spæld síðani, og tekstirnir hjá Poul F. og løgini hjá Hanusi eru fólkaogn. Og á konsertini í Tórsgøtu fríggjakvøldið verða tað eisini Hanus, Poul F og Gaman og Álvara, ið eru í hásæti, men at okkurt annað nýtt ella nýggjari kemur ímillum, er ikki ómøguligt. Høvdingar hittast Í øllum førum verður tón­ leikasøga skrivað, tá sterka manningin fer á pall fríggja­ kvøldið, tí tað hendr ikki ofta, at vísuhøvdingin Han­ us fer á pall við bólki, og at tónleikararnir so eru høvd­ ingar ­ ella úrmælingar ­ ger ikki støðuna minni áhugaverda. Hósmorgunin byrjaðu menn at seta pallin til Futt í Býin upp í Tórsgøtu í Havn Mikudagin vandi Hanus og sterka manning hansara: Rógvi á Rógvu, Magnus Johannesen, Heiðrun Petersen, Hanus G. Johansen, Mia Káradóttir og Jóhannus á Rógvu Joensen. Eyðun Hansen vantar á myndini, umframt ónevndu gestirnir, ið eisini fara á pall við Hanusi fríggjakvøldið Whisky smakking í Patio Fríggjakvøldið 25. juli klokkan 21 verður whiskykvøld í Patio í Lucas Debesargøu 3 í Havn. Whiskyúrvalið og prísirnir verða serliga góð hetta kvøldið ­ og tað verður stemningurin eisini. Tað er nýggja felagið EinMalt, sum saman við Patio skipar fyri kvøldinum, og fyrireikarnir vóna, at hitta whiskyfjepparar úr øllum landinum. ­ Men kom eisini framvið, hóast tú ongantíð hevur roynt gyltu droparnar áður, siga fyrireikararnir, sum halda hetta vera eina fína upptakt til ólavsøkuna og eina góða uppliving fyri nøs og góma. Felagið hevur eisini eina heimasíðu, sum eitur www.whisky.fo Hanus við superbólki