hósdagur 24. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 141 - 24. juli 2008
Kappingarráðið góðkent samanlegging
Kappingarráðið hevur tikið endaliga avgerð í málinum um samanlegging av Dimmalætting og Vinnuvitan. Í samband
við samanleggingina er gjørdur ein keypssáttmáli millum partarnar, sum m.a. inniheldur ávísar kappingarklausular.
Kappingarráðið metir hesar klausular verða ov stórt inntriv í framtíðar kappingina, tí hevur Kappingarráðið sett sum
treyt fyri at góðkenna samanlegginina av fyritøkunum, at kappingarklausulurin í keypssátmálanum verður
styttur úr trimum árum niður í tvey ár. Áðrenn endaligu samanleggingina, skal kappingareftirlitið hava váttan fyri, at
kappingarklausulurin er broyttur smb. avgerðina, og ta váttanina hevur Kappingarráðið fingið, og kappingarklausulurin
er broyttur samsvarandi Samanleggingin av Dimmalætting og Vinnuvitan er sostætt endaliga góðkend, sigur
Kappingareftirlitið.
Nú ferðast næstan
líka nógvir týskarar
sum føroyingar
við Norrønu, men
oljuprísurin er
ein avbjóðing fyri
raksturin
Ferðavinna
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tey, sum hava siglt við
Norrønu, munnu hava varn
ast, at tað er longri ímillum
tey føroysku ferðafólkini
umborð, meðan tey fremm
andu
tykjast
tilsvarandi
fleiri. Og so er.
Tá gamla Norrøna sigldi,
vóru heili 70 prosent av ferða
fólkunum føroyingar, men
tann myndin er nógv broytt,
síðani tann nýggja Norrøna
kom. Tey føroysku ferðafólk
ini eru líka mong sum tá,
men minni partur av heildini,
tí tað nýggja skipið tekur
munandi fleiri fólk. Tað eru
fremmandafólk, sum hava
fylt plássið, sum er komið aft
urat, og tey seinastu tølini
vísa, at nú sigla næstan líka
nógvir týskarar og føroyingar
við Norrønu.
Ein uppgerð frá 22. juli
vísir, at teir seinastu tólv
mánaðirnar vóru 25 prosent
av ferðafólkunum við Norr
ønu føroyingar, og at tann
týski parturin var 21,7 pro
sent. Næstir týskarunum
koma danir við 13,5 pro
sentum, síðani norðmenn
við 10,6 prosentum, íslend
ingar við 5,8 prosentum,og
tey seinastu 23,3 prosentini
av ferðafólkunum eru úr
øðrum londum.
Ísland minkar
Jákup Sverri Kass, marknað
arleiðari á Smyril Line, sig
ur, at Norrøna hevur havt
framgongd á øllum markn
aðunum uttan tí íslendska,
og
at
tann
føroyski
marknaðurin stendur í stað.
Av ferðaseðlunum, sum
eru seldir teir seinastu tólv
mánaðirnar, eru 5,8 prosent
seldir í Íslandi. Tað er minni
enn teir tólv mánaðirnar
frammanundan, tí tá átti
Ísland 7,9 prosent av ferða
seðlunum.
Vit skulu hava í huga, at
2007 var metár hjá Norrønu
í Íslandi, so í veruleikanum
er ikki talan um stórvegis
afturgongd,
sigur
Jákup
Sverri Kass.
Um orsøkina til afturgongd
ina í Íslandi sigur markn
aðarstjórin, at hon kemst
uttan iva av teimum ótryggu
búskaparviðurskiftunum
í
Íslandi. Tað hevur eisini víst
seg, at aðrar farleiðir hava
kent sama sviðan sum Smyril
Line. Hinvegin kann hann
fegnast um, at meðan onnur
ferjureiðarí, sum sigla upp á
Bergen, hava havt afturgongd
har, hevur Smyril Line havt
munagóða
framgongd
á
Bergenrutuni.
Scrabster
Í fjør gjørdi leiðslan í
Smyril Line av at strika Ler
wick úr ferðaætlanini hjá
Norrønu og at lata skipið
sigla upp á Scrabster í Norð
urskotlandi ístaðin fyri.
Jákup Sverri Kass sigur, at
enn er ov tíðliga at siga,
hvussu tann nýggja rutan fer
at roynast, men at tølini vísa
stóra framgongd samanborið
við siglingina til Lerwick.
Hetta kemst fyri ein part
av, at Smyril Line hevur lagt
seg eftir at fáa ferðafólk av
meginlandinum at koyra til
Scrabster heldur enn Hanst
holm. Fyrimunurin er, at
Norrøna er ofta full á
Hanstholmrutuni, og har
afturat er tað bíligari fyri
ferðafólkini at sigla úr Scrab
ster heldur enn Hanstholm.
Oljan
Tann høgi oljuprísurin hev
ur stóra ávirkan á raksturin
hjá einum ferðamannaskipi
sum Norrønu, og tí hevur
reiðaríið lagt seg eftir at
spara mest møguliga olju.
Jákup Sverri Kass sigur, at
tað hevur gingið væl hjá
Norrønu at halda tíðina, og
seinkingar hava ikki verið.
Tað hevur gjørt, at skipið
kann halda eina meiri javna
ferð og á tann hátt spara olju.
Men tað er eisini neyðugt.
Vit hava eina avmarkaða
fíggjarætlan. Oljan hevur
sera stóra ávirkan á útreiðsl
urnar og er ein avbjóðing,
sigur marknaðarstjórin á
Smyril Line. Hann vísir á,
at tá tey í mei í fjør ásettu
prísirnar á ferðaseðlunum
fyri summarið 2008, var
oljuprísurin helvtina av tí,
sum hann er í dag.
- Merkir tað, at ferðaseðl-
arnir fara upp næsta summ-
ar?
Tað er ov tíðliga at siga
enn.
Norrøna framgongd
men oljan nívir
Jákup Sverri Kass er marknaðarstjóri hjá Smyril Line
Tað
almenna
má
stuðla
Tann ótrygga búskapar
støðan í Íslandi hevur
havt við sær, at íslending
ar ferðast ikki so nógv,
sum teir gjørdu í fjør. Jón
as Hallgrímsson, sum er
umboðsmaður hjá Norr
ønu í Íslandi og nevnd
arlimur og partaeigari í
Smyril Line, segði við
íslendska kringvarpið her
fyri, tað er týðiligt, at tey
versnandi búskaparviður
skiftini hava fingið nógv
ar íslendingar at missa
ferðahugin.
Jónas
Hallgrímsson
segði, at tann høgi olju
prísurin er komin nógv
um fyritøkum í ferðavinn
uni illa við, og at ferða
vinnan tolir ikki, at tann
prísurin verður varandi.
Eg skilji ikki, at mynd
ugleikarnir ikki leggja
uppí, áðrenn tað er ov
seint, segði Jónas Hall
grímsson við Ríkisút
varpið.
Fleiri sigla við Norrønu,
men tann dýra oljan
tyngir raksturin