Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 141 - 24. juli 2008 Sosialurin Óvanlig uppskot verd at umhugsa Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00­13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað er ikki ov nógv sagt, at landsstýrissam­gongan hevur fleiri stórar politiskar trupulleikar at dragast við. Tað er heldur ikki ov nógv sagt, at sam­gongan fyri alm­enninginum­ stendur sum­ lam­sligin, og at atgerðar- loysið alt m­eira eyðkennir m­yndina av eini sam­gongu, sum­ annars legði hart út við stórpolitiskum­ m­álum­. Størstu trupulleikarnar hevur sam­gongan av fiski- vinnupolitikkinum­ og av tunnilsm­álunum­, og næstu vikurnar verða helst avgerandi, hvørt sam­gonguni yvirhøvur verður politiskt lív lagað. Útlitið til, at Gerhard kem­ur til sættis við sam­gonguna eru sm­á, tí løgm­aður og Gerhard hava longu m­álað seg inn í hvør sín krók. Teir kom­a valla út úr krókunum­ uttan, at sporini í politisku gólvm­álingini gerast so greflig, at eingin politiskur m­álari, hann veri seg so hegnigur sum­ hann vera vil, m­egnar at um­væla hesar blettir. Hvat fiskivinnupolitikkinum­ viðvíkur, so er ivin í nógvum­ politiskum­ legum­ stórur og tær útm­eldingar, sum­ higartil eru kom­nar frá andstøðu og sam­gongulim­um­ eru ikki bara jaligar. Vit skulu ikki royna at spáa um­ úrslitið av uppskoti fiskim­álaráðharrans um­ at fylgja fiskiføðingunum­, tá fiskidagarnir skulu ásetast í fyrsta tingm­álinum­ í tí tingsetu, sum­ byrjar Ólavsøkudag, m­en bert vóna at vit og skil kom­a at ráða, so vit í fram­tíðini kunnu hava eina burðardygga fiskivinnu. Hetta er hóast alt alfa og om­ega fyri vinnubúskap okkara. Okkurt kundi bent á, at hetta fer at hepnast. Í tunnilstrætuni sær verri út og kanska skuldi løgm­að- ur, sum­ hevur evtsu ábyrgd av sam­gongusam­starvinum­ nú roynt at um­hugsa tey eitt sindur óvanligu hugskot, sum­ í seinastuni eru kom­in alm­ent fram­. Eitt er hugskotið hjá fyrrverandi tingm­anni Fólkafloksins í Sandoy og frá einum­ borgara. Annar m­ælir til at bíða við at skerja blokkin við 100 m­illiónum­ og heldur nýta upphæddina til Sandoyartunnilin. Hin m­ælir til at at lata brúkararnar av verandi tunnlum­ og kom­andi bera ein part av útreiðslunum­ av Sandoyartunnlinum­. Talan er um­ óvanlig og óvæntað uppskot. Tað er óvæntað, at ein fólkafloksm­aður m­ælir frá blokk- niðurskurði. Hitt uppskotið er óvanligt, tí tað er sjáldan, at ein borgari stígur fram­ og m­ælir til sam­haldsfesti við øktum­ brúkaragjøldum­. Men tað m­á ásannast, at bæði hugskot eru áhugaverd og als ikki heilt órealistisk. Gam­alt var, at um­ m­aður hevði ferniserað gólv til jólar og, sum­ ikki sjáldan hendi, var endaður í króki, vórðu turrar fjalir lagdar eftir nýsm­urda gólvinum­. Hetta fekk m­ann og gólv heilskapað burturúr neyðini. Kanska skuldu løgm­aður og Gerhard fingið onkra góða politiska handverkarafyritøku, (m­en hon skal nokk ikki eita Kári & Kári) at lagt nakrar politiskar fjalir inn eftir ným­álaða gólvinum­, so teir sluppu út aftur í fríska luft og fingu hugsað klárt. Kanska eru hesi ótraditionellu uppskot veruliga verd at um­hugsa nærri, so vit sleppa undan politiskari kreppu á ólavsøku. Nú hevur Sandoyggin fingið svar frá løgmanni og samgonguni. Har stendur týðuliga, hvat samgongan ætlar við Sandoynni og Suðuroynni. Løgmaður svarar, at ikki verður byrjað upp á tunn­ ilin fyrr enn aftann á 2011. Um Skálafjarðartunnulin skrivar løgmaður, eg siteri: ”Alt bendir á, at Skála­ fjarðartunnulin verður tann fyrri,” sitat slut. Nær verður so byrjað við Sandoyartunnlinum, eg spyrji bara? Tað tekur tvey ár at kanna og útbjóða Eysturoyðartunnilsætlanina og onnur fýra ár at bora hann ígjøgnum. So her sær man viljan hjá samgonguni mótvegis Sandoynni og Suðuroynni, hann er næstan minni enn einki! Vit hava fingið at vita, at einastu sýslur í Føroyum, sum ganga aftur í folkatali, eru Sandoyar sýsla og Suðuroyar sýsla, men tað tykist ikki at ávirka samgonguleiðaran. Atlit skulu takast sigur løgmaður? Vit skulu taka atlit til búskaparlig viðurskifti, sigur samgonguleiðarin. Eg kann nevna nøkur dømi, um ætlanir hjá samgonguni: • Lækka ríkisveitingina • avtaka sjómansfrádráttin • Seta pensiónsaldurin upp í 71 ár • Lóggeva grundarlagið undan arbeiðarafe­ løgunum og geva útlendingum fastlønar­ skipan, meðan føroy­ ingar sita heima við hús • Brúka 31 mió upp á sendistovur í Russlandi og USA. Tað hevur man vilja til. Ja, eg má ásanna at Javn­ aðarflokkurin hevur selt seg til Høgna Hoydal og fylgi. Tað, sum Javnaðar­ flokkurin bjóðar mær við næstan 600 atkvøðum, er at avtaka lógina um Sandoyartunnulin. Eg má bara ásanna, at samgongan førir ein quistlingapolitikk móti Sandoynni og Suðuroynni. Við javnaðarkvøðu Sigurin hjá NSÍ yvir Dinamo Tblisi var kærkom­ in fyri føroyskan fótbólt á mangan hátt. Hann vísti eisini, at heimadystir á graslíki veruliga kunnu koma okkara liðum til góðar í altjóða kappingum. Øll fegnast vit um, at tey føroysku liðini kunnu vinna sær ein fyrimun við at leika á einum undirlagi, tey kenna til fulnar. Men skulu vit sleppa at spæla altjóða dystir á ovara vølli í Gundadali í framtíðini, so er neyðugt, at øll spæla við. Til altjóða dystir eru altjóða reglugerðir gald­ andi. Vit kunnu halda hánt um hesar reglugerðirnar, men skulu vit taka lut í altjóða kappingum, so hava vit einki annað val, enn at halda tær. Á ovara vølli í Gunda­ dali eru umleið 2.000 sitipláss, sum eru góðkend av UEFA. At tey eru góðkend av UEFA merkir, at fólk skulu finna sær ein sess millum hesi 2.000 sitiplássini, soframt tey ikki eru trygdarvørðar, ella eru partar av løgregluni, sløkkiliðnum ella eru fyrstu hjálpararar hjá Reyða Krossi. Til hvønn altjóða dyst á ovara vølli er ein umboðs­ maður frá UEFA á stað­ num. Hesin noterar, um føroyingar halda tær altjóða reglugerðirnar, sum eru galdandi til ein altjóða fótbóltsdyst. Tað tykist, sum nøkur heilt fá við­ haldsfólk hjá báðum havnarfeløgunum ikki leggja so nógv í hesar altjóða reglugerðirnar. Viðhaldsfólkini hjá NSÍ vóru fyrimyndarlig í so máta. Trupuleikin er bara, at kemur ein ógvuliga kantutur UEFA­umboðs­ maður, sum er ein paragraf­ jegari, til altjóða dyst á ovara vølli í Gundadali, so kann viðkomandi notera við stórum stavum, at føroyingar ikki halda reglu­ gerðirnar, sum eru fyri­ skipaðar, við tað at teir standa og hyggja, sum teir ”plaga” at gera til ein Formuladyst hjá B36 ella HB. Trupulleikin er bara fyri B36, HB, NSÍ o.o., at hesir áskoðarnir kunnu kosta okkum rættin at spæla altjóða dystir á graslíki. So til dystin B36­Brønd­ by 31. juli, setið tykkum niður, so vit kunnu fáa fleiri sólskinssøgur, sum hana vit upplivdu týs­ kvøldið. Tillukku til NSÍ, og latið okkum stuðla teimum føroysku liðunum til evropeiskar dystir, eisini við at halda altjóða reglugerðirnar, sum eru galdandi til ein altjóða dyst. Við altjóða fótbóltskvøðu vallarvarpari til altjóða dystir HERI SIMoNSEN GERHARd LoGNBERG Svarið til Sandoynna og restina av suður-Føroyum Tí mugu fólk sita niðri til altjóða dystir