Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 24. juli 2008 13 KRONIKK Bogi Eliasen cand.scient.pol Altjóða kapping um borgarar Heimurin er í støðugari broyting og menningin av tøkni ger, at broytingar ganga skjótt fyri seg í dag. Kunningar- og samskiftis- tøknin ger at fjarstøða fær minni týdning, og økt altjóða samstarv ger tað lættari hjá fólki at leita sær í onnur lond at búgva og arbeiða. Alheimsgerðin letur upp møguleikar, men elvir eisini til harða kapping ímillum heimsins lond. Øll lond ynskja menning, og í okkara parti av heiminum er tað ikki óvanligt at seta sær fyri at verða fremst í heiminum á ávísum økjum. At verða millum fremstu lond krevur bæði væleydnaðar polit- iskt settar karmar, men eisini at landið megnar at draga til sín arbeiðstakarar við røttu førleik- unum. Flestu lond í vesturheimi- num, eisini Føroyar eru í eini tilgongd ímóti einum vitanar- búskapi. Fyritøkurnar á hesum øki eru í harðari kapping um at fáa fatur á bestu arbeiðsorkuni, og nógv lond brúka nógva orku til at fáa útlendingar við røttu førleikunum til arbeiðs- marknaðin. Horvnir útisetar Seinasta árið hevur nógv upp- merksemi verið kring trupul- leikan við, at ov fáir føroyingar, sum nema sær útbúgving uttan fyri Føroyar koma heimaftur. Ein kanning hjá Norðuratlantsbólki- num vísti, at nógvir føroyingar við útbúgving, sum Føroyar hava tørv á, búgva í Danmark. Ein onnur kanning sum Jacob Mouritz Olsen hevur gjørt fyri Stuðulsstovnin og sum er partur av einari felags norðurlendskari kanningarætlan staðfesti, at ein sera stórur partur av útbúnum útisetum ikki koma aftur til Føroya tey fyrstu árini. Kanningin staðfesti somuleiðis, at ein stórur partur av hesum als ikki hava ætlanir um at koma aftur til Føroya. Undan hesari kanning vóru gitingar um hvussu nógv av hesum komu heimaftur, men eingin nágreinilig vitan var. Nú vita vit, at Føroyar hava stórar trupulleikar við at fáa sínar egnu útbúnu borgarar heimaftur. Tórshavnar Kommuna og Norðuratlantsbólkurin arbeiða í dag við einari kanning, sum skal royna at finna orsøkirnar til hví so nógv ikki koma aftur. Nógv koma ikki aftur Kanningin hjá Stuðulsstovninum hyggur at teimum sum vórðu liðug at lesa í 2004 – 2006. Hon vísir at góð 44% vóru komin aftur til Føroya mitt í 2007. Av teimum 56%, sum enn búleik- aðust uttanlanda, søgdu næstan helvtin ella 42,5%, at tey ikki fluttu aftur til Føroya tey komandi fimm árini. Hesi tøl vísa greitt, at vit hava trupul- leikar við at fáa útbúnar útisetar heimaftur, tí støðan er tann at yvir 62% av teimum sum taka útbúgving gera tað uttanfyri Føroyar, fyri Ísland er talan um 25%. Tað sum áður var gitingar, eru nú konkret tøl. Stórur partur av fólkunum Føroyar uppalir og førleikamennir fara av landinum og koma ikki aftur. Brain Drain Føroyar eru ídag í eini brain drain støðu. Tøl frá Hagstovuni vísa, at vit ikki kunnu vísa á fólkavøkstur av týdningi. Vit vita, at ein ov stórur partur av teimum við útbúgving ikki koma aftur. Tað merkir, at við ikki fáa allar teir førleikar inn á okkara arbeiðsmarkna, sum Føroyar hava tørv á. Jobmatch er m.a eitt úrslit av, at fleiri fyritøkur áhaldandi vísa á at tær hava trupulleikar við at fáa nóg nógv fólk og oftani er eisini trupult at finna fólk við røttu førleikunum. Serliga tá talan er um longri hæggri útbúgvingar senda vit ein stóran part av okkara ungdómi av landinum at nema sær kunnleika. Vandin er sjálvsagt, at hesi fólk ikki koma heimaftur. Hetta er eitt fyribrygdi, sum sæst í flestu útjaðaraøkjum. Munurin við- víkjandi Føroyum er, at Føroyar sær seg sum eina eind og ynskir at menna seg til at verða frammi millum heimsins fremstu lond. Er tað ætlanin, er avgerðandi neyðugt at vit fáa fleiri av okkara útisetum heimaftur. Talan er ikki bert um at fáa tey sum gera seg lidnan við útbúgving, men eisini útisetar, sum eru á arbeiðs- marknaðinum í øðrum londum. Tað er eisini neyðugt at Føroyar í størri mun lata dyrnar upp fyri at fáa útlendska arbeiðsmegi til landi á øllum økjum. Tey londini vit samanbera okkum vid brúka orku til at draga til sín førleikasterkar útlendingar og hetta er ein týðandi partur av kappingini, sum er millum lond ídag fyri at tryggja sær framburð Hví Jobmatch? Hugsanirnar við at gera eitt tiltak sum Jobmatch eru fleiri. Men tær týdningarmestu eru, at útbúnir útisetar ikki koma aftur í nóg stóran mun og at fleiri fyritøkur vísa á, at tær hava trupult við at fáa fólkið sum tørvur er á. Skal Føroyar menna seg til at verða millum fremstu lond, er avgerðandi neyðugt, at Føroyar eisini megnar at draga til sín fólk við útbúgving. Gjógvin Tað tykist sum um fjarstøðan millum tey lesandi og føroyskar arbeiðsgevarar er stór. Føroyska lestrarumhvørvið er í stóran mun í Danmark og tað elvir til ymsar trupulleikar, m.a. at tey lesandi ikki eru partur av føroyska samfelagnum meðan tey lesa, og hetta er við til at skapa eina fjarstøðu millum føroyskar arbeiðsgevarar og lesandi. Sameina Høvuðsmálið við Jobmatch er at sameina arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar. Sostatt er málið, at føroyskar fyritøkur bjóða seg fram sum arbeiðspláss. Málbólkurin er í fyrsta lagi føroyingar í Danmark, men eisini útlendingar, sum kundu hugsað sær at arbeitt í Føroyum. Men vit vóna eisini, at fyritøkurnar á henda hátt lýsa føroyska arbeiðsmarknaðin fyri føroyska útisetanum, soleiðis at tey beinanvegin umhugsa at koma aftur til Føroya. Jobmatch vendir sær ikki bert til føroyingar, sum nema sær útbúgving í Danmark, men til allar føroyingar í Danmark og útlendingar, sum hava áhuga at arbeiða í Føroyum. Skulu Føroyar hava vøkstur og menning, er avgerðandi neyðugt, at Føroyar megna at draga til sín fleiri fólk. Í fyrsta umfari er talan um at royna at fáa fleiri útisetar heimaftur, men ein partur av langtíðarætlanini má eisini verða at fáa førleikarsterkar útlendingar, sum vit t.d síggja USA og Kanada gera. Meira kann lesast um jobmatch á www.jobmatch.fo Jobmatch – at fáa útisetan heimaftur Uddannelsesniveau Uddannelsesniveau 8% 36% 79% 48% 13% 16% 0% 10% 20% 30% 40% 50% 60% 70% 80% Lang videregående uddannelse Mellemlang videregående uddannelse Kort videregående uddannelse Eksamen fra Færøerne Eksamen fra udlandet Broytingarnar í fólkatalinum skift á til- og frágongd og tíðarskeið 1985 1990 1995 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 Fødd 739 943 644 692 632 709 705 713 712 662 672 Deyð 340 359 364 352 358 392 404 379 419 416 380 Burðaravlop 399 584 280 340 274 317 301 334 293 246 292 Tilflyting 1.392 1.101 1.689 1.830 1.772 1.754 1.560 1.419 1.223 1.488 1.472 Fráflyting 1.436 2.107 2.285 1.379 1.229 1.364 1.351 1.585 1.670 1.577 1.658 Nettoflyting -44 -1.006 -596 451 543 390 209 -166 -447 -89 -186 Rættingar 0 0 0 0 0 0 0 -9 0 0 0 Fólkavøkstur 355 -422 -316 791 817 707 510 159 -167 157 106 Fólkatal 31. des. 45.673 47.348 43.328 46.144 46.961 47.668 48.178 48.337 48.170 48.327 48.433 Miðalfólkatal 45.496 47.559 43.486 45.749 46.553 47.315 47.923 48.258 48.254 48.249 48.380 Fødd pr. 1.000 16,2 19,8 14,8 15,1 13,6 15,0 14,7 14,8 14,8 13,7 13,9 Deyð pr. 1.000 7,5 7,5 8,4 7,7 7,7 8,3 8,4 7,9 8,7 8,6 7,9 Burðaravlop pr. 1.000 8,8 12,3 6,4 7,4 5,9 6,7 6,3 6,9 6,1 5,1 6,0 Tilflyting pr. 1.000 30,6 23,2 38,8 40,0 38,1 37,1 32,6 29,4 25,3 30,8 30,4 Fráflyting pr. 1000 31,6 44,3 52,5 30,1 26,4 28,8 28,2 32,8 34,6 32,7 34,3 Nettoflyting pr. 1000 -1,0 -21,2 -13,7 9,9 11,7 8,2 4,4 -3,4 -9,3 -1,8 -3,8 Fólkavøkstur pr. 1000 7,8 -8,9 -7,3 17,3 17,6 14,9 10,6 3,3 -3,5 3,3 2,2 Føroyskar fyritøkur og stovnar fara í heyst at bjóða seg fram mótvegis før­ oyskum útisetum. Hetta verður á eini starvstevnu í Keyp­­ mannahavn, sum verður marknaðar­ førd undir heitinum JobMatch. Tiltakið verður á Norðurbryggjuni 26. og 27. sep­tember í ár. Útbúgvingarbýti, Føroyar–Danmark Talva: Hagstovan Vitanarsamfelag krevur at hava førleikasterk starvsfólk. Føroyska vinnulívið hevur í dag trup­ulleikar við at fáa fatur á starvsfólki við røttu førleikunum til røttu størvini, vit vita at nógvir útbúnir útisetar ikki koma heimaftur, og at fólkavøksturin er ov lítil. Hetta er ein álvarsom hóttan ímóti vøkstri og menning í Føroyum viðmerkingar