hósdagur 24. juli 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 141 - 24. juli 2008
Aftur eitt stak vánaligt
summar hjá fleiri av
búfuglunum!
Nú hava aftur verið hópin
av jaligum frásøgnum í
Útvarpi og bløðunum um,
hvussu støðan hjá búfugli
num fer at verða í 2008.
Lítið skil hevur verið í frá
søgnunum, men um tað er
vegna vánalig tíðindafólk
ella vánalig frásøgufólk,
skal eg ikki verða tann, ið
dømi um…
Enn er ov tíðliga at siga
nágreiniliga, hvussu summ
arið fer at hilnast, men
undir øllum umstøðum sær
tað aftur út til at blíva eitt
stak vánaligt ár.
Eg skilji væl, um fólk
hava ilt við at trúgva mær,
og serliga, tá ið fiski
frøðingarnir siga, at nøgdin
av nebbasild er yvir miðal í
ár.
Eg vil her taka fram
nøkur dømi, har longu nú
sæst, at illa stendur til.
Ternan:
Her í Nólsoy tyktist alt
verða sum vanligt – men
bert í stutta tíð!
Síðst í juni byrjaði ternu
bølið at vaksa tað vil
siga, at alt fleiri ternur
løgdust aftrat stovninum –
og tað helt fram 2 tær
fyrstu vikurnar av juli.
Tann 16. juli lógu fleiri
hundrað pør av ternum og
bøldu á eggum, sum aldri
verða klakt til nakra pisu.
Bert nakrar fáar pisur eru
væl fyri – feitar og við at
verða floygdar. 19. juli
byrjaðu ternurnar at geva
pisunum ymisk sløg av
fiski, og 20. juli flugu í
minsta lagi 100 ternur runt
og fangaðu skinflugur.
Skinfluga er avgjørt ikki
rættur kostur til eina ternu
pisu!
Ritan:
Her tyktist eisini alt vera í
lagi – riturnar bygdu
reiður, men hildu so uppat.
Bert um helmingurin varp.
Tær ið vurpu, vurpu seint,
so eisini har koma helst
bert nakrar fáar pisur
undan í summar.
Lundin:
Alt sá sera gott út at byrja
við og nógvur lundi var at
síggja. Sjálvsagt sást
eingin ungur lundi, tí tað
eru fleiri ár síðan, lundin
hevði nakað gott
verpingarúrslit, so eingin
ungur lundi er til!
Tá so fleygatíðin byrjaði,
sóust nakrir fáir sildberar,
og næstu dagarnir løgdust
nakrir aftrat, men ikki
nógvir.
Eg havi haft høvi at
kanna 108 fleygalundar úr
Nólsoy og Mykinesi.
Kanningarnar vístu, at
eingin av lundunum hevði
vorpið í summar. Hinvegin
vístu kanningarnar, at 62
% af fleygalundunum vóru
gamlir fuglar, sum fyrr
hava vorpið. Hini 38 % av
lundunum vóru allir gamlir
lundar, sum ikki áður hava
vorpið – hetta eru lundar,
ið vóru pisur í byrjanini av
í 2000.
Vanlig fleygaár verða
sera fáir lundar fleygaðir,
sum hava vorpið áður. Ein
fleygalundi er sostatt van
liga 23 og 4 ára gamal.
Fyribils kanningarnar av
fleygalundanum í summar
bendir á, at so gott sum
allir fleygalundin í ár hevur
verið og verður gamal
verpingarfuglur, sum ikki
hevur vorpið í ár vegna
døpur útlit.
Hetta at lundin ikki
verpur fleiri á á rað, er ikki
løgið náttúran hevur fyrr
prógvað, at hon dugir betur
at skyna á um støðuna, enn
vit onnur!
Nakrar lundapisur verða
floygdar í ár, men tær
koma so ikki at vaksa um
føroyska lundastovnin!
Tí er tað so ótrúligt og
ørkymlandi at hoyra fólk
tosa og skriva um, hvussu
gott tað sær út hjá føroyska
búfuglinum!
Um man skuldi brúkt
myndamál um lundan,
kundi man eisini sagt tað
soleiðis:
Eitt flogfar við 100
fólkum umborð dettur
niður, og bert 1 persónur
kemur undan við lívinum.
Næsta dagin eru allir
fjølmiðlarnir á gosi um,
hvussu heppin hesin eini
var, ið kom undan við
lívinum. Somuleiðis verður
haft á orði, at um man
kann yvirliva nakað tílíkt,
nýtist mann ikki at verða
ræddur fyri at skula
umborð á eitt flogfar. Ikki
ein av fjølmiðlunum nevnir
hini 99, ið lótu lív í
vanlukkuni…
Nólsingar hava friðað
lundan í 2 tey komandi
árini, men tað bjargar ikki
tí føroyska stovninum.
Okkara fólkavaldu mugu
vakna, og taka stig til at
bjarga lundanum eins væl
og fleiri av hinum
búfuglunum.
Hvat skal til?
Eg vil heita á Hagastýrini
og fleygamennirnar um at
stytta fleygatíðina til bert
at verða 23 vikur mitt í
juli mána. Annars er stórur
vandi fyri, at teir fáu
lundarnir, sum hava vorpið
seint og hava pisu, eisini
enda í glúpinum.
At enda: Summarið 2008
verður betri enn í 2007, tá
eingin ternu lomviga ritu
ella lundapisa kom undan.
Nakrar lundapisur vóru
floygdar í 2004, men vit
skulu leita heilt aftur til ár
2000 og 2001, fyri at finna
nøkur hampulig ár hjá
lundanum!
Verður nakar mettur av at eta skinflugur?
fuglaútstappari,
Nólsoy
Jens-KJeld
Jensen
Í februar 2007 setti Lands
verk nevnd til at hyggja at
bygdanøvnum okkara. Hon
varð sett við atliti til bygda
skeltini.
Nú rúm tíð er liðin, síðan
álitið varð almannakunn
gjørt, frættist frá Lands
verki, at víðari slepst ikki,
av tí at eingin myndugleiki
finst her á landi, sum kann
geva álitinum grønt ljós,
og at tessvegna verður
einki skelti broytt.
Mannagongdin tykist
løgin. At seta nevnd og
løna henni krevur myndug
leika. Er hetta myndug
leikin, vit hava spurt eftir í
fleiri ár? Ella var ein annar
myndugleiki, sum gav
Landsverki heimild til at
seta nevndina og ikki
meira enn tað, so farast
kundi víðari? Hví hevur
Landsverk fingið heimild
til at seta hesa nevnd fyri
síðan at kvetta á stokkinum
og siga, at myndugleikin
ikki finst?
Meðan hin samgongan
sat, varð spurt ferð eftir
ferð eftir myndugleikanum
viðvíkjandi staða og
bygdanøvnunum. So løgið
tað ljóðar, visti Menta
málaráðið einki. Úr Inn
lendismálaráðnum var
einki at frætta. Ein skuldi
trúð, at Matrikulstovan
visti um slíkt, men haðani
kom heldur einki svar.
Var tað so ikki Vinnu
málaráðið, sum sat við
myndugleikanum? Hesin
stovnur sigst vera yvir
Landsverki. Jú, umsíður
hildu vit, at nú var komið á
mál. Men nú fer at sansa
at, tí Vinnumálaráðið sigur,
at hetta mál er uttan fyri
málsøkið hjá landsstýris
kvinnuni. Hvør fer so at
autorisera ella góðkenna –
ella vraka –nevndarálitið?
Hvør var tað so, sum á
sinni gav Landsverki
heimild til at seta nevndina
og løna henni? Liggur
myndugleikin kanska í
Tinganesi og enn ikki er
komin á røttu hillina, síðan
málið um føroysk
staðanøvn gjørdist føroyskt
mál?
At myndugleikin í
hesum máli framvegis – í
2008 skal liggja í Danmark
er ein ótrúlig undanførsla
hjá Landsverki. Sambært
bræv frá Kulturministeriet
21. november 2006 er
eingin ivi: “Jeg kan i den
anledning oplyse, at
kompetencen til at
autorisere stednavne på
Færøerne er henlagt til
Færøernes Hjemmestyre”.
Átti Landsverk ikki fyri
langari tíð síðan at fingið
greitt myndugleika
spurningin, og í hvussu er,
áðrenn nevndin varð sett.
Tá landsstýriskvinnaní
Vinnumálaráðnum fer í
holt við málið, sum hon
hevur lovað, fer hon óivað
at finna myndugleikan
onkunstaðni. Á Fróð
skaparsetrinum, í sjálvari
nevndini, ella? – Spenn
andi verður at frætta.
The Missing Link
símun
nónKlett
Javnaðarfólk eiga at savnast
Vit mugu halda fast í
sermerktu javnaðarhug
sjónini um frælsi, javn
rætt og samhaldsfesti og
taka hesa týdningarmiklu
heild fram um ósemjur
um tíðarætlanir í einstakum politiskum málum. At
venda flokkinum og harvið trygdini fyri vælferðar
samfelagnum bakið, er eftir míni metan ein ov vágin
og illa umhugsaður atburður
Orsøkin til stovnanina av Javnaðarflokkinum í 1926 var,
at nú skuldu viðurskiftini hjá vanliga fólkinum á skrá.
Hinir borgarligu flokkarnir keglaðust um loysing og
samband, uttan at teir veruliga høvdu viðurskiftini hjá
vanliga føroyinginum á dagsskrá.
Eyðkennið hjá Javnaðarflokkinum frá fyrsta degi var, at
hann sá politisku málini í einari samanhangandi heildar
mynd um økta vælferð og harvið frælsi hjá tí einstaka í
felagsskapinum við onnur. Hetta við heildarpolitikkinum
var eisini dygdin hjá Javnaðarflokkinum fram um hinar
flokkarnar.
Millum punktini í fyrstu politisku skrá Javnaðarfloksins
vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingar
skipan, umfatandi almannaverk, útstykking av almennari
jørð til fæloysingar og mong onnur mál, sum beinleiðis
tóku støði í livikorunum hjá vanliga føroyinginum. Og
millum kendastu úrslitini av hesum politikki man vera
fólkapensjónin, sum Javnaðarflokkurin fekk í lag.
Livikor í vanda
Eisini í dag, góð áttati ár eftir stovningardagin, er brúk
fyri einum flokki, sum í tíðarhóskandi ljósi dugir at verja
lívskorini hjá tí einstaka. Hækkandi renta, hækkandi
oljuprísir og hækkandi matvøruprísir eru millum tey
viðurskifti, ið gera, at stórir bólkar í samfelagnum eru
bangnir og av álvara kenna lívskorini hótt.
Støðan í sjúkrahúsverkinum, í pørtum av vinnuni og í
fíggjarheiminum gevur eisini fleiri orsøkir til at kenna
tað, sum at sjálvt vælferðarsamfelagið er í vanda.
Støðan í fiskivinnuni orsakað av lækkandi fiskaprísum,
minkandi fiskastovnum og hækkandi oljuprísum merkist
serliga í suðurpartinum av landinum, har inntøkugrundar
lagið hjá arbeiðaranum, vinnuni og kommununum
hvørvur.
Avleiðingarnar av hækkandi rentuni, matvøruprísunum
og oljuprísunum merkjast eina mest í miðstaðarøkinum,
har familjur og einstaklingar hava verið noydd at seta seg
í ovurhonds stóra skuld, fyri at fáa tak yvir høvdið til seg
og síni. Men eisini merkjast avleiðingarnar av álvara hjá
pensjónistum og øðrum láglønarbólkum um landið alt.
Politikkur á dagsskrá
Alt hetta eru álvarsom viðurskifti, ið krevja politiska
viðgerð og ikki minst krevja tey politiskt dugnasemi og
støðufesti.
Higartil hevur ikki borið til at viðgjørt avbjóðingarnar,
hvørki í samgonguni ella í Javnaðarflokkinum. Orsøkin
hevur verið eitt endaleyst stríð um eina dagfesting í
ávísari verkætlan.
Verkætlanini hevur tingbólkur Javnaðarfloksins fleiri
ferðir samtykt at taka undir við, men við neyðugum og
ábyrgdarfullum fyrilitum. Enntá hevur eydnast at tvungið
samstarvsfelagar okkara í samgonguni at taka undir við
verkætlanini, so hon aldri hevur verið so nær og so
ítøkilig sum júst nú.
Kortini tykist stríðið skula enda við, at man vil geva
flokkin og harvið javnaðarpolitikkin upp fyri skutil
orsaka av ósemju um eina dagfesting. Tað er heilt ómeta
liga harmiligt – og eisini ábyrgdarleyst.
Men eg veit, at ábyrgdarkensla er nakað, ið eyðkennir
okkara mongu limir. So mikið kenni eg javnaðarfólk um
alt landið, at tey framvegis kenna eina ábyrgd fyri
vælferðarsamfelagnum og harvið ynskja, at Javnaðar
flokkurin setur politisku avbjóðingarnar á dagsskrá og
finnur loysnir, ið tryggja javnbjóðis møguleikar fyri
frælsi hins einstaka í felagsskapinum, líkamikið hvørjum
starvi ella øki í landinum viðkomandi kemur frá.
Og nú vit tosa um ábyrgd, so er kanska vert at nevna, at
orðini á fyrstu síðu í samgonguskjalinum um fyrilit fyri
fíggjar og búskaparstøðuni ikki bert galda fyri ávísa
verkætlan, men fyri øll átøkini, sum eru nevnd í
samgonguskjalinum.
Tað kann væl vera, at Javnaðarflokkurin hevur verið og
kanska er í einari politiskari kreppu. Men hvør annar
kann venda gongdini, enn júst vit øll, sum eru limir í
flokkinum og sum velja flokkin. Vit mugu í felag kenna
okkara ábyrgd fyri at skapa Fólkaheimið Føroyar. Ongin
annar ger tað fyri okkum.
John
Johannessen
Andlát og jarðarferðir
Herta Adis Bertelsen,
ættað úr Trongisvági,
búsitandi í Norðdepli,
andaðist mikudagin á
Klaksvíkar
sjúkrahúsi,
77 ára gomul. Jarðarferð
in verður frá kapellinum
á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
leygardagin
klokkan
14:00.
Tey,
ið
vilja
minnast Adis, kunnu lata
Verkstaðnum á Brekku
eina gávu, konto í Føroya
Banka.
Tommy Vinther Kjær
bo, ættaður úr Vági, bú
sitandi í Esbjerg, andað
ist hósdagin 17. juli, 46
ára gamal. Jarðarferðin
verður úr Kirkjugarðs
kapellinum í Havn sunnu
dagin klokkan 14:00.
Tey, sum vilja minnast
Tommy,
kunnu
lata
børnunum eina gávu,
konto í Eik Banka.
Annfinnur
Djurhuus,
ættaður úr Kunoy, and
aðist á Ríkissjúkrahúsi
num týsdagin, 65 ára
gamal. Jarðarferðin verð
ur lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
viðmerkingar