Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 141 - 24. juli 2008 15 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Tá ið møguleikin at fáa Rógva aftur henda vegin kom upp, vóru vit ikki í iva um, at hetta var rætta loysnin fyri okkum Tummas Lervig, formaður í KÍ Toppskjúttin á landsliðnum flytir nú til Klaksvíkar, har hann tey bæði næstu árini fer at umboða barndómsfelagið FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað hevur verið arbeitt stillisliga við málinum, men nú tykist tað vera púra greitt: Rógvi Jacobsen flytir nú beinanvegin úr Hødd í næstbestu norsku deildini og til KÍ. Samband hevur seinastu vikuna verið millum norska felagið og KÍ, og undan evsta marki fyri spælaraflyt­ ingum heitti KÍ á Fótbólts­ sambandið um at skipa so fyri, at spæliloyvið hjá Rógva varð flutt úr norska felagnum og til Klaksvíkar. Síðani hevur verið sam­ ráðst um yvirtøkuprísin, og í dag er semja gjørd millum norska felagið og klaksvík­ ingar. Tað hevur ikki gingið so væl hjá Hødd og Rógva Jacobsen seinastu tíðina, og felagið og ikki minst Rógvi hava verið áhugað í, at flyt­ ingin til Klaksvíkar skuldi gerast veruleiki. Einki verður upplýst um, hvat KÍ hevur rindað fyri at fáa Rógva heim til barn­ dómsfelagið. Sáttmálaskeið­ ið hjá Rógva og Hødd fevndi um árið í ár og eisini næsta kappingarár. Vildu hava ordiligan styrk Í Klaksvík siga teir seg vera ovurfegnar um, at tað hevur eydnast at fáa Rógva Jacob­ sen aftur til KÍ. – Vit hava leitað eftir ein­ um álopsspælara, men vit hava ikki viljað bundið okk­ um, uttan at vit vóru heilt vísir í, at talan fór at verða um orduligan styrk. Tá ið møguleikin at fáa Rógva aftur henda vegin kom upp, vóru vit ikki í iva um, at hetta var rætta loysnin fyri okkum. Tað hevur verið neyðugt við samráðingum í nakrar dagar, og nú er hetta tíbetur fingið frá hondini, og tað havi eg fatan av, at stuðlar og KÍ viðhaldsfólk eru fegin um, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. KÍ formaðurin heldur, at tað á fleiri mátar er fram­ tíðar perspektiv í, at tað er Rógvi Jacobsen, sum nú skal styrkja um KÍ liðið og ikki ein útlendingur: – Málið hjá okkum er at byggja eitt sterkt lið upp, sum fyrst og fremst skal verða mannað við spælar­ um, ið eru uppaldir í felag­ num. Vit eiga nógvar ungar og evnaríkar spælarar, sum vit vænta okkum nógv av næstu árini. Um eitt fót­ bóltslið skal standa seg væl, so er neyðugt við javnvág. Trupulleikin hjá okkum er, at vit eiga so fáar spælarar, sum hava nógvar royndir, og sum samstundis eru í góðum fótbóltsárum. Rógvi Jacobsen hevur royndirnar, hann er í góðum fótbóltsár­ um, og hann er sera mál­ søkin, so tað fær illa verið betri, heldur KÍ formað­ urin. – Avtalan við Rógva Jac­ obsen er bara ein partur av stóra arbeiðnum, sum hevur verið gjørt og framvegis verður gjørt í KÍ. Felagið er væl skipað, nógv røsk og dugnalig fólk stríðast fyri felagið, eitt stórt arbeiði verður gjørt í ungdómsdeild­ unum, har vit hava nógvar góðar spælarar, og eisini kamarnir kring fótbóltin verða betraðir. Men vit eru ikki komin á mál enn, og vit fara at arbeiða miðvíst við at menna felagið næstu tíðina, sigur Tummas Ler­ vig. Vit royndu at fáa orðið á Rógva Jacobsen áðren evstamark okkara, men tað eydnaðist ikki. Rógvi er aftur í KÍ Rógvi Jacobsen hevur ikki verið í KÍ-troyggjuni síðan 2001. Seinnu árini hevur hann roynt seg í HB, íslendsku KR, danska SønderjyskE og norsku IL Hødd Toppskjúttin á føroyska landsliðnum vendir nú nøsini aftur móti heimstaðnum og barndómsfelagnum