Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 141 - 24. juli 2008 ] 16 Leiðslurnar hava ikki sk Hann segði farvæl við stíli. Teir gott og væl túsund klaksvíkingarnir stórfegnast í Gundadali. Hinvegin er tað við stórum sorgblýdni, at teir nú mugu siga liðskiparanum og toppskjúttanum farvæl. Vit eru um hálvan august í 1999. Kurt Mørkøre hevur latið sítt seinasta skot fara í føroysku landskappingini hetta árið. Í eykatíðini tryggjaði hann nýkosnu steypavinnarunum trý stig á útivølli ímóti HB. Bólturin brast í stólpan handan Bárð Johannesen, áðrenn hann fór um málstrikuna. KÍ hevur beina kós móti greipuni, nú seks dystir eru eftir at leika. Men seinasta takið skal takast uttan stjørnuna á liðnum. Á hásumri í 1999 valdi 30 ára gamli Kurt Mørkøre yrkisfótbólt í næstbestu deildini í Noregi framum greipu og gylta skógvin sum toppskjútti í Føroyum. Viljasterki, tungi og málsøkni framherjin hevði gjørt sáttmála við Sogndal, har ein annar landsliðsleikari, Julian Johnsson, longu var sáttmálabundin. Fleiri einstaklingar í dag Kurt Mørkøre setti virðiligt punktum fyri sína drúgvu tænastu á landsliðnum eftir seinasta HM-undankappingardystin á útivølli móti Slovenia í 2001. Hóast hann seinastu árini hevur verið búsitandi í Noregi, so er áhugin fyri føroyska fótbóltslandsliðnum ikki dalaður síðan. Hann hevur sjálvandi eisini sína greiðu fatan av, hvussu landsliðið skal spæla. Um tú í dag setti teg í sessin um landsliðsvenjari, hvørjar broytingar hevði tú framt? - Nógvar. Fótbóltur er eitt liðspæl, har einstaklingar kunnu gera stóran mun. Tað vil siga, at tú ikki setir landsliðið eftir teimum bestu leikarunum. Stríðsvilji, bóltførleiki, skjótleiki, styrki – alt hetta skal renna saman, og tá eru tað ikki altíð teir bestu, sum passa inn á øllum plássum. Tað vísir seg ofta, at hóast tú er besti leikarin í Formuladeildini, so eru tú ikki liðspælari, sigur Kurt Mørkøre. Fleiri hava sóknast eftir einstaklingum sum Kára Reynheim, Jens Erik Rasmussen og Toda Jónsson á landsliðnum seinastu árini. Hesir finnast ikki í sama mun longur. Men tað er Kurt Mørkøre rúkandi ósamdur við. - Tað eru fleiri einstaklingar í føroyskum fótbólti í dag enn fyrr. Eg kann nevna Hans Paula Samuelsen, Christian Høgna Jacobsen, Hjalgrím Elttør og Arnbjørn Hansen. Trupulleikin er, at teir hava ov nógvar bundnar uppgávur á vøllinum og sleppa ikki at vera einstaklingar. Føroyskur fótbóltur hevur allar typurnar, sum skulu til. Eg sakni tó vinnarahugburðin. Eitt nú vinnaraviljan hjá Klæminti Matras. Spælarar, sum geva alt líkamikið hvat – tað hevði hjálpt munandi, sigur gamli málrevurin. - Vit eru heldur ikki nóg væl fyrireikaðir og kunnaðir um mótstøðuliðið. Vit eru so lítil, at vit mugu vita øll rennimynstur, hvønn einasta eginleika hjá leikarunum – vit mugu vita allar veikleikar hjá mótstøðuliðnum, so vit kunnu gera okkum dælt av tí. Heimaarbeiðið í dag er ikki nøktandi í so máta, leggur Kurt Mørkøre aftrat. Veljið so øðrvísi! Føroyingar eiga, sambært styrkislistanum hjá FIFA, næst vánaligasta landslið í Evropa. Støðan hevur ongantíð verið so hættislig sum nú. Men tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri. Kurt Mørkøre skilir als ikki valið av venjingardystum, sum Fótbóltssambandið ásetir. Fyri árum síðan vann landsliðið venjingardystir móti millum annað Liktinstein og tvær reisur ímóti Kasakstan. Tað vann føroyingum kærkomin stig á styrkislistanum. - Í dag spæla vit landsdystir ímóti Íslandi, har vit tapa 14 av 15 ferðum. Vit royna okkum ímóti Estlandi, har tílíkir dystir oftast koppa til mótstøðuliðið. Og nú skulu vit eisini spæla ímóti Portugal. Um vit hugsa so nógv um styrkislistan, sum opinbart hevur sera stóran týdning í Føroyum, veljið so øðrvísi! Veljið Andorra, veljið Liktinstein, veljið Kasakstan – so flúgva vit uppeftir, staðfestir Kurt Mørkøre. Ódugnaligur leiðslur Eftir átta ár í Noregi vendi Kurt Mørkøre aftur til føroyskan fótbólt í - Leiðslurnar í føroyskum fótbólti kunnu lýsast við einum orði: ein vanlukka. Teir krevja, at venjarin, sum brúkar tíð, pening og orku upp á venjaraútbúgving, skulu hava neyðugu pappírini. Men at sita í leiðsluni krevur einki. Tú skal ikki prógva nakað, og fleiri hava ikki skil fyri fótbólti. Men tað eru hesir, sum sita og stýra øllum, sigur Kurt Mørkøre fyrrverandi landsliðsleikari og venjari í Noregi - Føroyingar vilja ikki troyta møguleikan. Óttin fyri, at tað miseydnast er væl størri enn viljin eftir, at tað eydnast. Tryggleikin er jú ov stórur í Føroyum. Hvat fara føroyingar ikki at siga og skriva, um tað ikki gongur? Gloym tosið, gloym skrivingina – tað ræður um at hava tol og stríðast fyri tí!, sigur Kurt Mørkøre Savnsmyndir