fríggjadagur 25. juli 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 142 - 25. juli 2008
Føroya Sjósavn á er opið á ólavsøku
Um vikuskiftinum og á ólavsøku hevur sjósavnið á Argjum opið frá klokkan 14 til 18.
Sum nakað nýtt verður í ár eisini sýnt fram eitt firvaldasavn. Hans Eli Sivertsen á Argjum
hevur verið so beinasamur at lánt Sjósavninum hetta einastandi savn, sum vísir øll tey
umleið 150 firvaldasløgini sum eru skrásett í Føroyum. Eisini verður høvi at síggja tann
heldur sjáldsama multufiskin. Fyrst í juni skaffaðu miðvingar sjósavninum 18
“pusalaknektar”, sum hesin fiskurin eisini kallast. Fáir føroyingar hava sæð hendan
vælvaksna summargestin, m. a. tí, at hann sjáldan tekur húk. Hann livir stórt sæð
vegetariskt.
Eik Banki hevur hall
fyrra hálvár. Úrslitið
er 15,4 milliónir
krónur skeiva vegin.
Sama tíðarskeið í fjør
hevði Eik eitt yvirskot
á 237,4 millinónir
krónur. Men hóast
hallið roknar Eik við
einum ársúrsliti á 335
milliónir krónur
BÚSKAPUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Eik Banki hevði fyrstu seks
mánaðirnar í ár eitt undir
skot á góðar 16 milliónir
krónur eftir skatt. Tað
staðfestir hálvársroknskap
urin hjá bankanum, sum
varð almannakunngjørdur
fyrrapartin í gjár.
Til samanberingar hevði
Eik Banki 206 milliónir
krónur í yvirskoti fyrra hálv
ár í fjør, eisini eftir skatt.
Tað eru serliga partabrøv
ini, sum Eik Banki eigur, ið
draga hálvársúrslitið niður.
Meðan Eik fyrra hálvár
hevði 40 milliónir í yvir
skoti av sínum virðis og
partabrøvum, so gav hesin
postur heili 146 milliónir
krónur í undirskoti.
Rás2 hevði í gjár stjóran í
Eik Banka á orði, og hann
segði soleiðis:
– Vit eru raktir av parta
brævamarknaðirnir
kring
allan heimin eru falnir, og
tað sæst so aftur í at hava
hesir ognirnar í Atlantic
Petroleum og Spron.
Mong ár síðani síðst
Tað eru við at vera mong ár
síðani, at Eik hevur havt
hall hálvársroknskapi sín
um. Í Rás2 var Marner Jac
obsen
spurdur,
hvussu
reyðu tølini á botnlinjuni
skulu tulkast.
– Nú skulu vit ikki leggja
meiri í tað enn tað er, segði
Marner Jacobsen og minti
á, at talan bert er um hálv
ársroknskap.
– Tað kann nógv henda
gjøgnum eitt ár, og vit hava
skula tikið eitt søguliga
stórt kursfall upp á seks
mánaðir. Men vit hava eina
sunna drift, vit hava nøkur
sunn útlán og lutfalsliga
smáar burturleggingar, so
útlitini hjá okkum eru góð,
men her og nú mugu vit so
taka nøkur kurstap upp á
partabrøv okkara, staðfesti
Marner Jacobsen.
Roknar við
ársyvirskoti
Eik Banki er skrásettur á
keypsskálunum, og Marner
Jacobsen varð spurdur um
tað kundi fáa nakran sálar
ligan týdning, at bankin nú
kemur við negativum hálv
ársroknskapi. Til tað svaraði
stjórin í Eik Banka, at hann
trúi at partaeigararnir vóru
nóg klókir, sum Marner Jac
obsen málbær seg, til at
síggja afturum reyðu tølini.
– Tí eg meti at hetta er
eitt tekin um, at vit eru ein
sterkur banki við góðum
likviditeti og driftsvánum,
segði Marner Jacobsen,
sum eisini er bjartskygdur
fyri ársroknskapin.
– Vit vænta at úrslitið áðr
enn burturleggingar, kurs
javning og skatt verður 335
milliónir krónur. Tað er tað
sama, vit væntaðu við árs
byrjan, so í so máta er einki
broytt, vísti Marner Jacob
sen á.
Men bankin skal við árs
lok eisini geva upp kurs
vinning ella kurstap, men
her er Marner Jacobsen
minni bjartskygdur. – Um
tú spurdi meg við ársbyrjan,
so hevði eg ivast í, at kurs
urin fór at falla so nógv. Nú
vóni eg, at botnurin er nádd
ur, men eg tori ikki at geva
nakað boð upp á tað, svaraði
stjórin í Eik Banka til tann
spurningin.
Eik Banki við reyðum tølum
Føroya Vísindaráð
skal orða tann yvir
skipaða strategiska
granskingarpolitikkin,
sum við felags hugsjón
fevnir um gransking,
menning og nýskapan
POLITIKKUR
Tíðindaskriv
Í yvirskipaða granskingarpol
itikkinum er ætlanin at serlig
høvuðsøki verða raðfest fyri eitt
ávíst tíðarskeið samstundis sum
fíggjarligu íløgurnar fylgja við.
Vísindaráðið er mannað við lands
stýrisfólkunum,
umboð
úr
vísindaliga
umhvørvinum
og
vinnuni. Hetta fyri at fáa størst
møguligt
samband
millum
vinnulívið
og
yvirskipaða
granskingarpolitikkin.
Limirnir í
Vísindaráðnum eru:
løgmaður, Jóannes Eidesgaard
landsstýriskvinnan í
granskingarmálum, Kristina
Háfoss
landsstýrismaðurin í
uttanríkismálum, Høgni Hoydal
landsstýriskvinnan í
vinnumálum, Bjørt Samuelsen
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Karsten Hansen
landsstýrismaðurin í fiski og
tilfeingismálum, Tórbjørn
Jacobsen
landsstýriskvinnan í løgmálum,
Helena Dam á Neystabø
landsstýrismaðurin í almanna og
heilsumálum, Hans Pauli Strøm
Harumframt hevur Kristina
Háfoss, landsstýriskvinna, til
nevnt hesar limir í Vísindaráðið:
Bergur Poulsen, stjóri
Malan Marnersdóttir, professari,
dr.phil. & Ph.D.
Jan Arge Jacobsen, Dr. Scient.
Marjun Patursson, bókavørður.
Erland Viberg Joensen, Ph.D.
Sambært lógini kann løgmaður
eisini tilnevna tveir limir, og
hesir eru:
Hermann Oskarsson, stjóra
Sjúrð F. Olsen, Ph.D. og dr.med.
Løgmaður er formaður, og lands
stýriskvinnan í granskingarmálum
er næstformaður. Formaðurin í
Granskingarnevndini hevur møti
skyldu í Vísindaráðnum. Stjórin
fyri Granskingargrunnin er skriv
ari Vísindaráðsins.
Við skipanini av Føroya Vísinda
ráði eru umráðandi stig tikin til,
at fáa eitt týðandi strategisk sam
felagsmenningaramboð.
Saman
við Granskingarnevndini skal Vís
indaráðið tryggja eina effektiva
íløgu, ið framleiðir hágóðskuvitan
á altjóða stigi til gagns fyri sam
felagið, har dentur serliga verður
lagdur á øki, har vit hava serligan
førleika og tilfeingi at gera rann
sóknir og veruliga kunnu gera
okkum galdandi á altjóða støði.
Føroya Vísindaráð sett
Marner Jacobsen, stjóri í Eik Banka