Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 • 25. juli 2008 Vikuskifti 10 Hóast kanónirnar ikki fara at skjóta við skørpum, er lagt upp til kanón­ buldur úti á Skans­ anum á ólavsøku. Undirbeat fer at lata ólavsøku­ elektro ljóða uttan íhald alt kvøldið ólavsøkuaftan Nú verður aftur buldur og brak av Skansanum í Havn. Undirbeat við Sunnevu H. Eysturstein skipar fyri áhugaverdari technoframførslu úti á søguliga verjuskansanum. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at konsertir verða á Skansanum. Fyrr hevur ólavsøkukonsertin verið hildin har inntil mitt í 80’árunum. Síðani tá hevur ólavsøkukonsertin verið hildin ymsastaðni, og Skansin hevur at siga staðið uttan nakra nyttu síðani. Men nú fer aftur at ljóða av Skansanum, og hesuferð verður tað ólavsøkuelektro, ið skal fáa fólk at tysja út til Skansan. Tað verða FRAU, JamesJames, B.A.B.Y, DJ Sunshine úr Noregi og Maggi Leo úr Íslandi, ið uppá skift fara at venda plátum har. Ymisku plátuvendararnir fara at leggja løg á frá klokkan 17.00 til 04.00 ólavsøkuaftan tann 28. juli. Tiltakið verður frítt at koma til hjá øllum fyrstu tímarnar, men eftir klokkan 22.00 verður 18 ára aldursmark á tiltakinum. Rógvi Nybo Fólka­ fundir á ólav­søku Aftur í ár verður skipað fyri fólkafundum á ólavsøku. Hesir fundir eru eftirhondini vornir siðvenja, og plaga nógv fólk at vitja hesi áhugaverdu tiltøkini. Ólavsøkuaftan 28. juli klokkan 17.30 verður fólkafundurin á Háskulanum við røðum og øðrum. Aftaná fólkafundin verður farið upp á gólv. Ólavsøkudag 29. juli klokkan 19.00 skipar Unga Tjóðveldið fyri árliga fólkafundinum á Doktaragrund. Fleiri røður, nógv skemt og góður tónleikur verða á skránni. Dans på brygga í Vágs­ botni Leygardagin 26. Juli verða nógv tiltøk á skránni. Millum annað skipar Bátafelagið fyri Dans på brygga niðri í Vágsbotni, har tað verður góður og livandi tónleikur, møguleiki at keypa sær ein betri bita og eitthvørt drekkandi afturvið. Vanligt hevur verið at Dans på brygga er vikuskiftið undan ólavsøku. Og tað verður tað fyri sovítt eisini í ár, men í ár liggur ólavsøkan soleiðs, at Dans på brygga gerst partur av ólavsøkuni. Dans på brygga plagar at vera eitt væl vitjað tiltak, og verður tað helst eisini tað í ár. Sum vant fara føroyingar aftur at kappast um at gerast bestir í ymisku ítróttagreinunum á ólavsøku Í meira enn eina øld hava føroyingar havt til fastan tátt at kappast á ólavsøku í ymiskum ítróttagreinum á ólavsøku. Kappróðurin hevur sínar røtur í einahandilstíðini, tá nógvir bátar róðu til Havnar at gera ørindi og halda ólavsøku. Hesin kappingarandin liggur í føroyingunum, har menn og bygdir kappast um at gerast fremsti kappi føroyinga. Og tað verður einki øðrvísi hesa ólavsøkuna. Ítróttarskáin á ólavsøku í ár hevur nógv gott at bjóða. Sunnudagin 27. juli skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukappingm har øll eru vælkomin at luttaka. Sama dag skipar Bragdið fyri ólavsøkurenning frá 18 til 20, og klokkan 19 byrjar fótbóltsdystur millum dreymaliðini hjá arvafíggindunum B36 og HB í Gundadali. Ólavsøkuaftan 28. juli verður kappróðurin, og tá kappróðurin er liðugur, verður fótbóltsdystur millum HB og KÍ á ovara vølli. Ólavsøkudag skipar Føroya Ríðingarfelag fyri kappríðing við Oyggjarvegin klokkan 14, og frá klokkan 16 verður møguleiki at royna at síga úti á Skansanum. Hetta er fyrstu ferð, at hetta verður roynt. Rógvi Nybo Ítrótturin á ólavsøku Buldur og brak av Skansanum Á s. 24 er kort yvir Havnina, sum vísir hvar ymisku tiltøkini á ólavsøku verða.