fríggjadagur 25. juli 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 142 - 25. juli 2008
Aftur í ár, fyri níggj
undu ferð á rað,
skipar Lions Club
Tórshavn fyri lista
framsýning á ólav
søku, har kend og
minni kend listafólk
sýna fram listaverk.
Allur ágóðin fer til
vælgerandi endamál.
Framsýningin er opin
sunnudagin og báðar
ólavsøkudagarnar.
LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Hesa ferð sýna tilsamans 41
listafólk fram tilsamans 172
listaverk á stóru listaframsýn
ingini, sum Lions Club Tórs
havn skipar fyri í Müllers
Pakkhúsi. Talan er sum van
ligt um eina søluframsýning,
hvørs endamál er at útvega
pening til vælgerandi enda
mál, og allur ágóðin av bæði
listaverks og atgongumerkja
sølu fer til slík endamál.
Sigast kann av sonnum, at
framsýningin umboðar mynd
list í orðsins breiðasta týdn
ingi, tí við á framsýningini
eru nógvir olju og akrylmáln
ingar, umframt vatnlitsmynd
ir, tekningar av ymsum slagi
og skulpturar. Breiddin í skar
anum av listafólkum er somu
leiðis stór, tí talan er bæði um
kend og minni kend listafólk,
ið sýna fram verk síni.
Ágóðin av tí arbeiði, sum
Lions Club Tórshavn ger,
fer altíð til okkurt vælger
andi endamál, og so er eisini
hesa ferð. Avgerð er tikin
um, at pengarnir í ár skulu
fara til eina stóra ráðstevnu
um orðblindni á Hotel Før
oyum tann 12. september,
sum Lions Club Tórshavn
eisini hevur tikið stig til.
Málningur at vinna
Tað kostar 50 krónur at
koma inn á framsýningina í
Müllers Pakkhúsi, og øll
vitjandi
fáa
útflýggjaða
eina skrá yvir framsýning
ina. Á hvørja skrá er prentað
eitt nummar, og tá framsýn
ingin endar ólavsøkukvøld,
verður drigið millum allar
skráirnar um ein málning,
sum Øssur Mohr í Fuglafirði
hevur málað.
Listaframsýningin
hesa
ferð er tann níggjunda í røð
ini, og síðani 2000 hevur hon
verið fastur táttur í mongu
mentanartilboðunum í høv
uðsstaðnum
á
ólavsøku.
Seinnu árini hava alsamt
fleiri ólavsøkugestir valt at
lagt leiðina fram við Müllers
Pakkhúsi á ólavsøku, og tað
vóna fyrireikararnir eisini, at
mong gera hesa ferð.
Somuleiðis
vil
Lions
Club Tórshavn takka fyri
góðan stuðul frá Tórshavnar
býráð, sum leggur høli til
framsýningina, Tryggingar
felagnum
Føroyar,
sum
tryggjar framsýningina og
stuðlar á annan hátt, og ikki
minst teimum mongu lista
fólkunum, sum við sínum
verkum gera framsýningina
til tað, hon er.
Framsýningin er opin
sunnudagin frá klokkan 14
til 18, og ólavsøkuaftan og
ólavsøkudag er opið frá
klokkan 14 til 20.
172 listaverk í Müllers
Pakkhúsi á ólavsøku
Nú fáa føroyingar
høvi til at hoyra før
oysku songkvinnur
nar í FAROE 5. Tær
hava nevniliga konsert
í ólavsøkutjaldinum
í kommunuskúla
garðinum 28. juli kl.
20.00.
GENTUBÓLKUR
Tíðindaskriv
Fyrsta stakfløgan við bólk
inum kom út tann 5. juni,
og sangirnir á stakfløguni
hava higartil fingið sera
góða móttøku. Heitislagið
Bara 1 Spæl hevur verið
nummar 1 á 15 Teim Bestu,
og næsti sangurin, Tú fert
altíð at verða har, er eisini
nógv spældur.
Hesir verða sjálvandi á
skránni ólavsøkuaftan, sam
an við fleiri av nýggju løg
unum, sum verða á komandi
fløguni, ið verður givin út í
heyst. Á fløguni verða bæði
enskir og føroyskir sangir,
og stílurin er nýmótans,
melodiskur poppur.
Umframt FAROE 5 fer
ungi, evnaríki rapparin sangar
in og sangskrivarin Thor Sim
onsen við bólki at framføra
nakrar av sínum nýggju san
gum, eins og dansarar úr eyst
uroynni fara at upptraðka.
Hetta er fyrsta tiltakið,
sum tær í FAROE 5 sjálvar
skipa fyri, og genturnar
vóna sjálvandi, at fleiri vilja
nýta høvi til at halda Ólav
søku saman við teimum.
Konsertin verður í tjaldin
um í Kommunuskúlagarðin
um Ólavsøkuaftan kl. 20.00.
FAROE 5 konsert í tjaldinum
ólavsøkuaftan
Frá vinstru: Jónvá Ellingsgaard, Vígdis Fjallstein, Ragnhild
Dam, Lillian Dalsgaard og Asta Højgaard
Nógv hugna sær á
Nólsoyar Pálstorginum
Í góðveðrinum í eins og í summar sum heild hava nógv fólk hugna sær á torginum kring
Nólsoyar Páll í Vágsbotni í Havn. Serliga síðani býráðið setti upp borð og beinkir upp,
hava nógv fólk savnast á staðnum. Sum myndin vísir, eru tað eisini nógv ferðafólk, sum
njóta ein bita ella bara stytta sær stundir har. Kafe Vágsbotn er eisini væl vitjað – og vit
kunnu higani úr Miðlahúsinum eygleiða, hvussu skjótt fólk savnast har, so skjótt
sólargeislarnir hita her í sera veðurgóða hjartanum í Havnini, Vágsbotni.
Linda Andreasen,
havnargentan
sum hevur búð tey
seinastu 13 árini í
Danmark, gevur út
fløguna “Revelation”.
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
“Tað var upp á tíðina” vilja
mong siga, tí Linda hevur
verið sera virkin innanfyri
tónleikaheimin, og hevur
arbeitt í eitt nú Danmark,
Svøríki og Onglandi
Í Føroyum er Linda sera
kend innanfyri tann anda
liga tónleikaheimin, og
kanska er sangurin “Nú
eg ásjón tína søki” á fløg
uni “Vit kunngera Jesus”
mest kendur, og sera nógv
spældur.
Uttanlands hevur hon
verið sera virkin, og hevur
sungið saman við fleiri
kendum sangarum og bólk
um, millum annað Carolu,
James Sampson, Creamy,
Johnny Logan, Sash og
Soap.
Tey seinastu trý fýra
árini hevur Linda verið
kórleiðari á fimm ymisk
um gospelkórum: Gen
tofte Gospel, Glostrup
Gospel, Copenhagen Gos
pel Singers, Junior Gospel
Singers og Gospelkidz.
Umframt hettar heldur
Linda eisini Gospel Work
shops og Teambuildings
fyri virkir og kór, og er
hon skjótt liðug sum Vocal
Coach á 3 ára útbúgvingini
hjá Cathrinu Sadolin.
Relevation er so hennara
fyrsta solo fløga, har hon
syngur 10 enskar sangir.
Hetta eru sangir sum hava
havt serligan týdning fyri
Lindu á hennara ungdóms
árum. Tónleikastílurin er
sera fjølbroyttur og her er
okkurt fyri øll.
Linda hevur eina sera
sterka rødd, og á teimum
stillu sangunum rakar hon
ein beint í hjartað og setur
harvið eitt nýtt navn á
tann
føroyska
stjørnu
himmalin, sum sagt verður
í tíðindaskrivi.
Serliga kann nevnast
Via Dolorosa og Breath
Of Heaven.
Linda Andrews kann
upplivast live á Summar
festivalinum
hóskvøldið
tann 7. juli kl. 21.00 við
einum sera kendum bólki,
har hon m.a. hevur tann
fantastiska og sera kenda
danska basspælaran Lars
Danielsson afturat sær!
Fløgan
fæst
kring
landið. Eisini ber til at
keypa fløguna á internetin
um: á heimasíðuni hjá
GJAMMA www.gjamma.
com, sum sendir ókeypis
kring alt landið.
Linda Andrews
gevur út nýggja
fløgu