Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 • 25. juli 2008 Vikuskifti 9 Eingin ólavsøka uttan eina rúgvu av tónleiki. Skráin fyri tónleikatiltøkini er í ár sera fjølroytt og yvirhøvir sera áhugaverd Nógvur tónleikur verður at hoyra hesa ólavsøkuna. Umframt tey vællýstu tiltøkini so sum ólavsøkukonsertin, Undirbeat og konsertirnar á Reinsaríðinum og á Tórspalli, eru eisini nógvar aðrar konsertir til tey, ið hava hug at leggja oyra til góðar tónar. Í Vesturkirkjuni verður ókeypis konsert við norska kórinum Fjelljom og føroyska kórinum Skýrák. Henda konsertin verður sunnudagin 27. juli. Ólavsøkuaftan verður fyrsta sýning av tónleikasjónleikinum Ævintýraferðin í Kommunuskúlanum. Somuleiðis verður sama dag ein stutt konsert og felagssangur við Fjelljom og Hans Iversen í Tilhaldinum. Um hetta ikki er nóg mikið, so verður forvitnislig konsert í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum við ongum minni enn nýggja føroyska gentubólkinum, Faroe Five. Hetta tiltakið byrjar klokkan 20.00. Ólavsøkudag 29. juli framførir ólavsøkukórið aftaná gudstænastuna, og seinni er konsert við Havnar Hornorkestur í Tinghúsgarðinum. Felagssangurin á Vaglinum verður sum vant á miðnátt ólavsøkudag. Mikudagin og hósdagin 29. – og 30. juli verða leikbrot, tónleikur, dansur og annað á Tjóðpalli Føroya á Meiarínum. Rógvi Nybo Úrvalsskrá á Reinsarínum á ólavsøku Tónleikastøðið verður av álvara sett í hásæti, tá skipað verður fyri konsertum í Reinsa­ rínum um ólavsøkuna. Hetta er fyrstu ferð, at konsertir vera í Reinsarínum á ólavsøku Í ár verður aftur gingið nýggjar leiðir á ólavsøku. Hesuferð verða konsertir í Reinsarínum, sum býráðið hevur keypt og umvælt. Á skránni í Reinsarínum eru forvitnislig nøvn, so sum Páll Finnur Páll, Bet You Are William, Hanus G. Johansen og Budam. Hesir eru allir millum fremstu tónleikarar í landinum, og verður talan um eina sera fjølbroytta tónleikauppliving. Dygdini í hesum bólkunum er eingin ivi um. Tað, sum kanska er serliga áhugavert við hesum konsertunum er, at Páll Finnur Páll ikki hava verið á palli í rættiliga langa tíð, og tískil verður hetta ein frálíkur møguleiki hjá teimum, ið vilja enduruppliva teir, ella bara vilja uppliva teir. Bet You Are Willam er millum nýggju nøvnini á tónleika­ pallinum, og verður eisini á pallinum í Reinsarínum. Hann spældi á G! Mini, kemur at spæla nú, og er umbiðin bæði til Summarfestivalin og Fjarðafestivalin. Hetta er bert vitni um dygdina í hansara tónleiki. Afturat honum kemur Budam, ið eisini spældi á G! Mini, og har átti hann eina av teimum bestu framførslunum yvirhøvir. At enda verður eisini Hanus G. Johansen, sum fyri kortum endurútgav “Gaman & Álvara” við sangum eftir Poul F. á fløgu. Talan er sostatt um eina úrvalsskrá fyri Reinsaríið í ár, har dygdin á tónleikinum og í undirhaldinum hevur verið sett í hásæti. Rógvi Nybo Á ólavsøku verður listin altíð sett í hásæti, og hesa ólavsøkuna verður einki øðrvísi. Eisini í ár verða nógvar áhugaverdar listaframsýningar at fara til Tjóðarhøgtíð føroyinga er ein tíð, har nýggjari og eldri føroysk mentan og gamlir siðir verða dyrkaði. Listin er ein týðandi partur av okkara mentan, og tí er listin eisini ein týðandi partur av ólavsøkuni. Aftur í ár verða nógvar áhugaverdar listaframsýningar av ymiskum slag, og tey, ið veruliga vilja dyrka listina, hava møguleika fyri at fáa sín tørv nøktaðan og væl meira. Í Müllers pakkhúsi verður árliga málninga­ framsýningin við kafé, ið Lions Club skipar fyri. Á Føroya Fornminnissavni verður ein sera áhugaverd framsýning við føroyska búnanum við heitinum »Frá gerandisklæðum til føroyska búnan«. Listasavnið skipar aftur í ár fyri árligu ólavsøkuframsýningini, og Smiðjan í Lítluvík hevur framsýning við eldri Havnarmyndum. Í kjallaranum á Tilhaldinum verður listaframsýning við Hergerð Joensen, og í Art Galleri Listaglugganum verður framsýning við hópin av fremstu listamonnum føroyinga. Harafturat hevur Føroya Sjósavn eisini opið um ólavsøkuna, og tá fáa tey, ið ikki hava verið har áður, møguleikan fyri at vitja savnið. Í Miðlahúsinum verður, fyri triðja árið á rað, opið hús. Fríggjadagin og leygardagin verður opið frá klokkan 15 til 20 við framsýning skemtiligu tekningunum hjá Óla P í farna árinum og góðum tónleiki frá Yggdrasil, Kára Sverrison og SIC. Sunnudagin er eisini opið frá 15 til 20, og tá verður forkunnug frumframsýning av filminum »Føroyskar søgur«. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag verða eisini góðir tónar at hoyra, tá Stanley Samuelsen, Spælimennirnir, Lena Andersen og Hanus G. Johansen spæla. Rógvi Nybo Tónleikurin á ólavsøku Mentanin í hásæti