Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 142 - 25. juli 2008 Tað dugir ikki at skerja fiskidagarnar nøkur fá prosent, tí tað byggir ikki stovnarnar uppaftur. Tí mugu munandi størri stig takast hesaferð, sigur reiðarin Anfinn Olsen, sum mælir til munandi færri fiskidagar, fleiri frið­ ingar og upphøgg­ ingarstuðul Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo – Støðan er vánalig, og verða ikki munagóð stig tik­ in, fer støðan hjá stovnunum at versna uppaftur meiri, samstundis sum okkara fiskimenn rýma av landi­ num, tí har fáa teir meiri burturúr. Tað sigur Anfinn Olsen á Toftum. Hann er reiðari á uppisjóvarskipunum Fagra­ bergi og Høgabergi, trolara­ num Akrabergi og línuskipi­ num Stapanum og hevur í mong ár fylgt við fiskivinn­ uni. Nú bíðar hann eftir, hvat politikararnir fara at gera fyri at verja fiskastovn­ arnar, og sjálvur er hann ikki í iva um, hvat hann hevði mælt Løgtinginum til at gera, um hann sat í stóli­ num hjá Torbirni Jacobsen: ­ Vit fáa ov lítið fyri hvønn húk og fyri hvønn troltíma, og vit noyðast at skera, so tað munar, um tað skal fáa ankra ávirkan, sigur Anfinn Olsen. Fleiri hættir Anfinn Olsen heldur ikki, at tað er nóg mikið at skerja fiskidagarnar, og tí er tað neyðugt at sameina fleiri tiltøk fyri at fáa nakað munagott burturúr, sigur hann. - Men hvat er títt upp- skot? ­ Eg hevði mælt til at taka stigið í trimum. Í fyrsta lagi eiga vit at skerja fiskidagar­ nar við einum tvísifraðum prosenttali, harafturat eiga vit at friða uppvakstrarleiðir hjá toski og hýsu, og í triðja lagi eiga politikararnir at játta pengar til upphøgg­ ingarstuðul fyri at keypa nøkur veiðiloyvi innaftur, sigur Anfinn Olsen. Menn rýma Partar av fiskiflotanum hava leingi havt ilt við at fáa fólk, og hetta er ein dagligur trupulleiki hjá fleiri skipum. Orsøkin er, at menn støðast ikki umborð á skipunum, tí teir fáa ov lítið burturúr, og fleiri teirra velja at fara av landinum at sigla við útlendskum skip­ um, har teir fáa væl meiri burturúr. Anfinn Olsen sigur, at skal fiskiflotin tillaga seg tær veksandi oljuútreiðslur­ nar, er tað neyðugt at fáa meiri burtur úr hvørjum húki og hvørjum troltíma, fyri at fáa fyri meirút­ reiðslurnar, og fyri at mann­ ingin skal fáa eina nøkun­ lunda hýru. ­ Men fyritreytin fyri øll­ um er, at politikararnir taka stig, sum muna. Mugu skerja so tað munar Klokkan 10 fyrrapartin í morgin, leygardagin, fara fólk í áhugafelagnum Gjó­ manni at umvæla eitt av teimum gomlu gróthúsu­ num í bygdini. Hesaferð er tað tað sokallaða Ólastovu­ gróthúsið heili í Lágunum, sum skal umvælast. Felagið Gjómaður varð stovnað í fjør, og síðani hevur felagið laðað tvær av teimum gomlu kráunum og eitt gróthús. Harafturat hev­ ur felagið savnað nógvar gamlar myndir og ljóðupp­ tøkur við gjáarfólki. Ætlan­ in er at hava eina mynda­ framsýning á páskum næsta ár. – Vinnan hevur forstáilsi fyri, at fiskidagarnir verða skerdir, men tað skal gerast við skili, sigur Jóhan Páll Joensen, útgerðarmaður, sum eisini heldur, at upphøggingarstuðul kann vera ein gongd leið Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tølini á borðinum hjá Jóhan Páll Joensen í Klaks­ vík vísa, at skipni fáa alt ov lítið burturúr. Harafturat er tað ein dagligur trupul­ leiki at fáa fólk umborð á skipini. Tí tekur hann und­ ir við teimum, sum siga, at okkurt má gerast. ­ Tað er eingin ivi um, at ein niðurskurður skal til nú. Eg haldi, at tað er rætt at skerja fiskidagarnar, men tó ikki við 50 prosent­ um, sum hevur verið frammi. Tað má gerast við skili., tí verða fiskidagarnir skerdir 50 prosent, fær tað álvarssamar avleiðingar fyri fleiri feløg og tey, sum hava gjørt íløgurnar, sigur hann. ­ Hinvegin haldi eg, at vinnan hevur forstáilsi fyri, at dagarnir verða skerdir, sigur Jóhann Páll Joensen. Verja og stuðul Hann heldur, at vit eiga at leggja størri dent á at verja smáfiskin, og tá hugsar hann um bæði tosk, hýsu og upsa. Tí heldur hann, at politikararnir eiga at friða leiðir, so smáfiskurin verð­ ur vardur. Aðrastaðni her á síðuni mælir Anfinn Olsen tí almenna til at lata upphøgg­ ingarstuðul fyri at fáa veiðiloyvi úr flotanum. Jóhan Páll Joensen sigur, at upphøggingarstuðul er avgjørt eitt amboð, sum politikararnir eiga at umhugsa. Gjáarfólk umvæla gamalt gróthús Anfinn Olsen: -Munandi færri fiskidagar, fleiri friðingar og upphøggingarstuðul skulu til Nú skal skerjing til Jóhan Páll Joensen heldur, at vinnan hevur forstáilsi fyri skerjingum nú Útlendingar keypa donsk partabrøv Útlendskir íleggjarar eiga nú triðingin av teimum fyritøkunum, sum eru skrásettar á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn. Gongdin hevur verið tann, at danskir íleggjarar og íløgugrunnar eiga støðugt minni part av teimum donsku feløgunum, sum eru skrásett, og at útlendskir íleggjarar standa fyri einum støðugt størri parti, skrivar Børsen. Úrslitið er, at í dag eiga útlendingar 32,5 prosent av teimum skrásettu partabrøvunum.