Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 142 • 25. juli 2008 Nógv áhugavert verður at síggja á nýggjasta pallinum í Havnini, Tórspalli, um ólavsøkuna. Millum annað verður góður tónleikur, undir­ hald til børnini og dansur Í ár ætla fyrireikararnir av ólavsøkuni veruliga at fáa lív í Miðbýin aftur. Pallurin á Vaglinum eitur Tórspallur, og er hann ein liður í hesi ætlan. Hesin pallur kemur at hýsa góðum undirhaldi fyri bæði stór og smá, og afturat tí verður tað ókeypis at njóta hesar framførslurnar. Fyri tey smærri fara millum annað Angela og Hannibal at undirhalda við góðum skemti. Afturat tí fer Meyla at undirhalda við Lort í Býin. Um tikið verður í tónleikin, so er eisini nógv áhugavert á skránni. Ólavsøkuaftan verða tað millum annað Cantabile, Uni Arge, Express, The Story Ends og at enda Terji og Eyðun, ið standa fyri tónleikinum. Ólavsøkudag verður fløguaktuelli Jens Marni Hansen at hoyra á Tórspalli, og eftir hann kemur nýkomarin á føroyska tónleikapallinum Bet you are William at borðreiða við góðum og nýggjum tónleiki. Afturat øllum hesum verða eisini áhugaverdar dansiframførslur við Vígdis Hentze Olsen og Gunn Joensen. Sostatt kemur Tórspallur at seta ein heilt øðrvísi dám á í Miðbýnum, og gevur øllum teimum, sum hava hug at síggja gott undirhald, ein frálíkan møguleika fyri at steðga á eina løtu og njóta ólavsøkuna uttan at gjaldast skal fyri tað. Rógvi Nybo Tak børnini við á ólavsøku Lagt til rættis: Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Á ólavsøku verður sjálvsagt eisini nógv tiltøk til alla familjuna. Áhugaverd tiltøk eru ymsastaðni í býnum, og tey, ið vilja hava eina uppliving sum ein heil familja, hava hópin av møguleikum Tað verður skipað fyri nógvum tiltøkum til familjur við smábørnum á ólavsøku í ár. Ponnyríðing og ríðikapping verður og eisini ber til hjá familjuni at fara til modellframsýning av radiostýrdum bátum og flogførum uttan fyri svimjihøllina í Gundadali allir dagarnar. Um foreldur vilja hava eina fríløtu, verður Ævintýraferð, har børnini sleppa at vera við í sjálvum leikinum, ið verður framførdur fyri teimum í kommunuskúlagarðinum. Tórshavnar ítróttarfelag skipar fyri hoppilandi í nonnuskúlagarðinum, og somuleiðis verður hetta eisini í Kommunuskúlagarðinum. 27.juli verður fýrverkarí av eystara mola á miðnátt. Er familjan áhugað í akvariufiskum, ber til at fara til framsýning hjá Føroya Akvariufelag, har akvariufiskar, terrariudjór og fiskibrunnar verða sýnd fram. Ólavsøka er barnakær, og næstan ómøguligt er hjá børnum at keða seg komandi dagarnar. Bjørk Olsen Fjølbroytt skrá fyri Tórspall