Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 142 - 25. juli 2008 Hetta vikiskiftið skip­ ar felagið Føroysk Ross fyri føroyskum djóradøgum Undir Miðhorni í Havnar­ dali DjóraDaGar Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Í vikuskiftinum upp undir ólavsøku skipar Felagið Før­ oysk Ross fyri áhugaverdum djóradøgum Undir Miðhor­ ni í Havnardali. Har verður møguleiki at síggja føroyska rossið, føroyskar gæs og før­ oyskar dunnur. Hartil fara tey eisini at sýna fram nakað av søguni um føroyska rossið og um reiðskapin, ið tey nýttu í gamlari tíð. Umframt at sýna fram føroyska rossið, verður eisini møguleiki fyri teymaríðing á rossinum, og er hesin parturin av familju­ tiltakinum kanska meira rættað til børnini. Vilja vekja áhuga Endamálið við at skipa fyri djóradøgunum Undir Mið­ horni í Havnardali er at roy­ na at vekja áhugan hjá fól­ ki fyri tí føroyska rossi­ num. ­ Í dag eru bert 46 føroysk ross eftir, og fleiri av teim­ um eru øgiliga gomul. Het­ ta tiltakið, ætla vit, skal vir­ ka sum ískoyti til tað arbeið­ ið, vit annars gera fyri at bjarga føroyska rossinum, greiðir Anna Louisa Joen­ sen, fyriskipari, frá. Undirtøkan millum man­ na er sum heild sera lítil fyri at bjarga tí føroyska rossinum, og tískil royna tey nú at vekja áhugan hjá fólki fyri hesum serliga rossaslagi. Og fyri at gera eitt hugnaligt og stuttligt familjutiltak, hevur Andrias Reinert bjóða seg til at sýna fram tær føroyksu gæsnar og dunnurnar, ið hann eigur. Og harafturat fáa børnini eisini møguleikan fyri at ríða á rossinum, tó í teymi. Fólk kunnu koma til til­ takið nú í vikuskiftinum, leygardagin og sunnudagin frá klokkan 14.00 til klokk­ an 18.00. ­ Um fólk vilja vita meira um føroyska rossið ella um Felagið Føroysk Ross, eru tey vælkomin at vitja heima­ síðu okkara, www.rossid. com, sum tvær tvær ungar gentur í felagnum hava gjørt, sigur Anna Louisa Joensen at enda. Føroyskir djóradagar í Havnardali Nú er kappsiglingin Tall Ships’ Race farin í gongd, og Westward Ho hevur siglt í eitt døgn. Veðrið er gott, og skiparin letur væl at higartil KappsiGlinG Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nú kappsiglingin Tall Ship’s Race er eitt døgn gomul, er Westward Ho stødd við norðurendan á Isle of Skye, ið liggur vestanfyri Skotland. Um siglingina sigur Egil Simon­ sen, skipari, at tað gongur tann rætta vegin. Í gjár lógu tey mestsum still allan dag­ in, orsakað av ov góðum veðri. ­ Í allan gjár var blikalogn og sólskin. Her er ótrúliga vakurt veður fyri tíðina, men av tí sama gongur tað sera seint við sjálvari sigl­ ingini. Í løtuni er eitt lítið lot eystaneftir, so nú sigla vit aftur. Í nátt var frískur vindur, og tá gekk væl, men í morgun stilti hann av aft­ ur. Í morgun lógu 14 skip tætt við hjá Westward Ho, og um samlaðu støðuna í kappsiglingini sigur Egil Simonsen, at tey liggja í aftara endanum. Men hann leggur samstundis afturat, at talan er líka nógv um ein stuttleikatúr sum seriøsa kappsigling. Tey ungu klára seg væl Umborð á Westward Ho eru, umframt manningina á fimm mans, eisini sjey gent­ ur og tríggir dreingir í aldri­ num 16 til 19 ár. Og skiparin letur væl at ungu manning­ ini. ­ Higartil hava tey klára seg heilt væl. Tey trívast væl umborð, og eru sera røsk at hjálpa til og arbeiða. Eingin av teimum hevur sjó­ verk enn, men tað hevur kanska eisini nakað við góða veðrið at gera. Tá vit koma norður um Skotland verður nokk nakað av aldu, og so mugu vit tá fáa at sígg­ ja, hvussu tað verður við tí. Higartil hava eingir trupul­ leikar verið, samanhaldið og lagið er sera gott umborð. Veðrið í morgin verður heldur keðiligt siglingarveð­ ur. Sagt verður frá eystligum vindi, og tað merkir at tey hava av mótvindi. Men tey fáa siglt hóast alt, og tey vænta at tað gongur eina leið í morgin. Sagt verður frá vindi á umleið tríggjar til fimm metur um sekundið. So væntandi gongur tað framvegis spakuliga framá í morgin. Eru byrjað at sigla Kappsiglingin er byrjað, og í løtuni er Westward Ho skamt norðanfyri Isle of Skye Áhugaverdir djóradagar við føroyskum djórum verða í Havnardali um vikuskiftið Arbeiða við sjóvarfalsorku Felagið Føroya Nýorka er samstarvar við Lunar Energy, SEV, Jarðfeingi og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum um eina verkætlan við sjóvarfalsorku. ­ Talan er um fyrireikingar at seta eina 100KW turbinu upp í útvaldum stað t.d. Vestmannasundi ella Leirvíksfirði, sigur Kári Thomsen, formaður í Føoya Nýorku. Hann greiðir frá, at verkætlanin er fyriskipað av Føroya Nýorku í samstarvi við Lunar Energy, SEV, Jarðfeingi og Náttúruvísindadeildina á Fróskaparsetrinum. ­ Útlendskar fyritøkur og stovnar eru Ålborg Universitet, Niva frá Noreg, ið skal standa fyri umhvørvisárinskanningum og Volda lærustovnur í Noreg, ið skal standa fyri sosio­ búskaparligari frágreiðing. Roknað verður við at vit fáa fyrstu turbinuna upp innan tvey ár, sigur Kári Thomsen, formaður í felagnum Føroysk Nýorka. Fólkafloksungdómur farin í valstríð Fólkafloksungdómur almannakunnger nú, at ungmannafelagið stillar trý valevni upp til komandi býráðsval í Havn. Huxa, ið er navnið á felagnum hjá fólkafloksungdóminum, byrjar í dag valstríðið til býráðsvalið í Havn, sum verður í heyst. Valevnislistin hjá Havnar Framburðsfelag er ikki klárur enn, men felagið hevur valt at geva HUXA trý pláss á sínum lista. Tey trý valevnini eru: 18 ára gamla Birgith Lassen, 22 ára gamli Rói Poulsen og 21 ára gamli Beinir Midjord. Rói Poulsen arbeiðir í privatu vinnuni, Beinir Midjord er bankalærlingur og Birgith Lassen miðnámsskúlanæmingur.