Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 • 25. juli 2008 Vikuskifti 7 Á knæ framman fyri operahúsinum í Sidney Fyri fýra árum síðani varð fast millum kollafjarðar­ damuna Petru E. Hansen og Morten Hust Petersen úr Middelfart á gongugøtuni í Havn sjálva ólavsøkunátt. Tann 28. mai 2006 tók Morten dik á seg uttan fyri operahúsið í Sidney og bað um hondina hjá Petru. Nú tey eru flutt saman í Kvívík, hava tey valt at gifta seg í kirkjuni har leygardagin 26. juli. Aftaná verður veitsla fyri 65 gestum á Hotel Føroyum, har tríggir rættir verða á skránni, saman við drekkandi av øllum slag. Eisini sova tey á hotellinum hesa fyrstu náttina í heilagum hjúnalagi. Tey bæði vilja helst ikki avdúka, hvørjum klæðum tey verða í, annað enn, at tey ávikavist eru keypt í Danmark og leigað frá Brúðarlín. Til veitsluna spælir Ragnar Nesstein blandaðan dansitónleik, og afturvið felagssanginum og undir brúðarvalsinum verða gittarspæl og harmonikutónar. At tey valdu at giftast júst nú um ólavsøkutíð komst einamest av, at tá hava fólk frí, og so vænta tey eisini 23 gestir úr Danmark. Tá tíðin nærkast Dagin fyri brúdleypið er best, um tit eru so gott sum liðug við allar fyri­ reikingarnar. Tá er tíð til at gera brúðarklæðini klár, fáa neglirnar gjørdar, at venja røðuna og annars at hvíla tykkum. Tit mugu ikki sova saman náttina fyri, tí tað merkir óeydnu um brúðgómurin sær brúðrina áðrenn brúdleypið. Á sjálvum degnum kunnu tit eta ein góðan morgunmat. Maðurin heintar blómurnar til borðini, kirkjuna umframt brúðarbukettina og bringuprýðið. Brúðurin fer til frisør og verður smurd, og annars skulu tit bara gleða tykkum til stóru løtuna. Aftaná brúdleypið er tað góður siður at gestir og brúðarpør senda hvørjum øðrum takkarkort. Brúðarkøkan skal vera ásett áðrenn midnátt. Brúðgómurin eigur at skera fyrsta bitan, sum hann gevur brúðrini. Brúðarferð kl. 5 um morgunin Tann 29. apríl í ár legði ein maður seg á knæ framman fyri sofuni har unnustan lá sjúk. Við blómutyssi og ringi í hond, og knøunum á einari pútu við tveimum broderaðum ringum á – ein til høgra knæ og ein til vinstra, bar hann fram bønarorð. Unnustan var skjót og svaraði ja og 2. august játta tey bæði, Guðrið Joensen og Janus Rustin Olsen, kærleikan sínamillum fyri Gudi og monnum í Vesturkirkjuni í Havn. Nú hon er 39 og hann er 38 hildu tey tað vera uppá tíðina at formalisera parlagið, áðrenn árini gjørdust heili fýrati. Guðrið fer í ráhvítan brúðarkjóla frá Brúðarlín og hann fer í myrkan klædning og vest. Veitsla fyri 130 fólkum verður í hølunum hjá Argja Róðrarfelag, har Inga Torbjørnsdóttir borðreiðir við trimum rættum, øli, víni og sodavatn. Til borðhaldið verða harmonika og gittarur, og til dansin undirhalda Sølva Ford og Jóannes Jakobsen. Meðan gestirnir enn svinga á beinini á dansigólvinum, veittrar brúðarparið farvæl kl. 5 á morgni, tá ið leiðin gongur til Rhodos, har tey fara at hugna sær í eina viku. Guðrið, sum eigur ein 16 ára gamlan son, hevur gingið saman við Janusi í 12 ár. Tey lærdu hvønn annan at kenna gjøgnum eina vinkonu á jóansøku og komu saman á ólavsøku sama summar. Giftast aftaná 13 ár saman 26. juli spæla klaksvíkingar upp til dans fyri 160 gestum í bygdarhúsinum í Hósvík. Rubin, sum er kokkur í Merlot stendur fyri teimum trimum rættunum og afturvið verða vín, sodavatn og vatn. Eisini undirheldur harmonikan til borðhaldið, har sangurin helst fer at runga um alla bygdina. Beint áðrenn hava tey bæði, Ingi Zachariassen (37) og Raidunn Andreasen (28), Streymnes, longu givið hvørjum øðrum síni ja’orð í Tjørnuvíkar Kirkju, har tey spákaðu upp eftir kirkjugólvinum í hvítum kjóla og myrkum klædningi við trimum fittum brúðardreingjum í hølunum. Ingi og Raidun, sum búgva í Streymnesi og hava gingið saman í heili 13 ár, lærdu hvønn annan at kenna gjøgnum vinfólk. Tey hugsaðu, at nú tey hava hús og eru foreldur at trimum smáum dreingjum, er tíðin búgvin til eitt vakurt summarbrúdleyp, sum tey altíð hava ynskt sær. Aftaná gongur leiðin til Danmarkar á brúðarferð. Verða eisini gift í Korea Fyri 10 mánaðum síðani fall 23 ára gamla Annika Kunoy Høgnadóttir úr Klaksvík fyri Wonik, sum hon gongur á universiteti saman við yviri í USA. At 22 ára gamli Wonik Im er úr Korea ger, at tað verður eitt brúdleyp við altjóða dámi, sum teir umleið 100 gestirnir fara at uppliva í Betesda í Klaksvík hin 2. august. Men hetta er bert fyrra brúdleyp teirra, tí aftaná fara tey líka til Korea, har foreldur hansara eisini halda brúdleyp fyri Anniku og Wonik, soleiðis sum siður er har. Í januar skrivaði Wonik til foreldur Anniku og bað um hond hennara. 9. februar fóru tey í ein smúkkuhandil, har hann keypti ein ring. Síðani bað hann hana koma við ein gongutúr. Við ein bonk fór hann niður á knæ og bað um hjartað hennara. Soleiðis bar tað til, at veitsla nú verður á Sjómansheiminum í Klaksvík, har tey bæði eisini gista brúðarnáttina. Á matarskránni verða tríggjar rættir, vatn og cider, umframt eitt køkuborð, sum vinir og familja baka til. Annika og Wonik hava keypt sær brúðarstásið í USA – hon fer í ráhvítan kjóla og svartar skógvar, og hann í myrkan klædning, hvítan vest og gylt slips. Eisini hava tey keypt tríggjar vakrar gentukjólar til blómugenturnar. Undir vígsluni fer Nikolina Rubeksen at syngja ein serligan sang fyri teimum, og eisini er ætlanin at syngja ein ella tveir felagssangir, har Torkil Mørkøre spælir klaver undir. Blómur: Liljur Litir: Hvítt, rosa og svart Blómur og litir: Ymsar blómur í lime og grønum Blómur: Rósir Litir: Bordeaux og krem Blómur: Rósur Litir: Ráhvítt og reytt