fríggjadagur 25. juli 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 142 - 25. juli 2008
List
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fyri 10 árum síðani, ella
helst eitt sindur meira, fór
Eivindur í Gongini til India,
og hann hevur so at siga ver
ið har síðani. Kendi havna
maðurin fór avstað, og helt
til hjá eini familju, men
maðurin í húsinum doyði,
og mátti Eivindur, sum sið
ur er har, taka sessin sum
forsyrgjarin i húsinum. Júst
hendan støðan lá ikki í kort
unum, men Eivindur valdi
at vera trúgvur mótvegis
teimum, ið hann hevði havt
tað gott hjá, og var komin
at kenna væl.
Í dag er elsti sonurin í
húsinum giftur, og Eivndur
hevur tískil ikki longur
pláss sum hægsti myndug
leiki í familjuni, og er loyst
ur frá hesi ábyrgd.
Hippie strondin
Tískil hevur Eivindur í dag
bygt sær eini hús tætt við
Baga strondina í Goa í
India. Økið gjørdist kent í
sekstiárunum, tá fólk frá
hippiementanini
leitaðu
hagar, og settust niður har
og settu dam á økið.
Nakað av hesum livir
enn, men í dag er tó meira
talan um skapandi fólk, ið
búleikast har, greiður Eiv
indur frá, meðan vit práta í
Stephanssons
Húsi,
har
Eivindur stríðist við at fáa
framsýningina upp at hanga
innan ferniseringina í dag,
fríggjadag.
Eivindur hevur bygt sær
eini hús í frumskóginum
við strondina, og hevur einu
siðuna opna, so hann sær út
í skógin.
Eivindur
hevur
vitjað
heima á nærum hvørjum
summri og havt listafram
sýningar í Føroyum.
Tá eg einaferð kom aftur
til húsini í Goa var alt til
grógvið, so eg mátti fáa mær
nakrar mans, ið kundu
høgga veg ígjøgnum frum
skógin. Men nú havi eg
fingið fatur á økinum framm
anfyri húsini, og fingið gjørt
eina hóskandi gøtu til húsini,
greiður Eivindur frá, og
vísur á telefonini myndir av
stovuni,
ið
bert
kann
samanberast við filmar, ið
hava støðið í indiafarum fyri
eini fimmti árum síðani, har
teir sótu á opnum terassum
við villu náttúrini beint uttan
fyri, meðan ymsir lutir, so
sum stólar og borð og
kanska eitt útvarpstól ella
líkandi, bóru boð um, at her
var talan um vesturlending,
ið
hevði
skapað
sær
umstøður í frumskóginum.
Listaskuli
Eivindur hevur fyri langari
tíð síðani tikið indiskan
hugsunnarhátt og livihátt til
sín. Hann hevur listaskúla í
heimi sínum, sum er í trim
um hæddum, og manna
gongdin er, at ein leggur
pening í eina krukku ella
ein kassa við hurðina, tá ein
er liðugur við eitt skeið, um
ein heldur at ein eigur at
gjalda og hevur fingið
nakað burtúr.
Tí pening tosar ein ikki
um, sigur Eivindur.
Føroyingar hava eisini
verið og vitjað Eivind og
listaskúlan,
t.d.
hava
Rannvá Mortensen og Jóan
es Nielsen verið og vitjað,
har hon gjørdi myndir, og
hann skrivaði.
Frá Skitsu til lørift
Men tað var als iki alt tað
indiska, ella myndirnar úr
Inda á fartelefonini, ið talan
skuldi vera um her.
Eivindur hevur aftur í ár
framsýning á ólavsøku í
mong ár á rað, og í ár eru
Stephanssons Hús á Konga
brúnni karmur um sýning
ina.
Myndevnini og myndirnar
eru øðrvísi í ár, og ein menn
ing er farin fram, tað er
eysæð.
Eivindur greiður frá, at
hann einaferð í tíðini var á
skeiði hjá Jónu Rasmussen,
og hann hevur fingist við
grafikk
síðani,og
hevur
roynt allar mannagongdir.
Nú er Eivindur farin í
holt við tað, ið hann kallar
Art Print. Hann teknar
koltekningar,
scannar
á
teldu, prentar út, veksur
myndirnar, leggur meira á
við koli og litkriti, og
soleiðis
heldur
gongdin
fram.
Og fram koma myndir, ið
hava fleiri søgur, men sum
so ella so eru ein ringrás,
ein søga.
Men tað stuttliga við
íblástrinum er, at íblásturin
kemur frá serligum slagi av
trøum, ið eru í India, ið
hava nógvar greinar, ið hava
ymisk snið. Hesin vavstur
av greinum sæst aftur í
myndunum, men nú sum
menniskju, lutir og landslag
og gerandislív.
Tað er gerandislív í India
kring Eivind, ið hevur hug
tikið, men greinar og nátt
úra er eisini partur av mynd
unum, og Eivindur dugur
væl eit greiða frá myndun
um, so ein sleppur væl inn í
tann hugaheim, sum hvør
einstøk mynd í veruleikanum
er, eftir at hava verið ígjøg
num skapandi menningina
við koli, kriti og teldu.
Og heitið á framsýningini
í ár, Frá Skitsu til Lørift, er
sera hóskandi, og døkku kol
litirnir, við farra av litkriti
ímillum, hóska væl í hvítt
kálkaða
kjallaranum
á
Kongabrúnni, eins og hvítt
klæddi listamaðurin sjálvur.
Framsýningin hjá Eivindi
er opin frá fríggjadegi
klokkan, tá fernisering er
klokkan 15:00. Opið er
allar dagar í Stephanssons
Húsi frá klokkan 14:00 og
framsýningin hongur uppi
til tann 3.august.
Berføttur
havnamaður úr
India sýnir fram
Heitið á framsýningini í ár, Frá Skitsu til Lørift, er sera hóskandi, og døkku kollitirnir, við farra
av litkriti ímillum, hóska væl í hvíttkálkaða kjallaranum á Kongabrúnni, eins og hvíttklæddi
listamaðurin sjálvur (Mynd; Dagfinn Olsen)
Futt pallurin klárur
Hósdagin stríddust menn við at fáa pallin í Tórsgøtu
kláran og í dag sást pallurin og ljóðútgerð standa í
Tórsgøtu í Havn. Eisini hoydist fríggjadag fyrrapart, at
ljóð er ígjøgnum, tí byrjað var fyrrapartin við
ljóðroyndum. Futt skipar í kvøld fyri Futt í Býin, og nógv
kend føroysk nøvn fara á pall, og har er nakað fyri tey
flestu, bæði yngri og eldri lurtarar.
”
- Tá eg einaferð kom aftur til húsini í
Goa var alt tilgrógvið, so eg mátti fáa
mær nakrar mans, ið kundu høgga veg
ígjøgnum frumskógin. Men nú havi
eg fingið fatur á økinum frammanfyri
húsini, og fingið gjørt eina hóskandi gøtu
til húsini
Í Stephanssons Húsi á Kongabrúnni í Havn stákast ein maður við at
hongja myndir upp hósdag seinnapart. Hann er lættklæddur í hvít,
leys klæði, er berføttur, og gránaða hárið er tætt klipt. Listamaðurin og
havnamaðurin Eivindur í Gongini hevur í nøkur verið í India og um
ólavsøkuna sýnir hann myndir fram, ið hava íblástur haðani