Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 • 25. juli 2008 Vikuskifti 6 Brúðarferðin er loynilig fyri brúðgóminum Brúðarfylgi fer eisini um Skopunarfjør um Ólavsøkuna. Leygardagin 26. juli giftast Elisabeth M. Johannesen og Hans Magni Danielsen í Sands Kirkju. Aftaná verður veitsla í Eydnuni á Oyrarbakka fyri 240 gestum. Tey bæði hava gingið saman í seks ár, búgva í Norðskála og eiga tvey smá børn, sum verða brúðarbørn hendan stóra dagin. Til matna í Eydnuni verða fýra rættir, sum Kristvin Jacobsen frá Føroya Tele hevur ábyrgdina av. Afturvið verður vín og sodavatn og seinni verður barr. Kendu tónleikararnir Kim Hansen, James, Pauli og Jens Marni spæla til dansin. 30 ára gamla Elisabeth hevur keypt sær ein hvítan brúðarkjóla niðri, og 40 ára gamli Hans Magni fer í føroysk klæði. Tað var eisini í Danmark, at tey funnu hvønn annan á sinni. 15. september í fjør, á 30 ára føðingardegnum hjá Elisabeth bjóðaði Hans Magni henni ein góðan bita á Gourmet. Aftaná fór hann so á knæ og bað um hond hennara. Elisabeth hevur fyrireikað eina brúdleypsferð uttanlands fyri alla familjuna – men Hans Magni veit ikki, hvagar leiðin gongur, tí tað skal vera eitt yvirraskilsi, sigur hon. Í ráhvítum føroysk­ um kvinnubúna Á Spógvavegi 51 seta tey nøsina upp til góðveður leygardagin 26, tí tá verða tey bæði Liljan Weihe (29) og Ári Rouch (28) vígd úti í havanum. Her verður helst eisini ein hin mest forkunnugi og vakri kvinnubúnin borin í brúdleypshøvi á fyrsta sinni. Liljan Weihe hevur nevniliga fingið tær báðar Mirjam Carlsen og Ruth Hansen at gera sær ráhvít føroysk klæði til brúdleypið. Onki fyriklæði ella turriklæði verður til, men eitt blómutyssi við ljóst violettum, grønum og gyltum litum. Eisini verður Ári í føroyskum búna við hvítum vesti og hosum, har hosubond og vestamynstur eru í somu litum sum blómutyssið. Brúðarparið koyrir við einum Mercedes út í Róðrarneystið á Argjum, har 135 fólk koma í veitslu. Tað er Oddvør Skarðhama, sum hevur ábyrgdina av teimum trimum rættunum, har vín og vatn verða afturvið. Vestmannaorkestrið Brim spælir til dansin, og brúðarparið svevur á Hotel Føroyum aftaná. Liljan og Ári, sum búgva niðri og eiga ein lítlan son, valdu at giftast nú um ólavsøkuna, tí tað eru akkurát fimm ár síðani tey funnu hvønn annan á Café Natúr, har tey arbeiddu saman. Kulørtar perur í Fjalsgøtu 26. juli verður vígsla fyri 51 ára gomlu Bjørg Hanusson og 42 ára gamla Rúnálvi Poulsen í Bispagarðinum í Havn. Tað eru nú trý ár síðani, at tey komu saman undir tunnusláing í Kagganum. - Eg eri helst fyrsta og síðsta kvinnan, sum er vorðin kattakongur í Kagganum. So eg kom bæði heim við steypi og sjeiki ta náttina, sigur Bjørg flennandi. Tey bæði eiga hvør sítt barn frammanundan: Hann ein seks ára gamlan son, og hon eina 18 ára gamla dóttir, sum eisini er listakvinnan handan fínu tekningina av brúðarparinum og børnunum sum fagrir føroyskir fuglar. Bjørg og Rúnálvur seta hol á ólavsøkuna við at bjóða til opið hús heima í Fjalsgøtu, har tey hava sett tjøld upp og pyntað við littum ólavsøkuperum. Maturin verður sjálvtøkuborð, sum Hansa av Argjum stendur fyri, umframt alt gott at drekka, bæði rúsandi og órúsandi løg. Livandi tónar verða við Regini Jacobsen, Tommy og Ísak, sum spæla harmoniku, tangentar og saxofon.Brúðarparið verður í føroyskum klæðum, og aftaná brúdleypið fer øll familjan við autocampara til Danmarkar og Suðurfraklands, har tey eisini fara at sigla runt í einum húsbáti í eina viku. Hugnaligt heimabrúdleyp í Hoyvík 31 ára gamla Randi Vestergaard og 32 ára gamli Jóhann Hansen hava gingið saman í trý ár. Tey búgva saman í Hoyvík og eiga ein hálvtannað ára gamlan son. Fyrst í mai í ár fór Jóhan á knæ fyri Randi og bað fram bønarorð, sum beinanvegin gav honum játtandi svar. Hoyvíkar kirkja verður karmur um sjálva vígsluna 2. august, og aftaná verður opið hús heima hjá foreldrum hennara í Marinargøtu 19, har tey vænta einar 200 gestir. Har verður sjálvtøkuborð, sum vinir og familja hjálpa við til, og drekka við og uttan alkohol. Tey hava valt at halda brúdleypið heima, tí tey halda tað vera bæði hugnaligari og bíligari. Náttina rokna tey við at sova heima hjá sær sjálvum í Maritugøtu, sum eisini er í Hoyvík. Randi og Jóhann hava keypt brúðarklæðini frá Lilly í Danmark – hon ein hvítan kjóla og hann ein myrkan klædning við vesti – lítli sonurin fer eisini í fín brúðarklæði. Tvey sløg av brúðrum Næstan allar føroyskar brúðrar velja sær ein ráhvítan brúðarkjóla. Kritahvítt hevur ikki verið inn í fleiri ár nú. Brúðarkjólarnir hava ongar ermar í dag, og vælumtóktar eru smáar, klárar perlur í toynum. Somu perlurnar ganga aftur í hárprýðinum, sum ofta er ein lítil tiara. Brúðrarnar býta seg í tveir bólkar: Tær yngru velja sær ofta ein stóran modernaðan kjóla við víðum skjúrti, slebi, longum sløri og ongum stroppum. Tær meira tilkomnu velja heldur eina klassiska og meira eleganta loysn við smølum niðurdeili og toppi. Tilhoyr sum handskar og paraplyir eru ikki modernað longur. Annika Gaard, sum hevur átt Brúðarlín í nógv ár, sigur, at í dag eru alt fleiri brúdleyp í juli og august. Fyrr vóru tey spjødd út á alt árið, men toppaðu um jóltíðir. Kelda: Brúðarlín Gev ikki eina gávu, sum móttakarin ikki kann løna tær aftur Blómur: rósur og fresjir Litir: Ljóst violett, hvítt og gylt Blómur: Bóndarósur, orkidéir, hortensia og sev av Sandi Litir: Svart, lime, hvítt og myrkablátt Blómur: Føroyskar hagablómur Litir: Grønt og hvítt Litir: Reytt og hvítt. Blómur: Rósur