fríggjadagur 25. juli 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 142 - 25. juli 2008
Mentan og list eru tætt bundin
at Ólavsøkuni, og hátíðin er
eyðkend av eini røð av mentanar-
ligum og listaligum tiltøkum.
Ítróttin er kanska ein tann
mentanarligi táttur, sum flestir
føroyingar koma í samband
við, um vit síggja burtur frá
móðurmálinum, sum vit øll eru
felags um. Ítróttin er mennandi
fyri likam og sál og hevur stóran
týdning fyri fólkaheilsuna. Meira
enn fimtan túsund føroyingar
eru meira ella minni virknir
innan tey ítróttafeløg, sum
eru skipað í ÍSF. Týdningurin
av hesi ”fólkarørslu” kann ikki
yvirmetast.
Í eini tíggju ár hava vit hoyrt
um týdningin av virknum
mentanarpolitikki. Vit mugu
eisini viðurkenna, at skiftandi
landsstýri hava dugað væl at
orðað mál og strategiir fyri
hesum mentanarpolitikki. Vit
hava fingið nógv skilagóð
álit við bjørtum málum og
skilagóðum tilmælum, ja, so
seint sum seinasta vikuskifti varð
enn eitt tónleikaálit handað
landsstýrinum. Men vit noyðast
í øllum hesum høpi samstundis
at staðfesta, at allar tær vøkru
ætlanir kosta skattakrónur.
Tað skal ikki nógv hugflog til
samstundis at staðfesta, at
politisk og fíggjarlig vælvild
fylgir ikki øllum hesum skilagóðu
ætlanum og tilmælum. Hetta er
mikið spell, og vit kunnu bert
vóna, at vend kemur í.
Tað veri nú langt frá okkum
at nýta henda teig í seinasta
blaðnum fyri Ólavsøku til
grenja um trótandi mentanar-
peningaliga vælvild. Hinvegin
er Ólavsøkan ein stór mentanar-
hending, so tað ger væl einki, at
vit minna okkara fólkavaldu á,
at eitt minstamát av sambandi
má vera millum orð og gerðir.
Miðlahúsið ynskir, sum greitt
er frá í grein í hesi útgávu av
blaðnum, at sláa eitt slag fyri
mentanina. Vit hava saman
við tilvitandi og jaligum spon-
sorum - kommunum, Norður-
landahúsinum og privatum
fyritøkum stovnað Listavirðisløn
Miðlahúsins. Virðislønin,
sum verður uppá 50.000 kr.,
skal latast einum ella fleiri
listafólkum ella bólkum, ið hava
sýnt góðar listagávur. Vit vilja
við hesum gerast partur av
tí vaksandi bólki av privatum
vinnufyritøkum, sum stuðla
føroyska mentan og list. Hetta at
privatar fyritøkur stuðla listafólki
er gott fyri listina, tað er einki
yvir at dylja, at tað eisini er gott
fyri vinnuna, og tað er gott fyri
landið. Listin er grundleggjandi
fyri samleika og trivnað, og listin
gevur okkum gott umdømi úti
í heimi. Í altjóðagerðini møtast
ymsar mentanir. Hetta er gott
og mennandi fyri allar partar,
men hetta krevur, at okkara
listafólk fáa dyggan almennan
og privatan stuðul, so tey kunnu
fara út í heim at vísa, hvat vit
hava at bjóða og fáa avbjóðingar
og mennast. Vit eiga eitt stórt
mentanarligt tilfeingi í okkara
listafólkum, og vit eiga øll at
viðurkenna hetta og stuðla
listafólkunum.
Sosialurin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá, leygardag tó frá kl.
11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Virðing fyri mentan og list