Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 • 25. juli 2008 Vikuskifti 12 Fríðrikur kongur áttandi kemur á land í 1907. Fólk og bilar á veg niðan á Gøtueiði til fólkafund í 1930. Á veiði eftir nebbafiski við hvalastingaranum Heyki í 1949. Mótasýning við undirklæðum og frekum náttkjólum í Hotel Føroyum á Kongabrúnni í Havn í 1966. Hetta er nakað av tí forkunniga filmstilfari, ið verður at uppliva á komandi DVD-útgávuni »Før- oyskar Søgur«, sum kemur út 19. september. Men sunnudagin letur ein framsýning við tilfari úr útgávuni upp í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Fólk, ið støkka inn á gátt í Miðlahúsinum sunnudagin og alla ólavsøkuna, fáa høvi at síggja fyrstu brotini burtur »Føroyskar Søgur«, ið danska framleiðslufelagið Substanz Nordisk Film hevur framleitt í samstarvi við Eik Grunnin. Seinasta hálva árið hevur ein innsavning av gomlu filmum, ið eru upptiknir í Føroyum seinastu øldina, verði fyriskipað við hjálp frá eldhugaðum privatpersónum, felagsskapum, fjølmiðlum, søvn- um og øðrum, og filmsgull er bókstaviliga streymað niður av loftinum og út undan væðingini hjá føroyingum. – Streymurin av filmsgulli tykist ongan enda taka, staðfestir Uni L. Hansen, ið hevur samskipað »Føroyskar søgur« fyri Substanz Nordisk Film, brosandi. – Fyri einari viku síðan var eg í Føroyum í arbeiðsørindum, og tá var eg og vitjaði 77 ára gamla Jákup Andreas Arge og konu hansara Solveig á Argjum. Jákup Andreas, ið er fyrrverandi ursmiður, er ein av undangongumonnunum innan filmslist í Føroyum og telist millum størstu privatu veitararnar av filmum til »Føroyskar Søgur«. Jákup Andreas Arge, gjørdi nógv við at dokumentera bæði samtíðina og gamlar siðvenjur í 50unum og 60unum við sínum 16 mm filmsupptøkutóli. Oman á ein góðan kaffimunn frá Solveig, helt Jákup Andreas, at nú eg var í Føroyum og í holt við at savna gamlar filmar saman, skuldu vit fara framvið hjá Petur F. Christiansen, tí Jákup Andreas visti, at hann hevur filmað nógv. Jákup Andreas helt ikki, at vit skuldu ringja og boða frá at vit komu, tí so fóru 86 ára gamli Petur F. og konan bara upp at stákast, og tað var ikki endamálið við vitjanini. Nei, vit skuldu bara fara framvið, og vit so gjørdu, greiðir Uni L. Hansen frá. Funnið filmsgull Tað vísti seg, at samskiparin enn einaferð hevði rakt við filmsgull við hjálp frá 77 ára gamla Filmsgull í Miðlahúsinum – Høvuðsendamálið við verkætlanini »Føroyskar Søgur« er í síðsta enda at varðveita føroyska mentanararvin á filmi, og tað er beinleiðis orsøkin til, at Eik Grunnurin hevur valt at stuðla verkætlanini, sum danska filmsfelagið Substanz hevur staðið fyri, staðfestir Uni L. Hansen, ið hevur samskipað »Føroyskar Søgur«. Brot úr komandi DVD-útgávuni verða fyri fyrstu ferð nakrantíð víst alment fram í Miðlahúsinum á ólavsøku Føroyskar søgur Jan Müller jan@sosialurin.fo »Tað er í tøkum tíma, at »Føroyskar Søgur«- verkætlanin varð sjósett, sambært samskipararnum. Fólk eldast, og filmsfram- sýnararnir eru langtsíðan gingnir fyri, og tískil brenna nógv fólk inni við gomlu filmsrullunum, ið tey ikki ordiliga hava vitað, hvat tey skulu gera við«