fríggjadagur 25. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 25. juli 2008
13
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Einar tvær vikur síðan varð
almannakunngjørt, at árið
2007 var eitt sjáldsama
inntøkuríkt ár fyri lands
kassan. Hetta kunnu allir
føroyingar bert frøðast
yvir. Men so koma árinini
av slíkum valaári: Politik
ararnir verða meira ella
minni samdir um at gera
undirsjóvartunlar fyri 2000
miljónir yvir tey komandi
1015 árini. Eitt gott ár
gevur politikarunum
árræði til at gera íløgur,
sum faktiskt krevur eina 15
árarøð av góðum inntøku
árum. Slíkar íløgur – í
einum landi við so óstinn
um inntøkugrundarlagi
sum Føroyar hava – er so
stutt hugsað og ábyrgdar
leyst, og er hetta greiður
boðskapur um, at alt ov
nógvir politikarar vanta
politikskt skyn, førleika og
vísdóm.
Meirilutin vil hava gott
heilsuverk
Tá fólk verða spurd, hvat
tey hámeta og halda vera
týdningarmiklasti lutur í
vælferðasamfelagnum, siga
tey flestu, at heilsan hevur
størsta týdningin og sostatt
eisini heilsuverkið. Men í
politiska heiminum ræður
stór líkasæla hvat
heilsuverkið viðvíkur.
Viðlíkahald av
heilsuverkinum er ikki
nokk; tað skal menning til:
menning til starvsfólkið
(bæði persónlig menning,
skeið og tílíkt, eins og
fleiri starvsfólk), meiri
pening til neyðugan
heilivág og syrgja fyri, at
mest møgulig viðgerð fæst
í Føroyum. Hetta krevur
pening, sum kann fáast til
vega, um tað ikki verða ov
nógvir pengar tiknir úr
landskassanum til frama
fyri koyrikomfort
undirsjóvartunlar.
Løgmaður máðar støðið
undir síni egnu visjón
Visjón 2015 legði
serstakligan dent á, at
Føroyar gerast eitt
vitanarsamfelag. Hetta veit
ein og hvør krevur góðar
skúlar t.e. gott og rúmligt
umhvørvi (og ikki
barakkir), javna menning
av lærarum, dagført
frálærutilfar og nýggjar
útbúgvingar. Lítið hevur
verið gjørt á hesum øki, og
undanfarna og sitandi sam
gonga, við Jóanesi Eides
gaard sum løgmann í
báðum førum, máðar
støðið undan skúlamenn
ingini við lyfti um undir
sjóvartunlar fyri 2000
miljónum í nærmastu
framtíð. Tað er mær ein
gáta og eitt vónbrot, at so
nógvir føroyingar vilja
hava fleiri ára gomlu
vanrøktina av heilsuverki
num og skúlaverkinum at
halda á fram til frama fyri
koyrihentleikar. Skulu
okkara børn og tey sjúku
bøta fyri óneyðugar
koyrihentleikar? Hava
”tunnilspolitikararnir” og
onnur samsint samvitsku
til tað?
Trivnaður fyrst
Trivnaður fæst ikki við
vegasambandi einans. Vit
mugu fyrst av øllum syrgja
fyri, at barnafamiljur
trívast í Føroyum. Eg havi
fyrr skrivað um hvussu
óneyðugt dýrt tað er at liva
í Føroyum. Tá so eisini
barnaskúlarnir eru ov vána
ligir (serstakliga skúlar í
lítlum bygdum), hvat skal
tá gera tað trivaligt og
jaligt hjá barnafamiljum at
búseta seg í Føroyum?
Lesandi, sum koma heim,
hava longu eitt netverk av
vinum og øðrum í útheimi
num, og er tað tí lætt og
lokkandi at rýma av landi
num aftur, tá fávitskukenda
mannagongdin á Tingi eins
og millum (tíverri) ov nógv
fólk heldur á fram. Hóast
methøgt fólkatal og heim
flyting í løtuni stúri eg fyri
huglagnum millum ungu
familjurnar og hugburðin á
Tingi. Útlit eru fyri einari
daprari framtíð í Føroyum,
um hesin trupuleikin at
skapa nøktandi karmar til
barnafamiljur ikki verður
tikin í álvara NÚ. Útset
tunlarnar og skapi trivnað í
Føroyum. Um 2000 barna
familjur við 5000 børnum
rýma av landinum yvir tey
næstu 1520 árini, hvussu
nógvir pengar halda tit tá
vera í landskassanum?
Hvussu nógv gomul fólk
eru ikki tá eftir, ið hava
brúk fyri heilivág, viðgerð
og bústaðir? Hvussu verður
trivnaðurin í einum barn
fátakum samfelag? Føroyar
eru við at gerast eitt
einsamalt og ófruktbart
træ, ið spakuliga følnar.
Politiskur impotensur
ella fólkaræði?
Politiski ódugnaskapurin,
ella vantandi fyrilit fyri
restina av neyðugu ábøtu
num, sum landskassin má
gjalda, fær meg at mæla
til, at skipað verður fyri
einari fólkaatkvøðu, hvørt
vit vilja hava undirsjóvar
tunlarnar nú, seinni ella
yvirhøvur ikki. Tá
politikararnir ikki hava
dirvi til at hyggja tunnils
fólkini í eyguni og siga
NEI til tunlar NÚ, so má
FÓLKIÐ fáa tann møgu
leikan. Vit eru fleiri, ið ikki
vilja bera fíggjarligu
byrðuna, sum tunlarnir
leggja á okkum, vegna
impotentar politikarar og
barnsligar og sjálvsøknar
borgarar, sum fyrilitarleyst
bara vilja hava. Hvørjir
pengar skulu t.d. rinda tað
MVG’ið, sum møguliga
skal takast av ávísum
matvørum til frama fyri
trivnaðin? Hvørji trivnaðar
tiltøk kundu ikki verið
gjørd tey næstu 10 árini
fyri 2000 miljónir krónur?
Tá Føroyar kunnu tyngjast
fíggjarliga so nógv tey
næstu mongu árini til
frama fyri koyrimarglæti
hjá einum minniluta í
Føroyum, so haldi eg,
álvaratos, tað einasta
rættvísa vera at skipað eina
fólkaatkvøðu – javnbýti og
fólkaræðinum at frama.
Undirsjóvartunlar til fólkaatkvøðu
DáviD
isfelD
Bíblian innblást av Gudi
– ikki mannaorð um Gud
Tríatiundi annar partur
Zachariasar bók er deild
upp í fjúrtan kapitlar. Hann
sær sjónir , eina fyri og
aðra eftir, men boðskapurin
er hin sami. Hann sær, eins
og Haggai, aftur á dómin,
sum nú hevur verið, hann profeterar um dómin, sum
liggur framman fyri, har Gud sigur, at tey skulu verða
herleidd til allar tjóðir. Hann hevur ein náðiboðskap til
fólk sítt, men hóttir heidningatjóðirnar.
Í triðja kapitli sær hann Josva høvuðsprest í skitnum
klæðum, og Satan áklagar hann, men eingilin, sum
stendur hjá, biður teir lata Josva úr teimum skitnu
klæðunum og í rein klæði. Eingilin segði við hann: “Eg
havi tikið misbrot títt burtur frá tær.” Hetta er myndatala.
Tey skitnu klæðini eru synd hansara. Ikki so undarligt, at
kapitulin endar við einum lyfti um Messias.
Hoyr nú, Josva, høvuðspresturin! Tú og vinir tínir, ið
sita her framman fyri teg, tit eru fyriboðarar, at Eg skal
lata tænara Mín Kvist koma.
Tí steinurin ið Eg havi lagt framman fyri Josva, yvir
hesum steini vakja sjey eygu. Eg risti í hann innskriftina,
ið hann skal hava sigur HARRIN Gud herskaranna og
eftir einum degi taki Eg burtur misbrotið hjá hesum landi.
Tann dag sigur HARRIN Gud herskaranna skulu tit
bjóða hvør øðrum til veitslu undir víntrænum og
fikutrænum.”
Fjórði kapitul sigur frá, at tingini henda ikki við styrki
menniskjans, men við Anda Guds. Fimti kapitul byrjar
við dómi yvir synd. Seinra helvt, í hesum kapitli, kundi
sæð út til at vera, um royndirnar menniskja ger í dag við
at fara út í rúmdina. Har lesa vit um eitt efumál, sum
kvinna sæt í, og eingilin segði við Zacharias: “Hatta er
gudloysi og fýrdi hana niður efumálið og klamsaði
blýlokið á. Vit vita frá bábelstorninum, at Gud hatar slíkt.
Hetta efumálið, her talast um, er eitt rúmdar far. Tí er
nærliggjandi at hugsa, at tað er ein profeti um
rúmdarførini í dag. Legg til merkis, efumálið fer út í
rúmdina. Har eru tvær aðrar kvinnur, tær lyfta efumálið
upp millum jørð og himmal. Hesar báðar eru ikki
vanligar kvinnur, tær hava storkaveingir og eina øðiliga
megi. Kanska kallast tær kvinnur, tí tað eru vanligar
kvinnur, ið standa aftanfyri hesa veldigu kraft. Vit vita
jú, at nú í tíðini koma kvinnurnar meiri og meiri fram, tað
hava longu verið kvinnur úti í rúmdini. Kvinnan hevur nú
leingi strongt á at koma út á arbeiðsmarknaðin, tær velja
hann fram um at verða heima hjá børnunum, sum er
stórsta gávan og arbeiðið, ið í hvussu er, ein mamma
kann gera. Stovnarnir kunnu ikki erstatta tann miss, ið
tað er fyri børnini, at bæði mamman og pápin eru frá
teimum meginpartin av tíðini. Legg til merkis eitt avtrat.
Hvar fóru tær við efumálinum. Til Sinearsland, og hon
skal verða sett niður har á stað sítt.
Til eftirtanka! Bábel lá í Sinearslandi smb. 1.
Mós.10,10.
Hatta vóru nakrir hugleiðingar. Alt orð Guds er givið
okkum til lærdóm. Tí kann ikki vera skeivt at gera sær
sínar tankar um alt , sum skrivað stendur, og tað sum vit
ikki kunnu siga við fullari vissu um, sum her t.d, at
soleiðis skal tað skiljast, mugu vit ikki sjálv gera til eina
læru, men tað má liggja opið. Ein og hvør kann so gera
sær sínar tankar um tað.
Í sætta kapitli lesa vit aftur um dóm yvir heidningar og
profetorð um Messias.
Í sjeynda kapitli finna vit í seinasta versi, at Zacharias,
sum jú livdi í millum tey herleiddu ,sum heimaftur vóru
komin, aftur profeterar dóm yvir fólkið. Eg havi longu
nevnt tað omanfyri. Hetta var ikki nakað nýtt, sum
Zacharias profeteraði, hinir profetarnir høvdu jú
profeterað, at Ísrael skuldi verða herleitt til allar tjóðir.
Hesin dómurin gekk út, tá ið Titus legði Jerúsalem í oyði
ár sjeyti eftir Krist og brendi tað seinra templið av, og
fólkið spjaddist runt um allan heimin.
Framhald.
RichaRD
Danielsen
Tvørpolitistiskt samstarv: Í
politisku skipan okkara, er
tað ein sannroynd,at ein
meiriluti finnur saman, ger
samgonguskjal og myndar
eina samgongu. Hesi skipa
so landsstýrið. Hin parturin
verður so í minniluta – ella
í andstøðu.
Grundað á samgongu
leistin leggur so landsstýrið
mál fyri tingið, sum van
liga vinna frama við undir
tøku av samgongulimum.
Hóast andstøðuni stendur
frítt at stuðla ella taka
undir við landsstýrisupp
skotunum, so er tað tó ein
sannroynd, at hon mangan
ikki ger tað!
Nú veldst um uppskot og
her eigur at havast í huga,
at tað er samgongan, sum í
skjali hevur sett kósina og
leggur ætlanir samsvar
andi. Ein “heildar poli
tikkur” sum ætlandi skal
fremjast í einum valskeiði.
Tí má tað vera skiljandi, at
um uppskot frá andstøðuni
hava órógvandi, fyri ikki at
siga, forðandi ávirkan á
politisku ætlanir samgong
unnar, ja, so er tað eyðsæð,
at tey ikki kunnu rokna við
at fáa undirtøku frá sam
gonguni.
Samgongan hevur eitt
“samgonguskjal”. And
støðan hevur einki “and
støðuskjal” – og førir held
ur ikki nakran niðurfeldan
“heildarpolitikk”
Spurningur um
raðfesting
Spurningurin er eisini um
raðfesting. Í “heildarætlan”
samgongunnar, er tað ikki
vist, at andstøðan raðfestir
á sama hátt(um hon í heila
tikið raðfestir) sum
samgongan. Hetta kann so
eisini vera ein orsøk til, at
andstøðu uppskot ikki
vinna frama, sjálvt um upp
skotini kunnu tykjast
skilagóð í sjálvum sær.
Bólturin má sparkast
Fortreytin fyri slíkum sam
starvi er, at spælararnir
leggja áherðslu á, at sparka
”bóltin” og ikki at sparka
hvønn annan á skinna
beinið.
Slíkt tvørpolitiskt sam
starv hevði av sonnum
staðið sína roynd í eini
“minniluta” stjórn. Í 10 ár
megnaðu danskir politik
arar á sinni undir leiðslu
Schlüters slíkt samstarv!
Aðrir hava somuleiðis
megnað tað!!
Neyðugt við
hugburðsbroyting
Nú fortreytirnar hjá sam
gonguni tykjast broyttar ,
er gylt høvi at royna eina
“minniluta stjórn”. Eitt
slíkt samstarv hevði ført
við sær, at møguleikin fyri
“breiðum semjum” øktist,
sum uttan iva uppá longri
sigt vildi verið samfelags
gagnligt. Kanska kom slík
roynd eisini at gerast
grundarlag fyri framtíðar
politiskum stabiliteti.
Neyðugt er við hugburðs
broyting skal slíkt eydnast
og stillar hetta stór krøv til
partarnar, samstundis sum
havast má í huga, at slíkt
tvørpolitiskt samstarv
eydnast bert í mun til
politiskan búnaskap , dirvi
og viljan hjá avvarðandi
politikarum at skriva søgu
og royna slíkt politiskt
áralag..
Eiði, tann 24. juli 2008
Minniluta stjórn – ja, hví ikki?
løgtingsmaður
ToRDuR J.
niclasen