fríggjadagur 25. juli 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 • 25. juli 2008
Vikuskifti 13
Jákup Andreas Arge. Við sær út
aftur frá vitjanini, hevði Uni L.
Hansen fleiri 16 mm filmsspolar
við upptøkum, ið Petur F.
Christiansen hevur gjørt gjøgnum
eitt langt lív sum familjumaður,
vinnulívsmaður og politikari.
– Hóast »Føroyskar Søgur« eru
liðugt redigeraðar og farnar til
eftirframleiðslu – tað vil siga,
at tær í skrivandi verða koyrdar
yvir á DVD og skulu síðan til
prentingar –, so valdi eg at taka
spolarnar hjá Petur F. við mær
til Danmarkar til yvirspælingar.
Høvuðsendamálið við
verkætlanini er í síðsta enda at
varðveita føroyska mentanararvin
á filmi, og tað er beinleiðis
orsøkin til, at Eik Grunnurin hevur
valt at stuðla verkætlanini. Tað
var heldur ikki hvørmans ogn
at eiga eitt 16 mm upptøkutól í
50unum og 60unum, tí tað var
kostnaðarmiklari enn eitt 8 mm
bæði at keypa og brúka, men tað
er eisini stórur munur á dygdini.
Hartil hevur Petur F. Christiansen
livað eitt sera áhugvert lív og
verið virkin í politikki og vinnulívi,
so tilfarið á filmunum hevur í
útgangsstøðinum allar fyritreytir
fyri at vera søguliga áhugavert og
týdningarmikið at varðveita fyri
eftirtíðina, greiðir Uni L. Hansen
eldhugaður frá.
Góð undirtøka
Søgan um vitjanina hjá Petur
F. Christiansen er bara ein av
fleiri líkandi søgum, ið Uni
L. Hansen kann fortelja um
upplivingar í sambandi við
arbeiði við »Føroyskum Søgum«.
Saman við Birgir Kruse frá
Fornfilmsfelagnum, ið hevur
hjálpt til við filmsinnsavningini
í Føroyum, hava teir ferð eftir
ferð rakt við gull á teirra ferðum
kring landið í jakstranini eftir
filmum, eitt nú heima hjá Rannvá
Olsen í Havn, ið eigur ein av
elstu privatu filmunum, sum
higartil er funnin. Talan er um
film í 35 mm stødd, upptikin í
Havn og á Tvøroyri í 1926, ið
er arvur eftir langabbabeiggja
hennara, Ingvald Olsen. Teir
hava eisini verið framvið í gomlu
og væl varðveiddu húsunum, ið
Klæmint Høgnesen, bóndi og
handilsmaður, lat byggja Inni
í víkum í Oyndarfirði í 1858.
Langabbasonur Klæmint, Andrias
Klein, eigur í dag húsini, har
lógu filmar, ið sonur Klæmint
Høgnesen, Julius Høgnesen, ið
var apotekari og búði í Danmark,
tók upp á ferð til Føroya í 1930.
Umframt hesi meira forkunnigu
filmsfund, so hava hópin av
fólkum latið teirra privatu og
kæru smalfilmssamling inn til
yvirspælingar ísambandi við
verkætlanina, og harvið hava tey
eisini givið sítt íkast til »Føroyskar
Søgur«.
Í tøkum tíma
Tað er í tøkum tíma, at »Føroyskar
➘