Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 142 - 25. juli 2008 – Tað ber ikki long­ur til, at man hevur tríg­g­jar sjálv­ støðug­ar høvding­ar á sjúkrahúsunum. Nú skulu teir inn undir ein samlaðan sjúkrahúsmyndug­­ leika undir einum heilsuverksstsjóra. Tað fer at merkja, at møg­ulig­a verð­ ur byg­naðurin broyttur internt á sjúkrahúsunum. Tað er ikki vist, at vit skulu halda fram við verandi byg­naði sig­ur Hans Pauli Strøm SjúkrahúS Jan Müller jan@sosialurin.fo Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður hevur verið undir stórum trýsti og ágangi nú í langa tíð bæði frá politikarum og miðlu­ num í sambandi við játtan til sjúkrahúsverkið, her ser­ stakliga Landssjúkrahúsið. Sjúkrahúsmálið er eitt av stórmálunum, sum lands­ stýrið viðger í hesum døg­ um og uttan iva fer tað eisini at merkja røðu løg­ mans á ólavsøku. Í oktober kemur útgreining av budget­ stýriningi í sjúkrahúsverk­ inum. Hans Pauli Strøm sigur við Sosialin, at hann hevur fylgt væl við í tí, sum eitt nú miðlarnir hava lagt fyri dagin. – Eg eri sera fegin um fleiri oddagreinar,sum hava viðgjørt sjúkrahús­ málið, har tær hava tikið upp tað, sum er sera essen­ tielt og sum viðgera sjúkra­ húsverkið, soleiðis sum eg sakni, at tað verður viðgjørt sum stovnur í samfelagnum ístaðin fyri at viðgera sjúkrahúsverkið bara út frá einstaklingasøgum. Tað eru sjálvandi fleiri ymsir mátar at síggja hetta uppá. Tann eini er, hvussu tann einstaki upplivir tingini, men eg haldi tað eisini er neyðugt at lyfta seg uppum hetta og lýsa stovnin prinsipielt. Hann vísir á, at sjúkra­ húsverkið hevur verið á breddanum í tvey ár, men tað er sjáldan umrøtt og diskuterað prinsipielt. Hann fegnast tí um, at onkur av miðlunum viðger týðandi samfelagsstovnar á slíkan prinsipiellan hátt. Annað fokus - Hví nevnir arbeiðssetn- ingurin hjá nevndini, sum nú skal kanna sjúkrahús- verkið ikki beinleiðis bygn- aðin í øllum sjúkrahúsverk- inum? ­ Tað eru fleiri útgreining­ ar av tí føroyska sjúkra­ húsverkinum gjørdar av donskum stovnum. Allar tær kanningar, tríggjar í tali, tóku støði í tí bygn­ aðarliga. Tann seinasta var Varderfrágreiðingin, sum kom í 1993 og sum m.a. við­ gjørdi tær ymsu sergreinar­ nar á teimum trimum sjúkra­ húsunum. Tann frágreiðingin, sum nú verður gjørd, hon hevur fokus eina heilt aðrastaðni. Hon verður nevnd budget­ analysa, og hon hyggur eftir játtanarviðurskiftunum í tí føroyska sjúkrahúsverkin­ um. Tað hevur eingin av hin­ um frágreiðingunum fingist við. Tá kjak tók seg upp í vár um sjúkrahúsverkið í fíggjarlógarviðgerðini, so hevði man frá politiskari síðu eina kenslu av, at man hevði mist tamarhaldið á tí fíggjarligu stýringini av sjúkrahúsverkinum. Tvs. at tað vóru tey fíggjarligu og ikki tey bygnaðarligu við­ urskiftini, sum vóru í fokus. Tí varð gjørt av at seta ein serfrøðingabólk til at greina budgettini: hvussu man um­ situr ta fíggjarjáttina man fær til tey trý sjúkrahúsini, tvs. økonimistýringini, um umsitingin av verandi fíggj­ arjáttan er optimal og út frá tí, um tað eisini eru viður­ skifti í fíggjarstýringini, sum man kann bøta um. Síð­ ani eisini at kanna eftir um tann fíggjarjáttan, sum okk­ ara sjúkrahúsverk fær, tvs. um tær ressursir man fær til­ lutað politiskt, eru nøktandi í mun til tær uppgávur, sum tað føroyska sjúkrahúsið hevur sigur landsstýrismað­ urin og heldur fram: ­ Politikararnir krevja av tí føroyska sjúkrahúsverk­ inum, at tað skal loysa ávís­ ar uppgávur. Spurningurin tá er, um tann játtanin, sum somu politikarar geva er nøktandi fyri at loysa tær uppgávur man ynskir polit­ iskt. Fyri at kunna tað hava vit lagt upp til at gera nakrar samanberingar við sjúkra­ húsverk í nøkrum økjum, sum minna um okkara, t.d. Íslandi, á Álandi, Gotlandi og møguliga á Bornholm. Eisini fyri at geva eina ábending um lutfallið millum játtan og ynskir frá tí politisku skipanini. Er tað eitt rímuligt forhold millum tað, sum vit forvænta av tí føroyska sjúkrahúsverk­ inum og tað, sum vit vilja játta árliga. Hans Pauli Strøm sigur, at tað er tað, sum eg haldi er tað mest spennandi í hesi kanningini. ­Tey seinastu árini hevur tað verið ógvu­ liga trupult at fingið umbøn­ irnar til sjúkrahúsverkið ígjøgnum politiskt. Man hevur lyndi til altíð at bar­ dera av, og man hevur ógvu­ liga ilt við í tí politisku skip­ anini í Føroyum at góðtaka at brúka hesar pengarnar til sjúkrahúsverkið. Tað er sum um tað manglar eitt álit á tey, sum skipa fyri í sjúkra­ húsverkinum, at tey brúka teir pengarnar tey fáa uppá tann besta mátan. Og at tey í veruleikanum ynskja og krevja tað, sum tørvur er á. Avdúka Landsstýrismaðurin vónar, at budgetanalysan fer at avdúka: umsita vit ta játtan vit fáa frá løgtinginum skilagott og optimalt og er fíggjarstýriningin á sjúkra­ húsinum í lagi ella hevur hon stór brek. Ein yvirlækni úttalaði seg í bløðunum um, at man blakaði nógvan pening út gjøgnum vind­ eygað. Tað eru slíkir ill­ grunar, sum tað ikki ber til at hava hangandi. Og tí er ógvuliga neyðugt at fáa staðfest: umsita vit tað sjúkrahúsverkið fær tillutað forsvarliga og skilagott? Tann stóri spurningurin til politisku skipanina er: fær sjúkrahúsverkið tað, sum tað hevur brúk fyri! Og landsstýrismaðurin setir spurningurin: ­ Eru vit politikarar okkara uppgávu vaksnir við at játta tað, sum veruliga krevst fyri, at sjúkrahúsverkið kann loysa tær uppgávur, sum vit krevja. - Hví er hetta við samlaða bygnaðinum ikki nevnt ítøki- liga í arbeiðssetninginum? ­ Tað at tað ikki er nevnt burturav er tí, at henda útgreiningin fyrst og fremst snýr seg um fíggjarstýring­ ina av sjúkrahúsverkinum. Men um so er at kann­ ingarbólkurin finnur út av í sínum arbeiði, at tað er neyðugt at inndraga tey bygnaðarligu viðurskiftini, so ger hann tað. Men tað verður ikki sagt, at man beinleiðis skal gera tað, tí vit hava frágreiðingar, sum ikki eru kolldømdar. Frá­ greiðingin frá 93 er ein ógvuliga kvalifiserað kann­ ing, sum sigur, hvussu man eigur at fokusera uppá at uppbyggja serlæknatænast­ una í Føroyum við at upp­ byggja tað fakliga um­ hvørvið á Landssjúkrahúsi­ num. Broytingar - Men tað eru hendar so nógvar broytingar í sam- felagnum síðani tá. Gera tær ikki, at tann frágreiðing er ikki nóg tíðarhóskandi? ­Samfelagsgongdin síð­ ani tá stuðlar uppundir nið­ urstøðurnar í teimum frá­ greiðingunum. Við at fáa undirsjóvartunnil og betri samband til Norðoyggjar hevur man skapt eina fyri­ treyt fyri, at bæði Norð­ oyggjar og Landssjúkrahús­ ið kann blíva eitt sjúkra­ húsøki. Tað er tað, sum ligg­ ur í eini frágreiðing tingið hevði til viðgerðar í fjør, álit um framtíðar sjúkra­ húsloysnir. Tá tók man hædd fyri, at við at fáa betri samferðsluviðurskifti so kann man realisera inten­ tiónina um at samanbinda alt tað føroyska sjúkra­ húsverkið uppá ein heilt annan hátt enn man hevur gjørt fyrr og ikki líkasum útbyggja trý ymisk sjálv­ støðug sjúkrahús men at byggja eitt samlað føroyskt sjúkrahúsverk. Heilsuverksstjóri Vit hava tikið fyrsta stig út frá tí álitinum. Samtíðis sum budgetanalysan fer at koma fram í oktober, tá fara vit at lýsa eftir einum heilsu­ verksstjóra fyri at samla uppgávuna, sum hevur verið sundurpettað, soleiðis at vit fáa ein myndugleika fyri tað føroyska sjúkrahús­ verkið og ikki tríggjar, men eina stýrandi leiðslu. Við­ komandi fær myndugleika yvir teimum trimum sjúkra­ hússtjórunum til at gera broytingar í bygnaðinum, sum viðkomandi mynd­ ugleiki er komin fram til er gagnligt. Orsøkin til at vit velja tann mátan at arbeiða uppá er tí man fyrr hevur fingið eina frágreiðing um at niðurleggja og flyta hetta og hatta uttan at teir partar, sum tað snýr seg um hava verið við í arbeiðinum. Tað er vorðið til politiska orrustu. Allir tingmenn vóru positivir tá viðgerðin um framtíðar sjúkrahúsverkið varð viðgjørt, tí man hevði arbeitt við eini uppgávu í eina tíð. Mátin við at effek­ tivisera og rationalisera sjúkrahúsverkið er ikki, at ein nevnd sigur, hvat skal henda. Men at vit sjálvi taka støðu í nøkrum frá­ greiðingum og gera okkara egnu niðurstøður. Tað er tað næsta stigið aftaná at henda budgetanalysan er gjørd. Tá fara vit eftir tí bygnaðarliga. Tá er uppgávan hjá tí stýr­ andi leiðsluni, sum verður sett í oktober at koma við tilmælum og við myndug­ leika til at gera broytingar. Deildarstjóri Verandi leiðarar á sjúkra­ húsunum blíva tá eitt slag av deildarstjórum. Heilsu­ stjórin stingur so út í kortið, hvussu vit skipa okkara sjúkrahúsverk, soleiðis at vit effektivisera tær ressurs­ ir, sum vit hava at ráða yvir, og soleiðis at tað ikki blívur soleiðis, sum onkur odda­ grein hevur skrivað, at man leypir yvir garðin, har hann er lægstur. Tað er neyuðugt nú at siga, at tað ber ikki longur til, at man hevur tríggjar sjálvstøðugar høvd­ ingar. Nú skulu teir inn und­ ir ein samlaðan sjúkrahús­ myndugleika. Tað fer at merkja, at møguliga verður bygnaðurin broyttur internt á sjúkrahúsunum. Tað er ikki vist, at vit skulu halda fram við verandi bygnaði. Tað skal vera eitt fakligt professionelt útspæl um, hvussu vit gera tingini frameftir. Tað er ikki ein uppgáva fyri ein lands­ stýrismann at siga, hvussu tann professionella leiðslan skal síggja út. Tú skal hava professionell fakfeløg til at koma við ráðum. Út frá tí tekur man so eina politiska niðurstøðu sigur Hans Pauli Strøm. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fer at seta heilsuverkstjóra: Ein høvdingur yvir heilsuverkinum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður tíðindi