Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 • 25. juli 2008 Vikuskifti 14 Søgur«-verkætlanin varð sjósett, sambært samskipararnum. – Fólk eldast, og filmsfram- sýnararnir eru langtsíðan gingnir fyri, og tískil brenna nógv fólk inni við gomlu filmsrullunum, ið tey ikki ordiliga hava vitað, hvat tey skulu gera við. »Føroyskar Søgur« hevur verið eitt gott høvi hjá fólkum at fáa yvirspælt filmsrullurnar á eitt nýtt format, ið tey kunnu hyggja eftir. Fólk hava eisini verið ómetaliga glað fyri at kunna geva sítt íkast til verkætlanina og upplivað, at tað er eitt brúksvirði í teirra gomlu smalfilmum, ið hava ligið og savnað dust á løftinum ella úti undir væðingini í nógv ár. Uni L. Hansen frámælir strangliga, at fólk blaka gomlu filmsrullurnar burtur, tí filmsrullurnar eru ómetaliga harðførar, tá ein skal varðveita film. – Nógvar filmssamlingar, ið vit vita hava innihildið nógv áhugavert, eru burtur, og tað einasta, ið vit sita eftir við, eru vánaligar yvirspælingar frá 80unum á VHS-bondum. Tað er nakað lort, tí VHS-bondini halda í mesta lagi 20-30 ár, meðan filmsrullurnar halda í 100 ár. Um fólk ikki vita, hvat tey skulu gera við teirra filmsrullur, so mælir Uni L. Hansen til, at tey seta seg í samband við Ólav Øster á Fornminnissavninum. Vorðin søgujunkie Burtur úr tí rúgvusmikla tilfari, ið er gravað fram í sambandi við »Føroyskar Søgur«, er gjørt eitt úrval av fangandi og sjálvstøðugum søgum, ið hava upptikið fólk og havt týdning fyri, hvussu vit liva í dag. Søgurnar verða allar kryddaðar við upplivingum frá fyrstu hond og frásagnum frá fólki, ið sjálv vóru hjástødd, tá søguligir tilburðir fóru fram. – Tað er sera umráðandi at undirstrika, at »Føroyskar Søgur« ikki er almenna søga Føroya og føroyinga. »Føroyskar Søgur« eru løtumyndir úr gerandisdegnum hjá føroyingum seinastu 100 árini, og tær varpa ljós á hvussu fólk hava livað og virkað á hesum veðurbardu oyggjum seinastu øldina«, útgreinar Uni L. Hansen, ið hevur kent seg priviligeraðan at sleppa at arbeiða við virðismikla filmsarvinum. – Eg havi stóran áhuga fyri dokumentarfilmum og dokumentarismu, ið eg havi fingist nógv við gjøgnum bæði lestur og arbeiði. Samstundis eri eg søguáhugaður – elskaði altíð róta í gomlum bløðum og bókum, tá eg sum smádrongur var og vitjaði ommu mína. Eg umhugsaði eitt skiftið eftir student at fara at lesa søgu. Í so máta hevur hetta arbeiði passa sum fótur í hosu fyri mítt viðkomandi, ásannar Uni L. Hansen, ið gjarna vil takka øllum teimum fólkum, ið hava víst verkætlanini so stóran stuðul og uppbakning. Søgujunkie Men arbeiðið við Føroyskum Søgum hevur havt sín kostnað fyri samskiparan. – Eg eri vorðin søgujunkie, skemtar hann. Eg fái ikki ført eina samtalu uttan at snara hana inn á søguligar hendingar og gamlar filmar í rustaðum metaleskjum. Eg havi eisini inntikið eina ómetaliga stóra nøgd av hesum gomlu filmum upp á stutta tíð, tí eg havi bókstaviliga ligið undirgrivin í teimum frá morgun til myrkurs í eitt hálvt ár. Tað hevur riðið um snarið til eina yvirdosis fleiri ferðir. Úrslitið av hesari ovurnýtslu er eisini, at árinið frá gomlu filmunum er ikki eins máttmikið longur. Sum hjá øllum øðrum junkies, so skal alsamt meira og sterkari sakir til. Nú skal eg helst finna ein film, ið er upptikin í Føroyum í 20unum, 30unum ella 40unum, og sum eingin hevur vitað um, áðrenn eg fari heilt upp at flúgva, skemtar Uni L. Hansen. »Føroyskar Søgur« verða enda- liga útgivnar 19. september við undansýning í Sjónleikarhúsinum, men frá sunnudegnum og alla ólavsøkuna verða útvald brot úr »Føroyskum Søgum« víst í Miðlahúsinum. Samskiparin og umboð fyri Substanz Nordisk Film og Eik Grunnin, ið hevur fíggjað verkætlanina, vera hjástødd at sjóseta framsýningina sunnudagin 27. juli. Tað verður klokkan 15. … filmsgull í Miðlahúsinum Uni L. Hansen, sum á sera hegnis­ ligan hátt hevur samskipað hetta nýbrotið í føroyskari søgu og mentan »Tað er sera umráðandi at undirstrika, at »Føroyskar Søgur« ikki er almenna søga Føroya og føroyinga. »Føroyskar Søgur« eru løtumyndir úr gerandisdegnum hjá føroyingum seinastu 100 árini, og tær varpa ljós á hvussu fólk hava livað og virkað á hesum veðurbardu oyggjum seinastu øldina«