fríggjadagur 25. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 25. juli 2008
15
HUGLEIÐING
Eirikur Lindenskov
Tað er einaferð um árið,
at ólavsøka er,
tá liva allir føroyingar
í aðrari verð.
Soleiðis yrkir Kári Jacobsen í
sanginum ”Á tann deiliga Havn”,
sum hevur verið at hoyrt hvørja
einastu ólavsøku, síðani sangurin
varð til seinasta í áttatiárunum.
Og rætt hevur hann. Ólavsøkan
er nakað serligt, ikki bara fyri
okkum havnarfólk, men eisini
fyri allar gestir, sum leita sær av
bygd til Havnar at hátíðarhalda
tjóðarhátíð alra føroyinga.
Hóast tað seinnu árini hevur
verið roynt at tjóvstartað ólav
søkuna eitt sindur fyrr við ymsum
tiltøkum, so byrjar ólavsøkan ikki
rættiliga, fyrr enn hon verður sett
á Vaglinum ólavsøkuaftan, og tú
ert búgvin í búna at fara til
kappróður, tí kappróðurin er eitt
sereyðkenni fyri ólavsøkuna.
Sum í nøkrum av sendingunum
”Føroyar mítt land” á Rás2, har
hesar hugleiðingar vórðu lisnar
seinasta fríggjadag, fer undirrit
aði at halda seg til umhvørvi í
gomlu Havnini – eisini nú vit
hugaleiða um ólavsøkuna. Tí
ólavsøkan er umframt Havnina
eisini søga – upprunin er jú at
minnast Ólav kong, sum fall á
Stiklastøðum fyri skjótt túsund
árum síðani. Men eitt slíkt høvi
fær okkum eisini at hugsa um
høvuðsstað okkara og um farnar
tíðir. Vit minnast tey, ið dvælst
hava her og fólk, ið hava sett sítt
eyðkenni á mentan okkara.
Her niðri í gomlu Havnini
dvældist Jens Christian Svabo
stóran part av sínum vaksna lívi.
Maðurin, ið sum tann fyrsti
royndi at skriva niður føroyska
málið – bara við tí fyri eyga, at
eftirkomarar skuldu vita, hvussu
føroyska málið hevði verið, tí
hann var sannførdur um, at málið
fór at hvørva. Svabo búði í Pæsa
stovu, sum liggur millum
Klokkaragøtu og Bringsnargøtu,
og hevur hann óivað sitið har við
fjøðurpenni og skrivað – og spælt
fiól, tá tað lagið var á honum.
Í sama umhvørvi vaks upp
pilturin V. U. Hammershaimb, ið
sum 23 ára gamal flutti við
móður og systur inn til ommuna í
Nýggjustovu, Armgard Marie
Egholm. Vensil mintist væl
ommubeiggjan, Jens Christian
Svabo, sum doyði, tá Vensil var
fimm ára gamal.
Á døgum Svabo livdi eisini
Nólsoyar Páll, tjóðskaparhetjan.
Hann man mangan hava sitið
flótt inni hjá bróðrinum í Nólsoy
arstovu, Jákupi Nolsøe, handils
forvaltara, ið hevur lýtt á og skriv
að niður, meðan Páll yrkti eitt
ørindi fyri og annað eftir í Fugla
kvæðnum.
Flyta vit okkum eitt sindur fram
í tíðina, so renna Áarstovu
brøðurnir, Hans Andreas og Janus
Djurhuus okkum í huga. Teir hava
báðir – við ymiskligu skald
skaparevnum – sett sín serliga
dám á okkara bý og okkara ment
an. Áarstova er burtur, og grundin
løgd undir asfalt. Mangur
snapsurin og mong ølin verða á
ólavsøku drukkin á beinkinum á
”Áarstovugrund”: Húsini stóðu
beint norðran fyri Vertshúsið –
ella beint yvir av Café Nátúr, fyri
at brúka nútíðar
terminologi.
Undir hesi lítlu
lon vuksu hesir
mætu menta
menn upp við
Havnará tutl
andi undir húsa
vegginum eyst
anfyri. Úr henni
hevur hann
uttan iva eisini
fingið íblástur
– eisini tá hann
yrkti sangin um ”kistuna av
kamfertræ” um skyldmannin,
Dyrhuus á Vertshúsinum.
- Gongin lýsir í morgunsól
Tað skróvar í tómum tunnum
niðri á sandi er barnagól
og kvaggan av sutlandi dunnum
Tað var eisini hann, sum yrkti
Barnarímurnar, ið vóru okkum
øllum børnum so kærar. Hann
yrkti um Kongaríkið í Bábylon,
um hin bjartoygda dáan og um
Karina, sum hevði gult og purlut
hár. Hans Andreas gjørdist ikki
gamal maður, men áin man hava
havt sín týdning, tí vaksnamanna
heim hansara var eisini við Havn
ará – men við hin endan á ólav
søkuni, oman fyri Sjónleikarhúsið
– og húsini bera navnið hjá
Barnaheiminum, Áarstova.
Í Bringsnargøtu varð William
Heinesen føddur, í Bartskers
stovu, ella hjá Kathrinu Christian
sen, sum vit í dag nevna húsini.
Har vaks hann upp, og tí hevur
umhvørvið í niðara enda á ólav
søkuni eisini havt stóran týdning
í heimsbókmentunum, sum
William hevur borið úr Bartskers
stovu og út í øll heimsins lond.
William hevur eisini sín hátt at
lýsa umhvørvið niðri í Gongini:
- ”Vertshúsið, ella Hotel
Djurhuus, sum var heitt fínara
heitið, dagar høgt upp móti
dimmari luft, stórt og marghátt-
liga samanbygt sum eitt asiatiskt
klostur. Á báðar hendur eru
skýmligar tvørgøtur við brúgvum
ella trappum. Upp móti himni
hevjar seg Nólsoyarstova sum ein
veneziansk glæstriborg...”
Tá ið vit hava valt so landafrøði
liga at lýsa ólavsøkuna við
”ovara” og ”niðara” enda, so er
hetta sjálvandi myndaliga talað.
Ólavsøkan er tjóðarhátíð alra før
oyinga, men ólavsøkan er serliga í
Havn, og ólavsøkan er serliga á
Áarvegnum, á Vaglinum og í
Niels Finsensgøtu. Meðan kapp
róðurin er, er ólavsøkan eisini á
Tinganesi og eisini úti á molanum
har vit jú bara sleppa hesar báð
ar tímarnar á ólavsøku, tí ta løtuna
lata teir sjengenmúrararnar falla...
Men tá kappróðurin er av,
steypini handað á Bursatanga, so
flytist niðara ólavsøkumarkið
aftur niðan á Áarstovugrund.
Veðrið hevur sjálvandi alt at siga
á ólavsøku. Er gott veður, leita øll
sær oman í býin, men regnar – og
regnar illa, og av grimd, sum tað
gjørdi ólavsøkudag í 2001, so er
fólkatómt á Vaglinum. Tann, ið
ikki trýr tí, kann bara spyrja Astu í
kioskini á Vaglinum. Tí hon tók
eina mynd seinnapartin hendan
ólavsøkudag út gjøgnum kiosklúk
una – og har var bara eitt einasta
fólk á Vaglinum, tað var tíðinda
leiðarin í Sjónvaprinum, sum var
farin til Astu at keypa sær tubbakk.
Hevði sólin sæð, so vóru minst
túsund fólk á Vaglinum ein slíkan
ólavsøkudag – men tá er gott at
kunna sita heitt og fjálgt og turt
við búgvið borð hjá frægum fólki.
Vit vænta sjálvandi ikki regn á
ólavsøku í ár – í øllum førum
ikki so nógv, og tí er hýrurin góð
ur, og vit kunnu syngja víðari við
Kára í hansara ”ólavsøku
kantatu”:
- Sjálvt Effersøe á Vaglinum,
hann er í góðum lag...
Frøast kunnu øll um, at Havnin
hon er vár.
Ólavsøkusiðurin skal liva ár um ár.
Onga aðrastaðni íhesi víðu verð
er hýrurin so góður, sum tá
ólavsøka er
Higani kunnu vit so kortini
tjóvstarta ólavsøkuna við at
ynskja øllum eina góða ólavsøku
við takkarorðunum hjá Pól F til
Havnina og ólavsøkuna
Tøkk fái Havnin og fólkið, har býr,
fyri góð minnir og gleim,
sum hon á Ólavs halgaðu tíð
gav til hvørt Føroyarlands heim.
Tí ólavsøkan skal øld eftir øld
reka burtur klandur og sorg.
Veri, so leingi sum føroyingur er,
Tórshavn vár miðstøð og borg.
Ólavsøkan er umframt Havnina eisini søga – upprunin er jú at minnast
Ólav kong, sum fall á Stiklastøðum fyri skjótt túsund árum síðani.
Men eitt slíkt høvi fær okkum eisini at hugsa um høvuðsstað okkara
og um farnar tíðir. Vit minnast tey, ið dvælst hava her og fólk, ið hava
sett sítt eyðkenni á mentan okkara, skrivar Eirikur Lindenskov í hesi
ólavsøkuhugleiðing
Føroyar mítt land:
– Sjálvt Effersøe
á Vaglinum, hann
er í góðum lag...
Gongin seinast
í næstsíðstu øld.
Men er tikin, tá
Hans Andreas
Djurhuus var
smádrongur ella
hálvvaksin. Handil
var í Fútastovu,
har maður stendur
í durinum. Ovast
í Gongini hómast
norðrara hornið á
Áarstvou
Áarstova, har Hans Andreas og Janus
Djurhuus vuksu upp. Húsini stóðu beint
yvir av Café Natúr, sum hómast vinstru
megin í myndini. Høgrumegin síggjast
Knútsstova og Vertshúsið
Midnáttarsangur á
ólavsøku í hesi øldini
Mynd: Jens Kristian Vang