fríggjadagur 25. juli 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 142 • 25. juli 2008
Vikuskifti
Føroya Myndakalend
ari 2009 er klárur, men
samstundis verður
hesin tann síðsti í eini
røð, ið telur 30 kalend
arar. Hjúnini Jákup
Andreas og Solveig
Arge hava í 30 ár givið
út Føroya Mynda
kalendara, men nú
meta tey tíð vera at
gevast, men hetta
merkir ikki, at Jákup
Andreas leggur
myndatólið frá sær
Føroya Myndakalendari hongur í
nærum hvørjum heimi í Føroyum,
og eisini úti í heimi eru heimini
mong, ið hava hendan kalendaran
á vegginum. Kalendarin við
myndevnum úr føroysku náttúruni
er góður ambasadørur fyri
Føroyar.
Hjúnini Jákup Andreas og
Solveig Arge hava í 30 ár givið út
Føroya Myndakalendara, men nú
hava tey ætlanir um at gevast, og
kalendari nummar 30 verður tann
síðsti.
- Ein kona hevur júst verið
inni á gólvinum og sagt, at vit
mugu ikki gevast, tí hon kundi
ikki vera kalendaran fyri uttan,
men avgerðin er tikin, siga Jákup
Andreas og Solveig, tá vit vitja
tey á Argjum, har húsini standa
væl fyri og við útsýni yvir Havnina
og Havnarvág.
- Kalendarin er góður
ambasadørur fyri Føroyar, og
hann liggur ikki í eini skuffu, men
kemur á veggin at hanga. Og so
mugu tey hava nýggjan hvørt ár, tí
merkið kemur í veggin, ið falmar
av sólini, skemtar Jákup Andreas,
men hann og Solveig siga bæði,
at uttan úr heimi hava tey nogv
sambond, ið bíleggja kalendaran
ár eftir ár.
- Undirtøkan hevur verið sera
góð øll árini, sigur Solveig.
Góður stuðul
Jákup Andreas fjalir ikki, at uttan
konuna var onki, tí hon hevur øll
árini stuðlað og havt umsiting og
pappír undir hond.
Solveig sigur um mannin og
myndamannin, at hann er sum
fiskimenninir, tí hann veit altíð
nær hann skal fara avstað og
hvar.
- Og hann ger sær eisini ómak,
tí hann er farin við flogfarinum
hjá Hans Hansen ella við tyrlu,
men altíð hevur hann turkað
rútarnar bæði innan og uttan,
áðrenn farið hevur verið avstað,
sigur Solveig.
- Og hann hevur altíð havt góð
myndatól, men tó hevur tað elsta,
eitt Hasselblad, verið honum til
mestu gleðina, sigur Solveig.
Spurd, um hon altíð hevur
dugað at sæð virðið í myndunum,
sigur Solveig, at hon altíð hevur
dugað at sæð tað virðismikla
í hesum, og at hon altíð hevur
stuðlað, men at hon ongantíð
hevur blandað seg í sjálvar
myndatøkurnar.
Myndevnini tikin
Nú 30 kalendarar eru gjørdir,
og nummar 30 er fyri 2009, so
hava hjúnini gjørt av at gevast,
men hetta merkir ikki, at Jákup
Andreas gevst sum myndamaður.
- Hann hevur altíð myndatól við
sær, sigur Solveig.
- Ja, tað situr so djúpt, játtar
Jákup Andreas, ið brátt verður 77
ár, men honum hevur altíð dámt
væl at ganga í náttúruni, og tað
klárar hann enn, um enn beinini
eru farin at bila eitt sindur.
- Men nú kalendarin fyri 2009
er gjørdur, so var eisini trupult
at finna myndevnir, og Jákup
Andreas vil altíð hava nýggj
myndevnir til kalendaran, men nú
eru øll brúkt, staðfestir Solveig.
Dokumentarfilmar
Annað í virkseminum hjá
Jákup Andreasi er, at hann
hevur verið við til at gera fleiri
dokumentarfilmar.
Nevnast mugu filmurin frá
sekstiárunum, Burtur á Heiði,
sum er um torv og torvskurð.
Jákup Andreas gjørdi filmin
saman við Knud Gold í 1963-64,
og teir gjørdu seinni eisini ein
Føroyafilm. Filmur um korn er
eisini gjørdur.
Tað var í tøkum tíma, at
filmarnir um torv og korn vórðu
gjørdir, tí hetta var alt við at
hvørva, men øll arbeiðsgongdin
er dokumenterað við
filmsupptøkunum.
Tað kemur fyri, at fólk biða um
eldri myndir til bókaútgávu, ella
líknandi, men Jákup Andreas
ætlar á ongan hátt at gevast
sum myndamaður, hóast Føroya
Myndakalendari nummar 30
verður tann síðsti.
Hava gjørt síðsta
myndakalendaran
Myndakalendari
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Jákup Andreas og Solveig Arge hava í 30 ár givið út kalendaran við føroyskum náttúrumyndum, men nú ætla tey at gevast. Her eru tey avmyndað í náttúruni uttanfyri hús teirra á Argjum, har útsýnið
eisini er sera vakurt
(Mynd: Jens Kr. Vang)