fríggjadagur 25. juli 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 142 - 25. juli 2008
Stutt Sagt
Kina trýstir
Nepal
Tað vóru teir kinesisku
myndugleikarnir,
sum
noyddu myndugleikarnar í
Nepal at fara harðliga fram
ímóti friðarligum mótmæl
isgongum hjá tibetbúgvum,
sum búgva í Nepal. Teir
útlagnu tibetbúgvarnir hava
fleiri ferðir skipað fyri mót
mælisgongum í nepalska
høvuðsstaðnum Katmandu,
men sambært mannarætt
indafelagsskapum
hava
nepalsku myndugleikarnir
tikið fleiri teirra eftir trýsti
úr Kina. Millum annað
verður sagt, at fleiri av mót
mælisfólkunum hava verið
fyri kynsligum ágangi í
varðhaldinum.
Tað búgva umleið 20.000
tibetbúgvar í Nepal. Talan
er um fólk, sum flýddu úr
Tibet aftan á tann miseydn
aða uppreisturin ímóti Kina
í 1959, og eftirkomarar teir
ra. Sambært mannarættinda
felagsskapum eru meiri enn
8.300 tibetbúgvar tiknir í
Nepal síðani tann 10. mars.
Burtur frá
Stórting
inum
Ein 33 ára gamal, sum hev
ur gjørt seg inn á stórtings
limirnar Knut Storberget
úr Arbeiðaraflokkinum og
Per Sandberg úr Fram
burðsflokkinum,
hevur
fingið dóm fyri, at hann
skal halda seg burtur frá
tinghúsinum í Oslo, skriv
ar NTB. Rætturin avgjørdi
eisini, at maðurin skal ikki
seta seg í samband við teir
báðar tinglimirnar, hvørki
beinleiðis ella óbeinleiðis.
Tann dømdi maðurin er
upprunaliga úr Iran, men
hevur verið í Noregi í
mong ár. Men hann hevur
havt ilt við at halda norska
lóg, tí síðani 1999 er hann
meldaður fyri ikki færri
enn 18 lógarbrot.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
–HyggiðatBerlin,harsøganprógvaði,ateingin
avbjóðingerovstórtileinheim,iðstendursaman
BarrackObama
útlond
Heimurin eigur at
standa saman fyri at
møta teimum stóru
avbjóðingunum so
sum yvirgangi, veð
urlagsbroytingum
og øðrum hóttanum,
segði Barrack Obama
í røðu síni í Berlin í
gjárkvøldið
Demokratiska
forsetaval
evnið í USA, Barrack
Obama, mælti heimsins
fólki til at standa saman, tí
júst okkara tíð er tann týdn
ingarmesta
fyri
heimin,
segði hann í røðuni fyri
teimum umleið 100.000,
sum vóru komin í miðbýin
í Berlin at lurta eftir honum
í gjárkvøldið.
Obama takkaði Berlin og
Týsklandi fyri ta sjáldsomu
móttøkuna, sum hann hevði
finigð, og hann legði dent
á, at hann tosaði sum ein
amerikanskur borgari og
sum ein felags heimsborgari
og ikki sum eitt amerikanskt
forsetavalevni.
Í tí nýggja heiminum
hava vit ikki ráð til at verða
spjadd, segði Obama og
legði afturat, at tann sam
eindi Berlin er eitt tekin
um, at tað ber til at vinna á
spjaðing, bara fólk arbeiða
saman.
Tann størsti vandin er, at
vit lata nýggjar múrar skilja
okkum sundur, segði Bar
rack Obama við mannfjøld
ina, sum fagnaði honum við
rungandi lógvabrestum.
Í røðimi, sum framman
undan bleiv roknað sum tað
uttanríkispolitiska sveina
stykkið hjá tí 46 ára gamla
senatorinum, nam Obama
við søguna hjá týska høv
uðsstaðnum og serstakliga
leiklutin hjá býnum undir
Kalda Krígnum. Í hesum
viðfangi nevndi hann, at
júst nú eru 60 ár liðin, síð
ani luftbrúgvin hjá teimum
sameindu hjálpti tí avbyrgda
fólkinum í Vesturberlin, tá
sovjetski herurin stongdi
allar vegir til býin.
Undan røðuni vóru fleiri,
sum bóru røðuna hjá Obama
saman við ta tiltiknu røð
una, sum John F. Kennedey,
forseti, helt í Berlin í 1962.
Obama brúkti ikki orðini
„Ich bin ein Berliner“, men
hann sett kortini býin í
heimsljósið:
Heimsins íbúgvar
hyggið at Berlin, har søgan
prógvaði, at eingin avbjóð
ing er ov stór til ein heim,
ið stendur saman, segði
Obama.
Hesa vikuna eru
tvey smábørn
deyð í Fraklandi, tí
foreldrini lótu tey sita
í tí bilinum í teirri
bakandi sólini
Tann 38 ára gamli pápin
hevði júst verið í barnagarð
inum við sínum fimm ára
gamla soni, tá hann setti
bilin í miðbýnum í Saint
Marcel. Tað trý ára gomlu
Zoe lat hann sita eftir í bil
inum. Eftir ætlanini skuldi
hann fara til eina dagrøktar
mammu við lítlu Zoe, men
av einari ella aðrari grund
gloymdi hann tað og fór til
arbeiðis á einari verksmiðju,
har hann hevði eitt deildar
leiðarastarv. Zoe sat eftir á
baksetrinum í bilinum, og
tá pápin kom aftur til bilin
seinnapartin, var gentan
deyð. Men tað varnaðist
pápin ikki, fyrr enn hann
hevði verið í barnagarðinum
eftir soninum og skuldi lova
honum inn í bilin.
Hann skilti ikki, at gent
an sat deyð á baksetrinum,
sigur ein talsmaður fyri løg
regluna við bretska blaðið
The Times.
Annar tilburðurin
Franska blaðið Le Parisien
skrivar frá vinfólki hjá
manninum, at hann er sera
góður við síni børn , men at
hann kortini helst verður
skuldsettur
fyri
óætlað
manndráp. Læknar hava
greitt frá, at Zoe livdi mill
um tríggjar og fimm tímar,
eftir at pápin hevði sett bilin
frá sær.
Tilburðurin við trý ára
gomlu Zoe var annar til
burðurin av hesum slagnum
í Fraklandi teir seinastu átta
dagarnar. Í síðstu viku
doyði ein tvey ára gamal
drongur í bilinum, sum páp
in hevði sett frá sær í býnum
PontdeChéruy har eysturi
í landinum.
Her hevur pápin greitt frá,
at hann bleiv órógvaður av
einum ferðsluóhappi, og at
hann varnaðist einki, fyrr
enn hann sá, at ein løgreglu
maður royndi at sleppa tí
innistongda dronginum til
hjálpar. Men tá var ov seint.
Trý ára gamla Zoe kvaldist
í bilinum hjá pápa sínum
Nýggir múrar eru tann størsti vandin
Taðvaráhesumparerkingsplássinum,atlítlaZoesatíbilinumhjápápasínum
Mynd:AFP
KnutStorbergetvarðálopin
ímiðbýnumíOslo
Mynd:Aftenposten