Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 143 - 28. juli 2001 Nr. 143 - 28. juli 2001 5 Ólógliga gágguveiðan á Oyndarfirði er steðgað. Vinnumála- stýrið hevur syrgt fyri, at bátarnir, sum fiskað hava, ikki koma aftur, sigur landsstýrismaðurin GÁGGUVEIÐA Edvard Joensen Ólógliga gágguveiðan á Oyndarfirði, sum Sosial- urin skrivaði um hósdagin, er nú steðgað, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur við vinnumálum. Landsdjóralæknin hevur havt samband við teir, sum fiskað hava á Oyndarfirði, og teir eru nú givnir at fiska gággur har, sigur Bjarni Djurholm frá landsdjóra- læknanum. Annars sigur Bjarni Djurholm, at í Vinnumála- stýrinum eru tey ikki heilt samd við tí, Árni Joensen, borgarstjóri í Oyndarfirði, segði í samrøðu við Sosial- in hósdagin. Hann segði seg hava fingið at vita frá Vinnu- málastýrinum, at har høvdu tey ikki tíð at syrgja fyri sóttreinsan av bátunum, sum lógu í havnini í Oynd- arfirði. Hinvegin fekk hann oyðibløð sendandi, sum hann kundi fylla út og skrivað undir, samstundis sum hann sjálvur sóttreins- aði báratnar. Men tað helt hann seg ikki hava skyldu og førleika til. Bjarni Djurholm sigur, at Vinnumálastýrið ikki hevur sagt, at tey ikki hava tíð at gera sítt arbeiði. Hann váttar, at eitt ávíst samskifti hevur verið millum Vinnumálastýrið og borgarstjóran í Oyndar- firði. Men borgarstjórin hevur fingið at vita, at tað er sera trongligt við ar- beiðsorku í Vinnumálastýr- inum. Tað er bara ein djóralækni afturat lands- djóralæknanum, meðan arbeiðsuppgávurnar eru vaksandi. Og tað ger tað sjálvandi trupult at náa runt allastaðni, sigur Bjarni Djurholm. Men arbeitt verður í løt- uni við at leggja tað “opera- tiva virksemið”, sum lands- stýrismaðurin málber seg, út til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Eisini verð- ur í næstum lýst eftir einum djóralækna afturat, sigur Bjarni Djurholm. Tá skuldi støðan gjøstt munandi betri á veterinera økinum, vænt- ar hann. Veiðan er steðgað Vísindafólkini, sum seinasta mán- aðan hava talt hval undir Føroyum, siga, at nógvur hvalur er at síggja HVALATELJING Edvard Joensen Tað er nógvur hvalur undir Føroyum í summ- ar. Men ikki ber til at siga, um tað er tí, at nógv er til yvirhøvur, ella grundin er, at tað er so liviligt undir Føroy- um nú, at allur stovnurin er endaður her, sigur Rorethe Bloch á Nátturugripasavninum. Síðan 29. juni hevur West Freezer úr Miðvági verið úti og talt hval undir Føroyum. Við hava verið vísindafólk úr Føroyum, Danmark og Fraklandi, sum hava luttikið í kanningini, sum gjørd verður. Leið- ari fyri kanningini er franska Geneviéve Des- portes, sum fyrr hevur búð í Føroyum í sam- band við hvalagransk- ing. Tey komu aftur mikudagin. Dorethe Bloch á Náttúrugripasavninum sigur frá teljingini, at hon gekk væl. – Eg var ikki við sjálv, og enn er so stutt fráliðið, at eg havi eingi nágreinilig tøl. Men eg skilji á teimum, at nógv- ur hvalur var at síggja, sigur Dorethe Bloch. Norðmenn og íslend- ingar hava eisini luttikið í hvalateljingini. Men enn hevur ikki verið samband millum partar- nar, so endaliga støðan er ikki uppgjørd enn. Tó sigur Dorethe Bloch frá teljarunum umborð á West Freezer, at í før- oyskum sjógvi stendur væl til í summar. Bæði við talið og sløgum. Nógvur ymiskur hvalur er at síggja undir Før- oyum í summar, siga tey. Eitt nú nevna tey døgl- ing og nevhval. Stór- hvalur hevur eisini verið at sæð. Tó er royður ikki við á listanum, so vítt Dorethe Bloch dugir at siga frá. Um tað er tí, at stovn- arnir eru betri fyri enn fyrr, ella tað er tí, at minni er aðrastaðni, vita tey ikki, fyrr enn gjørt er upp bæði í Noreg og Íslandi eisini. Í fjør vórðu nakrir grindahvalir í eini grind í Sandavági merktir við sendarum. Teimum frættist frá í nakrar dagar, áðrenn teir blivu burtur. Dorethe Bloch sigur, at nú fleiri grindir hava verið í ár, hava tey sjálv- andi spent hugt eftir, um nakar av merktu hvalun- um skuldi verið uppií. Men sannlíkið fyri tí er lítið kortini, og enn hava tey ongan funnið. Hon sigur, at tey aftur í ár ætla at merkja nakr- ar hvalir. Trupulleikin í løtuni er tó tann, at tey hava ikki fingið send- ararnar til Føroya. Men tá teir eru komnir, er klárt at merkja, sigur Dorethe Bloch, sum fegnast um, at so mikið av grind longu hevur verið, at fólk hava fingið undir tonnina. – Tá verður tað eisini lættari hjá okkum at sleppa at merkja og reka útaftur, sigur hon. Nógvur hvalur undir Føroyum Gággufiskiskapurin á Oyndarfirði er nú hildin uppat Mynd: Edvard Joensen Ólavsøkurøðan, sum løgmaður skal halda í løgtinginum ólavsøkudag, er enn ikki heilt liðug. Løgmaður ætlar sær ikki at seta punktum fyrr enn á middegi sunnudagin ÓLAVSØKURØÐAN John Johannessen Seinasta punktumið í ólav- søkurøðu løgmans fyri í ár verður ikki sett fyrr enn sunnudagin. Løgmaður er júst aftur- komin í Tinganes eftir ein lítlan summarsteðg á Viðar- eiði. Tí hevur hann ikki havt so nógva tíð at gjøg- numganga tilfarið til røðuna frá ymisku aðalstýr- unum. – Eg fari nú at seta meg við røðuni, og eg rokni ikki við, at hon verður heilt liðug fyrr enn á middegi sunnudagin, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, tá Sosialurin tosaði við hann hósdagin. Tríggir partar Ólavsøkurøða løgmans í ár verður eins og undanfarin ár í trimum pørtum. Fyrsti parturin er tann, sum løg- maður lesir upp frá tingsins røðarapalli, tá tingið verður sett ólavsøkudag. Í øðrum parti verður gjølligari greitt frá ymisku málunum í løgmansrøðuni. At enda er triðji parturin av røðuni ein løglisti. Í stýrisskipanarlógini er ásett, at løgmaður á ólav- søkufundinum skal greiða frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Síðani skal løgtinið innan seks yrkadagar taka støðu landsins til umrøðu við støði í røðu løgmans. Løgmaður: Røðan verður liðug sunnudagin Løgmaður ætlar sær ikki at seta seinasta punktumið í løgmansrøðuni fyrr enn í seinastu løtu, áðrenn hon skal haldast Klaksvíkar kommuna søkir nú eftir hand- verkara, sum skal gera viðlíkahalds- arbeiðið á havna- økinum HAVNAØKI Eyðun Klakstein Tørvurin á viðlíkahalds- arbeiði á havnaøkinum er so stórt, at Klaksvíkar kommuna nú søkir eftir einum handverkara til at røkja havnaøkið. Formaðurin í havna- nevndini hjá Klaksvíkar kommunu, Torleif Sigurðs- son, hevur víst á, at neyð- ugt er við umvælingum og viðlíkahaldið á havnaøkin- um, og tað kommunan tí skal seta eitt fólk at taka sær av hesum arbeiði. Í bløðunum í gjár verður so søkt eftir hesum hand- verkara, og í starvslýsingini verður sagt, at hann skal røkja bygningar, báta- brúgvar, bryggjurnar og annað. Havnaøkið í Klaksvík er sambært formanninum í havnanevndini í ringum standi, og tí verður helst eisini okkurt umvælingar- arbeiðið at taka sær. Havnaøkið skal haldast við líka Ein handverkari skal nú setast burtur av at røkja havnaøkið í Klaksvík Sundaberg hevur gjørt roktúr eystan- fyri, og manninga- partarnir fyri tríggjar mánaðir nærkast 300.000 krónum FISKISKAPUR Eyðun Klakstein Flakatrolarin hjá JFK, Sundaberg, hevur gjørt ein rimmar túr eystanfyri. Lokalblaðið, Norð- lýsið, skrivar í gjár, at Sundaberg fekk 830 tons teir tríggjar mánaðirnar, hann hevur verið til fiskiskap. Sundaberg var í Klaks- vík týsdagin, men hann legði beinanvegin leiðina til Grimsby, har veiðan skal leggjast upp. Prís- urin á flaki er góður í løtuni, og tí kann lastin seljast fyri útivið 30 milliónir, skrivar Norð- lýsið. Um hetta verður inn- tøkan, kunnu teir umborð roknað við einum mann- ingaparti, sum fer at tátta í tær 300.000 krónurnar. Stórir manningarpartar Sundaberg hevur gjørt roktúr seinasta tríggjar mánaðirnar C M Y K 5 4