Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 143 - 28. juli 2001 Nr. 143 - 28. juli 2001 7 At nógvir ólavsøku- gestir koma til Havnar úr øllum landinum merkir eisini, at nógvar fartelefonir eru høvuðsstaðnum nú um dagarnar. Tað setir krøv til fartele- fonnetið í Havn, sum síðstu tíðina er útbygt fyri at klára alt ólavsøkutosið TELEFON- SAMRØÐUR Rúnar Reistrup Tá sekstúsund fólk sita á Tórsvølli og ringja heim við fartelefonum fyri at siga frá úrslitinum, gerst tað annars nøktandi far- telefonkervið knappliga alt ov lítið. Tað hendi millum annað tá Føroyar og Danmark leiktu lands- dyst á Tórsvølli fyri ein- um ári síðan, og møgu- leikin fyri at tað hendir aftur nú steypafinalan millum B36 og KÍ verður leikt á Tórsvølli ólav- søkudag, skuldi verið til staðar. Men á Føroya Tele ætla tey ikki at tað skal endur- taka seg, og tí hava tekn- ikarar seinastu dagarnar arbeitt við at seta meira útgerð upp á Hálsi, oman fyri Gundadal, soleiðis at nógv fleiri fólk nú kunnu tosa í fartelefon ísenn enn um hesa tíðina í fjør. Alt fleiri telefonir Føroya Tele hevur gjørt nógv við at útbyggja ka- pasitetin á fartelefonnet- inum hesa seinastu tíðina, og útbyggingin hevur í stóran mun fylgt summa- rstevnunum. Tá summarstevnur eru, savnast sum vera man nógv fólk, og alt fleiri av hesum fólkum hava far- telefon. Sambært hagtøl- um hjá Føroya Tele lá talið á GSM-fartelefon- felagum um tey trettan túsund við árssiftið. Hetta var umleið fýra túsund fleiri enn um ólavsøkutíð í fjør. Tí gerast krøvini til kapasitetin á netinum alsamt størri, og vaksandi tørvurin vísir seg serliga á summarstevnunum. 400 tosa ísenn Undan ólavsøkuni hevur Føroya Tele víðkað um kapasitetin við stórum út- byggingum á Húsareyni og smærri útbyggingum ymsastaðni høvuðsstað- num, serliga á Vaglinum og yvir ítróttarøkinum í Gundadali. Eftir hesar útbyggingar kunnu einar 400 fartele- fonsamrøður fara fram ísenn í Miðbýnum í Havn, og Føroya Tele væntar, at hetta nøktar tørvin fyribils. Ólavsøkutos krevur útbygging Tríggir vanligir danir, sum allir blivu dan- marks- og føroya- kendir av at vera við í sjónvarpssendingum, eru gestamagnet hjá Platform og Club 20 á ólavsøku. NÁTTARLÍV Rúnar Reistrup Erkan, Jill, Nico og ein lítil hópur av donskum strippar- um. Hetta eru øll fólk, sum eru komin til landið í sam- bandi við tjóðarhátíðina her, og sum seta sín dám á náttarlívið í teimum ym- isku náttklubbunum í Havn nú um ólavsøkuna. Nýggja diskotekið í bý- num, Platform, hevur í eina tíð lýst við barrkonginum Erkan, sum hvørt føroyskt mannsbarn kennir sum vinnara av sendingini »Bar- en«, ið varð víst á TV3 fyrr í ár. Síðan kunngjørdi Club 20, at aftan fyri barrdiskin hjá teimum fóru Jill og Nico at taka proppar av ølfløskum og stoyta vodka í gløs. Jill var tann seinasta, sum fór úr húsinum, sum í yvir 100 dagar var karmur um sjónvarpssendingina Big Brother hjá TV Dan- mark, og hon gjørdist so- leiðis vinnari. Club 20 hevur eisini stripparar á skránni ólavsøkukvøldini. Kaggin hevur fingið vitjan av teimum ikki so navnkendu dønunum Mona, Milla og Etalien Statien, sum dansa sokall- aðan erotiskan dans. Tey kendu kosta Havgrímur Johannesen, sum eigur og rekur Plat- form, sigur, at tað eftir hondini er blivin ein fastur táttur, at náttklubbarnir í Havn hava onkra forkunn- uga vitjan á ólavsøku. – Tað er faktiskt eitt sindur býtt av okkum, tí fólk koma kortini inn í klubbarnar á ólavsøku. At hava ein sum Erkan at standa í barrini trekkir sjálvsagt nógv fólk til og gevur fult hús, men hann er hinvegin eisini so dýrur, at tað peningaliga hevði loyst seg betur hjá mær bara at havt tey vanligu barrfólkini og hálvt hús, sigur Hav- grímur Johannesen. Platform er tann einasti av teimum trimum stóru náttklubbunum í Havnini, sum ikki hevur nakna húð á skránni um ólavsøkuna. – Striptease er í mínum eygum nakað, sum man fer til tá man er til polterabend ella kanska tá man er rukkutúr uttanlands. Eg trúgvi ikki at tað hevði hóvað okkara gestum, um vit høvdu stripparar her á ólavsøku, sigur Havgrímur Johannesen og lovar, at einki striptease verður á Platform so leingi, sum hann rekur staðið. Má koma uttanifrá Eitt Robinson-líknandi til- tak hevur verið í Múla fyri stuttum, men eingin av náttklubbunum hevur biðið fólkini haðani um at standa í barr. Og leiðarin á Plat- form hevur heldur ikki biðið nakran annan »kend- an« føroying um at standa í barrini. Hann heldur seg til Erkan. – Fólk vilja gjarna hava okkurt forkunnugt, og meðan ein konsert við onkrum av kendu føroysku tónleikanøvnunum kanska er forkunnugt í smærri føroyskum bygdum, so er tað nokkso vanligt í Havn. Skulu vit hava nakað nýtt á skránni her, má tað koma úr útlondum, sigur Havgrímur Johannesen. Í gjár stóð Erkan í barrini á Platform og Jill og Nico handan diskin í Club 20. Tey trý nýttu eisini høvi til at síggja Føroyar, nú tey eru her, og millum annað fóru tey øll trý útferð saman. Sjónvarpskendir danir vitja á ólavsøku Eftir seinastu útbygging- arnar av GSM fartelefon- netinum kunnu eini fýrahundrað fólk tosa í fartelefon í Havn ísenn. Tað skuldi eftir ætlan nøktað prátingartørvin á ólavsøku Erkan... ... Jill .... ... og Nico seta sín dám á náttarlívið i Havn nú um dagarnar Løgmaður er svunnin munandi seinasta árið. Á leið sum eitt gott veðurlambskrov er burtur. Heilsan er batnað, og tað er nógv stuttligari at vera til, sigur Anfinn Kallsberg VILJASTYRKI Edvard Joensen Løgmaður er lætnaður einastaðni millum 15 og 20 kilo seinasta árið. Hann hevur tað fínt, sigur hann, og uppskriftin er sera ein- føld. Tað er bara prinsipp. Einki sukur, lítið feitt og nógvir gongutúrar. – Eg havi ikki nortið eitt køkustykki seinasta trý- fjórðingsárið, sigur Anfinn Kallsberg. Sukur eti eg als ikki meira, og alt sjónigt feitt skeri eg burtur. So eru tað gongutúrarnir, sum eisini gera heilt góðan mun. Ein skjótan túr Inn í Dalar um dagin, plagar tað at verða til, tá hann er á Viðareiði. Í Havn er eitt sindur torforari at ganga slíkar túrar, sigur hann, men hann roynir tó, so væl tað letur seg gera. Túrurin heiman av Viðareiði, Inn í Dalar og aftur er fimm kilometrar til longdar. Hann verður ging- in í einum. Viðhvørt einsa- mallur, og viðhvørt saman við onkrum, sum tímir við, sigur Anfinn Kallsberg. Konan, Berghild, gongur ofta saman við honum, sigur hann. Teir túrarnir eru góðir í aðrar mátar eisini, tí tá hevur hann frí. Fartelefonin liggur eftir við hús. Anfinn Kallsberg sigur, at hann merkir væl á kondi- tiónini, at hann er lætnaður so mikið sum hetta góða veðurlambskrovið. Og eis- ini er orkan batnað mun- andi. Tað liggur nógv betri fyri og fellur nógv lættari at gera ymisk arbeiði nú, sigur hann. Til dømis hevur hann verið á fjálli í summar, og tað var sum eitt spæl í mun til, hvat tað hevur verið. – Ikki soleiðis at skilja, tekur hann aftur í aftur, at konditiónin átti at verið enn betri. Men eg havi so verið aftur á støðum, sum eg langt síðan hevði avskrivað. Men viðhvørt hevur tað verið hart at vera so konse- kventur. Og løgmaður við- gongur eisini, at hann hevur syndað. Um enn í minni málistokk enn fyrr. – Jú, tað var øgiliga ringt at halda seg frá síðunum í heyst. Onkur biti fór eisini niðurum. Men alt feitt, sum sjónligt var, varð skorið burtur kortini. Hinvegin uggar hann seg við, at heilt uttan ordiligan mat ber heldur ikki til at liva. Og tað er eisini stuttligt at hoyra viðmerkingarnar frá fólki. Tí fólk leggja merki til, at hann er lætnaður, sigur løgmaður. Og tey gera viðmerkingar. Tær eru positivar, og tað styrkir eisini hugin. Fyrstu tíðina gekk tað skjótt. Síðan kom líkasum eitt sindur av stígi í, og beint nú hevur tað líkasum staðið eitt sindur í stað. – Men eg kundi væl hugsað mær, at eini 5-10 kilo fóru afturat, sigur An- finn Kallsberg. Óført. Løgmaður er lætnaður 15–20 kilo, ella sum eitt gott veðurlambskrov Mynd: Álvur Haraldsen Løgmaður lætnar C M Y K 7 6