Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 - 25. juli 2008 39 lýsingar Sørvágs kommuna fer nú at rudda allar almennar vegir og øki í kommununi. Bilar, bátar, amboð og annað, sum ikki hevur frámerki, ið sigur, hvør eigarin er, verður beint burtur. Øll, sum hava slíkt órudd standandi á al- mennum øki, verða biðin um at beina tað burtur í seinasta lagi 22. august 2008. Órudd, sum ikki er burturbeint innan henda dag, fer kommunan at beina burtur. Kommunan tilskilar sær rætt at krevja úrteiðslunar av burturbeiningini endurgoldnar frá eigara- num. Samstundis heitir kommuna vinarliga á øll, sum hava bilvrak ella annað órudd standandi á egnum øki, um at beina hetta burtur. Kommunan vil fegin leiðbeina nærri um hetta. Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo Rudding VARÐAGØTA 8 · FO-380 SØRVÁGUR SORVAG@SORVAG.FO · TEL 363200 / 363206 EIÐIS SKÚLI Kolsvegur 8 · Postrúm 29 · FO-470 Eiði Heimasíða: www.eidisskuli.fo Søkt verður eftir lærara til Eiðis skúla • 1 tíðaravmarkað starv fyri lærara í farloyvi skúlaárið 2008/2009. Tann, ið settur verður skal: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í hesum lærugreinum : Føroyskt 3./4. fl., Enskt 7. fl., Føroyskt 7. fl. Serundirvísing. Tann, ið settur verður, skal røkja flokslærarauppgávuna í 7. flokki. Harumframt er ynskiligt, at viðkomandi kann taka sær av bóka- savninum. Talan er uml. 23 undirvísingartímar og 3 bókasavnstímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður ásett 1. september. Førleikakrøv: Ynskiligt er, at tann, ið settur verður hevur lærara- útbúgving. Tó eru onnur vælkomin at søkja. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Meira kann fáast at vita um starvið frá fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 22 90 45. Umsóknir, saman við c.v. og prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 31.juli 2008 kl. 12.00. EIÐIS SKÚLI POSTRÚM 29 470 EIÐI Eiðis skúli hevur undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin er væl útgjørdur við serstovum, lærarahølum og ítróttahøll. Hevur góðar umstøður til næmingar og lærarar. Í skúlanum starvast 9 lærarar og 2 stuðulsfólk. 80 næmingar eru í Eiðis skúla. Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo Tannlækni til Tannlæknastovuna á Skála Søkt verður eftir tannlækna til Tannlæknastovuna á Skála, at byrja 1. september 2008 ella eftir nærri avtalu. Á Tannlæknastovuni verða árliga viðgjørd uml. 500 børn og ung millum 0 og 16 ár. Lagdur verður stórur dentur á dygd, góða tænastu og góð samstarvsevni. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Tannlæknafelagið og Kommunala Arbeiðsgev- arafelag Føroya. Øll viðgerð fer fram á væl útgjørdu Tannlækna- stovuni á Skála, har ein tannrøktari og ein klinikkassistentur eru í parttíðarstarvi. Møguleiki er eisini fyri at gera leiguavtalu millum tannlæknan og kommununa, soleiðis at tann- læknin kann reka privata praksis á Tannlækna- stovuni ein part av degnum. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til borgarstjóran, á tlf. 22 65 19 ella kommunuskrivaran á tlf. 28 17 90. Umsóknir við viðkomandi upplýsingum skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 15. august 2008. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 · Postrúm 139 · FO-610 Saltangará Runavíkar Kommuna Lærarastarv/vikarstarv í Fuglafjarðar skúla Starv lýst leyst til setanar: • 1 lærari í tíðaravmarkað starv frá 1. sept. og alt skúlaárið 2008/2009 fyri lærara, ið fer frá við eftirløn. Søkt verður eftir lærara/vikari, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum • er stundisligur og nærlagdur Tímatalva: 2. fl.: 2t. kr., 7t. støddfr., 1t. heimst., 1t. evning 3. fl.: 8t. fø., 2t. heimst., 1t. tón., 1t. evning 5. fl.: 2t. evning Førleikakrøv: Tann, ið verða settur í starvið, skal helst hava læraraútbúgving, men onnur við aðrari útbúgving kunnu eisini søkja starvið. Lønar- og setanartreytir: Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Lærarastarvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála- ráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4 Umsóknir Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúla- stjóranum/skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 7. august kl. 10 Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 737761. Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran: suni@ffs.fo Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 290 næmingar í 16 flokkum, og her koma at starvast 34 fólk. Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo Fuglafjarðar skúli Postboks 9 · FO-530 Fuglafjørður Kassafólk Søkt verður eftir fólki at passa kassan og fylla vørur upp á hillar at byrja í august. Pf. Johannes Andreasen · Grønlandsvegur 16 Tel. 31 20 87 · ja@post.olivant.fo S T O N G T Vit hava stongt í viku 31 Opið verður aftur, sum vanligt mánadagin, 4. august Á Hjalla 20 Tlf. 31 16 31