fríggjadagur 25. juli 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 142 - 25. juli 2008
lýsingar
Stuðulsfólk til barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu
Søkt verður eftir stuðli til 9 ára gamlan drong, skúlaárið 2008/2009.
Talan er um tríggjar tímar um dagin eftir skúlatíð.
Førleikakrøv
Ynskiligt er, at tann, ið fær starvið, hevur viðkomandi royndir á økinum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya
pedagogfelag.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera barnaverndartænastuni í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. august kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til:
Tórshavnar kommunu
Barnaverndartænastan
Postboks 32
110 Tórshavn
Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til barnaverndartænastuna á telefon 30 20 60.
Leys størv
/ÀÃ
>Û>ÀÊÕ>
Tórshavnar kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir
og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar
býráð á fundi 26. mai 2008 hevur samtykt broyting í almennu byggi-
samtyktini fyri Tórshavnar kommunu og serstøku byggisamtykt
nr. 7.
Ætlaða broytingin í almennu byggisamtyktini er, at umleið 1.320 m²
av D3 økinum við Eysturskúlan verður broytt til A1 øki.
Eisini er ætlanin at serstaka byggisamtyktin nr. 7 verður broytt sam-
svarandi, soleiðis at uml. 1.320 m² av C2 økinum verður broytt
til A2 øki.
Broytingin fevnir um part av matr. nr. 692, Tórshavn.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina liggur frammi í Snarskivuni á
Vaglinum frá 28. juli til og við 22. august 2008, frá mánadegi til
fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða send Tórshavnar
kommunu skrivliga í seinasta lagi 28. oktober 2008.
Kunngerð
Tíðin rennur
Tíðin rennur
- Nýggj fløga við Stanley Samuelsen
Konsertir:
www.myspace.com/stanleysamuelsen
www.stanleysamuelsen.dk
Stuðlað hava Sosialurin, Dimmalætting, Sendistovan, Bilrøkt
Vágsbotni, Reinsaríðnum 14. juli kl. 20.00
Fuglafirði, Ribarhus 15. Juli kl. 20.00
Mini G!
Miðvági, Cafekvøld 24. juli
SMS á torginum 26. juli
Miðlahúsinum 28. & 29. juli