fríggjadagur 25. juli 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 - 25. juli 2008
37
lýsingar
Leiðari til Dagstovnin
í Skálafirði
Dagstovnurin í Skálafirði heldur til í leigaðum í
hølum hjá Kelduni í Skálafirði. Har er stutt til fjøru,
sand, á og haga.
Á dagstovninum eru 2 vøggustovur við 12
børnum í hvørjari. 10 Starvsfólk arbeiða á stovni-
num, tey flestu við niðursettum arbeiðsbrøki.
Søkt verður eftir:
Námsfrøðingi at byrja 1. sept., ella eftir nærri
avtalu, sum leiðari á Dagstovninum í Skálafirði.
Runavíkar kommuna hevur tikið stig til at byggja
nýggjan barnagarð í Søldarfirði og á Skála og er
ætlanin at leiðarin flytir við á annan av nýggju
stovnunum.
Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisit-
ingarligu ábyrgdina av stovninum. Harum-
framt hevur hann ábyrgd av:
• at stovnurin er í støðugari menning,
• at starvsfólk trívast og mennast,
• at tað støðugt verður arbeitt við at menna
námsfrøðiliga tilboðið eftir tørvinum hjá tí
einstaka barninum og út frá teimum fortreytum
sum stovnurin virkar undir.
• At samstarva við kommunalu umsitingina, við
aðrar leiðarar innan barnaansingina og við
aðrar viðkomandi stovnar
Vit leita eftir leiðara, ið er
• útbúgvin námsfrøðingur
• er førur fyri at skera ígjøgnum og taka avgerðir
• er nýhugsandi og ígongdsetandi
• hevur góð samstarvsevni
• evnar at eggja og menna starvsfólkið
• hevur góð evni at orða seg munnliga og skrivliga
• hevur telduførleika á brúkarastøði
Er eingin útbúgvin pedagogur millum umsøkjar-
arnar, kann fólk við aðrari viðkomandi útbúgving
verða sett í starvið.
Vit bjóða
• eitt sjálvstøðugt starv við avbjóðingum
• eitt mennandi umhvørvi, har tað er møguleiki
er at fáa ráðgeving og hjálp
Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Før-
oya. Leiðarin hevur tilvísing til sosialdeildarleið-
aran hjá kommununi.
Fleiri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jákup H. Foldbo sosialdeildarleiðara á tlf. 22 64 49.
Søk starvið
Við at senda Runavíkar kommunu eina umsókn í
seinasta lagi 15. august 2008, kl. 12:00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Postboks 139 · Heiðavegur 26 · FO-610 Saltangará
Runavíkar
Kommuna
Í Sernámsdeplinum er eitt hálvtíðarstarv sum ráð-
gevandi ergo-/ fysioterapeutur til setan 1. sep-
tember 2008 ella skjótast til ber leyst at søkja.
Tó verður ynskt, at tann, ið sett/ settur verður,
kortini kann arbeiða ¾ tíð hetta ár at enda.
Møguliga kunnu umstøður gera, at ¾ arbeiðstíðin
kann halda fram til 30. juni 2009. Miðjað verður
eftir, at starvið kann gerast fulltíðarstarv, sum frá
líður.
Arbeiðsstað
Setanin er í Sernámsdeplinum í Tórshavn, men er
arbeiðsøkið kanning og ráðgeving viðv. børnum
og ungum ( 0-18 ár ) kring alt landið.
Uppgávur
Høvuðsuppgávan er í greiningararbeiði at skipa
fyri rørsluligum kanningum av børnum og at
luttaka í eygleiðing av børnum, ið eru undir
kanning. At veita ráðgeving til stovnar, foreldur
og tey, ið annars eru um børnini, ið hava rørsluligar
- og sansaskipanar trupulleikar. Ein minni partur
kann vera viðgerandi venjing. Arbeitt verður í
samstarvi við HTM og Barnadeildina á LSH.
Førleikakrav
Útbúgvin ergo- ella fysioterapeutur. Fyrimun hevur
umsøkjari við eftirútbúgving og/ ella royndum at
kanna smábørn við serligum atliti til sansa-
menning.
Løn og arbeiðstíð
Eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av-
varðandi fakfelag. Arbeiðstíð, frítíð o.a. verður
løgd til rættis í samráð við stjóran í Sernáms-
deplinum.
Meira fæst at vita við at venda sær til Emmy
Joensen, settur stjóri – Sernámsdepilin tlf. 314522
( kl. 10 – 12 )
Umsókn við avriti av próvskjølum og møg. m. skal
vera Sernámsdeplinum í hendi í seinasta lagi tann
18. august 2008.
Ráðgevandi ergo-/ ella
fysioterapeutur
S E R N Á M S D E P I L I N
Sernámsdepilin
Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir
Tlf. 314522 – Fax 310196
E – postur: sernamsdepilin@snd.fo
Lesið
-so eru tit við!