fríggjadagur 25. juli 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 • 25. juli 2008
Vikuskifti
4
Níggju brúðargentur
26. juli giftast 35 ára gamli Ian Skylv Hansen og Óluvá Poulsen, sum
er 32 ár, nú tey hava gingið saman í 11 ár. Tey bæði búgva í Havn, og
tí verður vígslan í Vesturkirkjuni. Ian fer í føroysk klæði og Óluvá hevur
keypt sær ein hvítan brúðarkjóla niðri, og so hava tey lænt bobluna hjá
Sofusi at koyra við. Eitt serligt við brúdleypinum hjá teimum báðum
er, at har verða heili níggju smáar brúðargentur, ið allar verða í fínum
kjólum, sum Sanna Rasmussen hevur seymað teimum.
Ian og Óluvá eiga tvey børn, eina dóttir, sum er fýra ár og ein eitt ára
gamlan son.
Veitsla fyri 250 gestum verður í HB húsinum, har Anskar úr Dali
kokkast við trimum rættum. Afturvið verður vín og sodavatn og seinni
eisini barr. Undir borðhaldinum undirhalda
Finnbogi og Bjarni Lisberg, meðan
Spaðar Fimm spæla til dansin aftaná.
Tá brúðarparið ikki orkar meira, stendur
svitan á Hotel Føroyum klár til teirra.
Saman við jólunum er ólav
søkan stóra brúdleypshátíðin.
Komandi tveir leygardagarnar
verða í minsta lagi 14 brúdleyp
kring landið, har eini 2500
gestir fara at hátíðarhalda, at
tvey, sum eru góð, hava valt at
játta kærleikan sínamillum fyri
Gudi og fólki
Sosialurin tosaði við brúðarpørini, sum,
hóast tey øll hava úr at gera til stóra dagin,
vóru sera spent, opin og fitt at tosa við.
Felags fyri næstan øll var, at brúdleypið
verður hildið nú um ólavsøkuna, tí tá koma
útisetarnir heim - einamest úr Danmark.
Fleiri høvdu eisini jubileum um høgtíðina, tí
tey komu saman júst á ólavsøku.
Eitt annað, sum var felags fyri øll var
felagssangurin. Øll brúðarpørini høvdu
fyrireikað sangir til gestirnar, og er hetta
helst eitt serkenni her á landi. Hetta er
sostatt ein siður, sum fólk vilja varðveita
– helst tí teimum líkar hann.
Eisini tosaðu vit eitt sindur um, hvat
tað týdningarmesta er, fyri at fáa eitt gott
hjúnalag. Har vóru tey flestu samd um,
at erligheit, opið samskifti og virðing fyri
hvørjum øðrum hava alt at siga.
Amorinurnar verða í øllum førum luftaðar
um høgtíðina; vónandi bæði hjá teimum,
sum hava funnið sær ein at fylgjast við á
lívsleiðini, og hjá teimum, sum ikki hava
funnið sær ein vin fyri lívið enn. Á ólavsøku
átti úrvalið at verið bæði fjølbroytt og
rúgvismikið, so um viljin er til staðar, átti
tað var borið til at funnið sær ein maka
– um ikki fyri lívið, so fyri nakrar tímar
– ella kanska er rættari at leita í einum av
mongu brúdleypunum.
_______________________________
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Ljóst violettar
blómur í ár
Rósan er brúðarblóman burturav. Saman við
hvítum ynskja tey flestu sær ljóst violett í ár.
Annars eru føroyingar rættiliga siðbundnir og
velja sær ofta reyðar rósur til brúðarbukettina.
Kelda: Árstíðirnar
Ein stórur dagur í lívinum hjá einari smágentu – at vera
brúðargenta
Tað er gaman at vera saman..
Blómur: Gladiolus
og sólblómur
Litir: Turkis og hvítt
Møttust á Ólavsøku-
konsertini 1998
28 ára gamla Kjarta Johannesen og 30 ára gamli Erland E. Jacobsen,
sum búgva á Argjum, eru eitt ordiligt ólavsøkupar. Tað eru nevniliga
akkurát 10 ár liðin, síðan tey funnu hvønn annan á Ólavsøkukonsertini
í 1998. Um hetta mundið í fjør fór Erland niður á knæ og bað um hond
Kjartu, sum er ættað úr Dali. Nú, eitt ár seinni, leygardagin 26. juli, geva
tey bæði hvørjum øðrum jaorð í Dals kirkju. Aftan á verður skotið fyri
teimum sum siður er í Dali. Aftaná verður veitsla fyri umleið 180 fólkum
í bygdarhúsinum Eiriksgarði, har Elisabeth Myllhamar borðreiðir við
trimum rættum, øli, víni og sodavatn. Kjarta fer í hvítan brúðarkjóla
frá Brúðarlín, og Erland í myrkan klædning frá Kallkyn. Smáu børnini,
drongur og genta, vera í fínum brúðarklæðum. Til dansin hava tey biðið
suðuroyingarnar Eyðun og Niel undirhalda.
Blómur: Rósur
Litir: Violett
og hvítt
Blómur: Rósur
Litir: Hvítt, reytt
og gull