Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 142 • 25. juli 2008 Brúðgómurin finnur brúðarbólið Eitt vakurt kvøld í Trinidad, undir glampandi stjørnuhimni, fór 30 ára gamli Magnar Haldur Næs á knæ fyri unnustu síni Jenny Niclasen, sum er 24 ár. Játtandi svar hennara verður váttað í Tvøroyrar kirkju leygardagin 26. juli og hátíðarhildið við 280 gestum í Royn høllini í Hvalba sama kvøld. Stóra dagin verður Magnar í føroyskum búna við hvítum vesti og hosum, og Jenny hevur keypt sær ein hvítan brúðarkjóla niðri. Tvey fín brúðarbørn fara at ganga aftaná brúðarparinum, bæði í fínasta stási. Í køkinum fer Randi Petersen at ganda við trimum rættum. Afturvið verður øl, snapsur og sodavatn og seinni verður barr. Harmonikan leikar undir borðsanginum og orkestur spælir upp til dans aftaná. Hóast Magnar og Jenny hava gingið saman í seks ár og búgva saman í Havn, veit hon ikki enn, hvar tey skulu sova brúðarnáttina. Tey greiða frá, at har suðuri er siður, at brúðgómurin finnur eitt bóli til brúðarnáttina, men at tað verður hildið loyniligt fyri brúðrini, til tey fara at leggja seg. Útisetar koma heim at giftast Jóhanna Maria Mørkøre úr Havn og Arnhold Olsen úr Klaksvík eru ávikavist 28 og 26 ára gomul. Tey hava nú gingið saman í 2 ½ ár, og eru komin heim úr Danmark í summarferiuni at giftast. Ætlanin er at flyta saman í eina íbúð, tá tey koma niður aftur. 26. juli verða tey vígd í Ebenezer, og síðani koma eini 220 fólk í veitslu í Oasuni, har Masa Heinesen borðreiðir við trimum rættum, vatni og cider. Jóhanna Maria fer í hvítan brúðarkjóla og Arnhold í myrkan klædning, sum alt er keypt niðri. Tey verða eisini væl koyrandi í einum bili frá Reyni Service. Jóhanna Maria og Arnhold lærdu hvønn annan at kenna á kollegiinum, har tey búgva í Keypmannahavn, og í Kristnastovu, har bæði ganga. Hann bað um hond hennara ein vakran dag, hann hevði bjóðað henni út at eta á fínari matstovu tætt við Kongens Nytorv. Síðani spákaðu tey sær yvir í Amaliehavan, har hann fall á knæ og flutti fram bønarorð – og hon segði ja beinanvegin. Jóhanna Maria og Arnhold hava leigað sær eini hús úti á bygd til brúðarnáttina og fara brúðarferð til Azorurnar í eina viku. Ringarnir skulu vera slættir Tey flestu keypa giftingarringar í 14 karat gull og nógv velja eisini at fáa ein ella tveir brillintar í ringin hjá damuni. Ringarnir skulu vera slættir, tí mynstur eru ikki modernað longur. Ringarnir kosta úr 3.000 krónum fyri parið, men flestu føroyingar brúka einar 6.000 krónur uppá ringarnar. Kortini eru summi, sum fara heilt upp í 20.000 krónur fyri parið - tá eru fleiri brillantar í kvinnuringinum. Kelda: Niels L. Arge Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, skrivaði bókina um føroyskar brúdleypssiðir frá umleið ár 1500 til í dag. Heitið á bókini er »I ærlige brudefolk - bryllup på Færøerne«. Í bókini eru myndir og tekstur, og kostar hon 286 kr. í bókabúðunum. 26. juli giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík 20 ára gamla Hallgerð Brim úr Klaksvík og 21 ára gamli Ovi Magnussen av Toftum. Aftaná verður veitsla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fyri umleið 200 gestum. Tað verður Verner Olsen av Toftum, sum borðreiðir við trimum rættum og kaffi omaná. Afturvið verður vatn og sodavatn. Beiggi Hallgerð spælir í orkestri, sum fer at spæla til veitsluna. Hallgerð hevur keypt sær ein hvítan brúðarkjóla niðri, og konurnar í familjuni gjørdu føroysku klæðini við hvítum vesti og hvítum hosum til Ova. Tey bæði hava eisini biðið eina lítla gentu í fínum kjóla koma fram til altarið við ringunum. Ovi og Hallgerð, sum funnu hvønn annan gjøgnum studentaskúlan og heimamissiónina, hava longu gingið saman í 2 ½ ár og ætla sær at flyta saman á Oyrasundskollegiinum aftan á summarferiuna. Hann hevur longu lisið niðri í eitt ár, og nú skal Hallgerð eisini undir lesnað. Brúðarnáttina vera tey heima hjá foreldrunum hjá Ova. Har hava tey innrættað hansara gamla kamar til hjúnakamar og ætla so bestemt at blaka foreldrini út í nakrar dagar, so tey fáa frið. Eisini hava tey leigað seg inn á Hotel Føroyar um ólavsøkuna. Flyta saman á Oyra­ sunds kollegiinum Blómur: Rósur Litir: Myrkt rosa, ljósagrønt og krem Blómir: Rósur Litir: Pink og lime Blómur: Liljir Litir: Grønt, ráhvítt og gull Ball til den lyse morgen 2. august hátíðarhalda 130 fólk stóra kærleiksdagin hjá 29 ára gomlu Randi Næss Joensen og 30 ára gamla Torbjørn Andrias Lisberg, sum giftast í Havnar Kirkju. Tey bæði funnu hvørt annað á einum diskoteki í Keypmannahavn, har tey eisini búgva saman á fimta ári. Á Valentinesdegnum í ár, tann 14. februar, bjóðaði Torbjørn Randi út at eta fínt. Tá fall hann eisini á knæ og bað um hond hennara. Henni nýttist onga umhugsunartíð, tók ímóti ringinum og svaraði ja. Til veitsluna, sum verður í Pállstovu, fer Hansa Johannesen at kokkast við trimum rættum. Harumframt verður køkuborð, morgunmatur og alt hugsandi at drekka afturvið. Brúðarparið hevur keypt sær stás í Danmark: Randi ein hvítan brúðarkjóla og Torbjørn myrkan klædning. Eisini verða tvær lítlar brúðargentur í fínum diddukjólum, og til felagssangin verða harmonika og gittari. Dansurin verður ikki at kimsa at, tí Fróði og Deiggj undirhalda til den lyse morgen – men áðrenn hetta, er brúðarparið helst farið heim á Hotel Hafnia, har svitan stendur klár.