Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 143 - 28. juli 2001 Nr. 143 - 28. juli 2001 11 Á ólavsøku verður skipað fyri barna- sjónleiki niðri á Gamla Meiarínum. Sjónleikurin eitur Gátuføra Gívurin, og eru tað Súsanna Tórgarð, Birita Mohr og Gunnvá Zachariassen, sum eru tengdar at leikinum SJÓNLEIKUR Heini í Skorini Aftur í ár verður møgu- leiki hjá børnum at leita sær oman á Gamla Meiaríið á ólavsøku at hyggja at barnasjónleiki. Seinastu fimtan árini hevur altíð verið okkurt barnatiltak á skránni á hesum øki, og í ár er einki undantak. Onkun- tíð hevur verið skipað fyri stórum sjónleikum, sum hava verið leiktir uttandura við Smiðjuna í Lítluvík, meðan tað fleiri ferðir eisini hevur verið spælt inni. Í ár verður spælt inni, á Gamla Meiarínum, og eru tveir leikarar við í leikinum. Talan er um royndar og kendar leik- arar, og tað eru tær báðar Birita Mohr og Gunnvá Zachariassen, sum spæla, meðan Súsanna Tórgarð hevur skrivað leikritið og leikstjórnað. Leikurin er bygdur á eitt gamalt ævintýr, og haðani hevur Súsanna Tórgarð skrivað leikin. Tað er ikki eitt óvanligt ævintýr, talan er um, og flestu vanligu ævintýra- fyribrigdi eru at síggja í leikinum. Eins og til allar aðrar sjónleikir sigur Biritia Mohr, annar leikarin í leikinum, at nógv orka og tíð er løgd í sjónleik- in, og at tey hava roynt at fingið leikin at vera so góðan sum gjørligt. Havandi í huga, at hetta eru royndir sjónleikarar, sum vita hvat teir gera, kunnu hyggjararnir utt- an iva vænta sær eina góða sýning. Neyðugt við onkrum til børnini Birita Mohr sigur, at tey gera hetta orsaka av børnunum, og at hetta er eitt neyðugt tiltak til børnini. Á ólavsøku eru ofta ov fá tiltøk, sum serliga eru ognað børn- um, meðan tað kanska er í meira lagi til vaksin. Tískil síggja leikararnir hetta sum eitt neyðugt alternativ til yngra ættarliðið. - Um einki er til børn- ini uttan ísar og ballónir, verður ólavsøkan ikki serliga áhugaverd fyri tey, og tískil gera vit hetta, sigur Birita Mohr. Sýningarnar á ólav- søku vera ólavsøkuaftan klokkan 18 og ólavsøku- dag klokkan 16 og 18. Síðani er ætlanin at hava nakrar sýningar beint eftir ólavsøkuna, so tað ikki bert vera hesar tríggjar sýningarnar á sjálvari ólavsøkuni. Barnasjónleikurin eitur Gátuføra Gívurin, og er fyrsta sýning sum sagt ólavsøkuaftan klokkan 18 á Gamla Meiarínum. Barnasjónleikur á ólavsøku 11-12 fólk vera til arbeiðis á løgreglu- støðini um ólavsøk- una, og vaktirnar eru á 12 tímar. Arbeiðs- ætlan varð løgd seinast í juli, og fundir hava verið við Býráðið um trygdina. Petur Poulsen, varaleiðari á politi- støðini, sigur, at teir eru væl fyrireikaðir ÓLAVSØKAN Heini í Skorini Løgreglan hevur fyrst í juni mánaði verið á fundi við Býráðið um øll serloyvi, søkt verður um á ólavsøku, og seinnni hava aftur verið fundir saman við m.a. Reyða Krossi, sløkkilið- num og landssjúkrahúsin- um á býráðnum um trygd- artiltøk til midnáttarsangin. Løgreglan hevur 11-12 fólk í arbeiði um ólavsøk- una, og vaktirnar eru á 12 tímar. Arbeiðsætlan er løgd seinast í juni mánaði, og Petur Poulsen, varaleiðari á Politistøðini, sigur, at teir eru væl fyrireikaðir, og at allir menn kenna sína uppgávu. - Tað er altíð nógv at gera, og serliga gevur fulla fólkið løgregluni eitt sindur av trupulleikum. Tá kalt ella vátt er í veðrinum, er hættisligt at detta av, og nógv orka verður nýtt til henda trupulleika á ólav- søku, sigur Petur Poulsen. Petur Poulsen sigur, at viðvíkjandi trupulleikanum av avdotnum fólki, er her- bergið hjá Frelsunarherin- um ein dyggur stuðul, og har verður tikið sær væl av fólki, sum koma illa fyri. Samstarv við aðrar trygdarbólkar Annars sigur Petur, at teir heilt stóru bardaganir og og trupulleikarnir eru fáir av, hóast onkur altíð kemur upp at keglast. - Tá ein hugsar um tað nógva fólkið, eru fáar av teimum heilt stóru van- lukkunum. Tað er allatíðina arbeiði á skránni hjá okk- um, men vit vóna at sleppa undan at skula steðga heilt stórum balladum, sum kunnu vera til stóran skaða, sigur Petur. Løgreglan hevur sam- starva nógv við býráðið, Reyða Kross, landssjúkra- húsið og sløkkiliðið, og fara allir hesir trygdar- felagsskapir at samarbeiða um ólavsøkuna. Ambulans- ur vera eisini til reiðar í miðbýnum í Havn, og sostatt má sigast, at eitt vælskipað trygdarnet er í ár fyriskipað á ólavsøku. Við arbeiðsætlanum, fundum við aðrar trygdar- bólkar og nógvari manning er løgreglan til reiðar til ólavsøkuna 2001, og Petur Poulsen er bjartskygdur. - Undanfarin ár hava fáar av stóru vanlukkunum verið, og tá vit í ár eru so væl fyrireikað á politi- støðini, samstundis sum samarbeiðið við júst nevndu felagsskapir er gott, skal alt nokk ganga eftir ætlan, sigur Petur Poulsen, varaleiðari á Politistøðini, at enda. Løgreglan lagt arbeiðsætlan til ólavsøkuna Løgreglan hevur samstarva við býráiðið, Reyða Kross, sløkki- liðið og landssjúkrahúsið, og eru fyrireikingarnar til ólavsøkuna góðar C M Y K 11 10