týsdagur 31. juli 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 144 - 31. juli 2001
Nr. 144 - 31. juli 2001
3
ÓLAVSØKA
Dagfinn Olsen
Ólavsøkudag eru løg-
tingsmenn, landsstýris-
menn, prestar og em-
bætisfólk
í
kirkju.
Skrúðgonga er úr og í
Dómkirkjuna. Tingið
verður sett og løgmans-
røða er á skránni.
Í ár var henda hátíðar-
løta merkt av, at veðrið
var heldur vánaligt. Ikki
vóru mong kring ting-
húsvøllin, tá sangurin
var har og ein av nýggju
ólavsøkukantatunum var
framførd og tey flestu
mundu uppliva hetta og
skrúðgonguna á sjón-
varpsrútinum.
Hans Eiler Hammer,
prestur, helt ólavsøku-
prædikuna. Vanliga eru
mong og hyggja at
skrúðgongunii
og
í
kirkju. Men bæði innan
og uttan kirkjugátt tykt-
ist heldur fáment.
Veðrið
var
heldur
vánaligt og tey vóru
mong, ið bóru ótta fyri,
at stóra flaggstongin á
Tinghúsvøllinum skuldi
brotna, sum hon gav seg
undan nógva vindinum,
meðan ólavsøkukantat-
an var framførd.
Óivað kom væl við
hjá teimum, ið gingu
skrúðgongu, at sleppa
inn og at fáa ein góðan
bita. Vanligt er, at bispur
bjóðar prestunum ein
betri bita eftir hátíðar-
løtuna. Og hóast tingfor-
maðurin í ár gjørdi av, at
bert virkandi prestar
skuldu ganga skrúð-
gongu, og teir eldru so-
statt ikki taldust í hesum
skara, so vóru teir eldru,
fráfarnu
prestarnir
bodnir við til døgurða
hjá bispi.
Løgtingsmenn
og
landsstýrismenn
fáa
eisini vanliga ein betri
bita. Løgtingsformað-
urin hevði í ár gjørt av at
bjóða teimum heim til
hús.
Ólavsøkudagur
var
merktur av veðrinum og
ikki fyrr enn eftir mið-
nátt og sangurin á
vaglinum
ljómaði,
blíðkaði aftur.
Skaldið Christian
Matras hugleiddi og
yrkti so hegnisliga:
Sigl oyggj fram úr
mjørka, nú ert tú eitt
skip. Dygd yrkjarans
er oftast júst at seta
orð á hetta, ið liggur
opið fyri okkum
øllum, men sum ikki
sæst í gerandismjørk-
anum, uttan eitt
sindur av umhugsni
NÁTTÚRA
Dagfinn Olsen
Leitar
ein
sær
útum
bøgarðarnar, uttan mun til,
hvar ein annars er staddur,
so er ber til at ognast vakrar
náttúruupplivingar, hóast
veðrið ikki ber boð um tað
niðri í myrka túninum
Tikið verður til, at skóg-
urin sæst ikki fyri trøum.
Ofta síggja vit ikki tað
vakra, ið land okkara hevur
at bjóða, tí vit eru ov vána-
ligir eygleiðarar.
Ferðafólk við Smyrli til
Suðuroyar
hóskvøldið
høvdu tó náttúrligar orsøkir
til einki vakurt at hóma við
oyggjum okkara.
Mjørkin
lá
nevniliga
tjúkkur, so ikki sást fram
um stavn.
Komin í land, kundi ein
trilva seg fram eftir heldur
smølu vegunum í Suður-
oynni.
Men komin niðan á,
lætti. Tá sást, at talan var
um pállamjørka. Har niðri í
mjørkanum
høvdu
vit
ferðandi siglt. Útsýnið av
Hovsegg hetta kvøld var
sum úr vindeyganum á ein-
um flogfari. Skýggj undir
og klárur himmal yvir.
Ein vøkur sjón. Luftin
reyð og upp úr mjørkanum
hevjaði Lítla Dímun seg.
Niðri í mjørkanum var
trupult at ímynda sær, at
omanfyri var henda vakra
sjón. Men Føroyar eru
vakrar, um enn vit ikki altíð
eru til reiðar at viðganga
hetta, tá mjørkin fjalir.
Ofta verður tikið til og
yrkt um eydnuna og alt tað
vakra, ið er her heima og
sum einum ikki nýtist at
leita út í heim eftir. Og
hetta er vert at hugsa um og
leggja sær í geyma.
Tummar M. Smith sigur
so væl í sanginum Nánd:
Tann eydnan, tú hómar um
blánandi fjøll,
hvør sigur hon finst ei í
heimahøll ?
Tú átti ei friðleysur leita so
fjart,
men lært teg at elska tað,
sum tú sært
Sigl oyggj fram úr mjørka
Útsýnið av Hovsegg hetta kvøld var sum úr vindeyganum á einum flogfari. Skýggj undir og klárur himmal yvir. Luftin reyð og
upp úr mjørkanum hevjaði Lítla Dímun seg
Mynd: Dagfinn Olsen
Skrúðgonga
í vánaligum veðri
Veðrið var heldur vánaligt ólavsøkudag og ikki vóru tey
mong, ið hættaðu sær út at hyggja at skrúðgonguni
Mynd: Jens K. Vang
Løgmaður nýtti í
seinastu løgmansrøðu
síni hetta valskeiðið
høvið at fílast á eftir-
lønarskipanina fyri
landstýrismenn og at
leggja eftir donsku
stjórnini í hørðum
vendingum fyri síðan
at koma við einari
langari og ikki so
hvassari frágreiðing
um hví einki bleiv av
fráboðaðu fólkaat-
kvøðuni í mei
LØGMANSRØÐA
Rúnar Reistrup
Sjálvstýrismál hava fylt
nógv á dagsskránni hjá
sitandi landsstýri, og hetta
sást aftur í røðuni hjá løg-
manni ólavsøkudag, har
sjálvstýrismál fingu nógv
orð við á vegnum.
Tað var eisini í hesum
partinum av røðuni, at løg-
maður feldi tey hvassastu
orðini og kom við teirri
longstu frágreiðingini.
Løgmaður
segði
um
donsku stjórnina, at hon ger
fullveldistilgongdina
so
trupla sum gjørligt, og at
hon leggur allar hugsandi
løgfrøðiligar og politiskar
fótonglar, sum hann orðaði
seg.
Tann parturin av løg-
mansrøðuni, ið snúi seg um
sjálvstýrismál, byrjaði ann-
ars við einari gjøgnum-
gongd
av
sjálvstýris-
gongdini, sum hon hevur
verið, síðan Føroya Lands-
stýri sleit samráðingarnar
við donsku stjórnina 26.
oktober 2000.
Grundgav fyri
avlýsingini
Her nýtti løgmaður eisini
høvi at geva Føroya fólki
eina frágreiðing um, hví
tann fráboðaða fólkaat-
kvøðan um sjálvstýri ong-
antíð gjørdist til nakað.
Grundgevingin,
sum
løgmaður førdi fram í røðu
síni, fyri at avlýsa fólka-
atkvøðuna var, at hann ikki
vildi vera við til at innlima
Føroyar í danska ríkið.
Løgmaður segði, at »av tí
at danska stjórnin tulkaði
fólkaatkvøðuna, sum eina
endaliga atkvøðu um fult
sjálvstýrið her og nú, um
føroyingar atkvøddu ja, og
eina innliman í danska
ríkið, um føroyingar at-
kvøddu nei«, varð fólka-
atkvøðan avlýst.
Hetta var egna grund-
geving løgmanns, og hann
kom ikki inn á tað álvarsl-
igu ósemju, sum var í
landsstýrinum um avlýstu
fólkaatkvøðuna.
Tunnil undir
Leirvíksfjørð
Annars
nýtti
løgmaður
høvið at finnast at samtyktu
eftirlønarskipanini
fyri
landsstýrismenn og segði
seg hava tikið stig til at
»hesi viðurskiftini aftur
koma í rættlag«.
Líkt er eisini til at løg-
maður eisini brúkti røðuna
sum høvi at seta tann í
løtuni
nógv
umtalaða
undirsjóvartunnilin
um
Leirvíksfjørð longur fram á
dagsskránna. Í innleiðandi
partinum av røðuni segði
løgmaður: »fyrireikingar
eru byrjaðar til ein tunnil
undir Leirvíksfjørð«. Hig-
artil hevur bert verið tosað
um at kanna umstøðurnar,
men orðing løgmanns bar
brá av meira.
Hendan
løgmansrøðan
var tann seinasta hjá An-
finni Kallsberg, løgmanni,
hetta valskeið.
Gott veður er oftast
løgregluni ein lætti
um ólavsøkuna. Í ár
gjørdist serliga seinni
helmingur av ólav-
søkuni ófantaligur,
men løgreglan hevur
kortini havt eina
friðarliga ólavsøku
ÓLAVSØKA
Dagfinn Olsen
Á politistøðini í Havn siga
tey, at tey har hava havt
eina stak friðarliga ólav-
søku.
- Tað hava ikki nógv fólk
sovið inni á støðini, segði
vakthavandi, tá vit fregn-
aðust í gjár.
Neyvu tølini vóru ikki til
taks, men náttina til mána-
dagin høvdu bert tveir
sovið rúsin av á støðini.
Veðrið gjørdist gott út á
leygardagin, men sunnu-
dagurin var vátur við
nógvum vindi. Tá náttin
kom, gjørdist tó heldur
blíðari og tá mánamorgunin
kom, var rættuliga gott
veður. Hesum nutu tey
mongu gott av, ið framvegis
hildu ólavsøku, tá gerandis-
dagurin kom mánamorgun-
in.
- Veðrið bleiv gott seinni
í nátt og hevur hildið sær,
segði vakthavandi mána-
morgunin.
Fløskur og gløs
Einki tiltak var, sambært
løgregluni, ið kravdi serlig
átøk frá løgregluni, ið
annars var væl mannað um
ólavsøkuna.
Fríggjakvøldið var ólav-
søkukonsertin. Tá savnast
nógv fólk. Mong eru ný-
byrjarar, tá tað snýr seg um
ólavsøkuhald,
og
hetta
merkir nøkur teirra.
Tó gekk alt væl, sigur
løgreglan, men viðmerkir
samstundis, at nakað av
trupulleikum var av fløsk-
um og brotnum glasi.
Onkur datt og tá var
óheppið við mongu glas-
pettunum.
Men sum heild ein stak
friðarlig ólavsøka, stað-
festir løgreglan.
100 ára føðingardagur
Mikudagin 1. august 2001 verður
Malla Reynbú í Funningi 100 ár
Dagurin verður hildin soleiðis:
Kl. 10.00 Móttøka fyri almennum persónum og
familju í Korndalsbýlinum á Eiði.
Kl. 12.00 Døgurði fyri innbodnum á Hotel Eiði
Kl. 16.00–18.00 Malla verður at hitta í Korndalsbýlinum
Kl. 16.00–19.00 Opið hús í skúlanum í Funningi
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Funnings Kommuna
&
Korndalsbýlið
Stak friðarlig ólavsøka
Løgreglan hevði eina friðarliga ólavsøku
Mynd: Jens Kristian Vang
Løgmansrøða við biti í
Ekstra Bladet hevur orð á
sær um at siga tingini so-
leiðis sum tey eru og oftani
verður rópt rættiliga hart
um tingini. Í oddagreinini
hjá Ekstra Bladet mána-
dagin fær løgmansrøðan av
at vita.
- DERFOR KAN MAN
blive noget så træt, når man
hører Anfinn Kallsberg
fornærmet udtale, at Dan-
mark ikke vil samarbejde
og i øvrigt blander sig for
meget i færøske anliggend-
er, verður sagt í oddagrein-
ini eftir at greini hevur við-
gjørt ríkisrættarligu sjónar-
miðini hjá løgmanni í
røðuni.
Oddagreinin vísir tó eitt
sindur av vælvilja yvirfyri
løgmanni, men sum heild
er talan um rættiliga nega-
tivan tóna, har eingir fing-
rar verða lagdir ímillum.
Ekstra Bladet sær sjónar-
miðini hjá løgmanni sum
gleðilig fyri danska skatt-
gjaldaran, og oddagreinin
heldur tað ikki vera lítið
løgið av løgmanni, at biða
um at fáa blokkin skerdan
komandi tíðina.
Oddagreinin ber eisini
tað sjónarmið fram, at so
leingi tað er eitt peningaligt
samstarv millum Føroyar
og Danmark, so vilja danir
altíð blandað seg uppí, sum
tikið verður til.
hr
Løgmansrøðan útskeldað í Ekstra Bladet
C
M
Y
K
3
2