Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 144 - 31. juli 2001 Nr. 144 - 31. juli 2001 5 Fólk, ið fáa hita frá Fjarhitafelagnum, nokta nú at gjalda rokningarnar, tí tey eru misnøgd við príspolitikkin hjá felagnum FJARHITI Eyðun Klakstein Stríðið millum Fjarhita- felagið í Havn og brúkarar- nar av fjarhitanum eru nú harnað aftur. Nú nokta fleiri brúkarar fyri at gjalda rokningarnar, sum koma frá Fjarhita- felagnum, og summi vilja ikki gjalda meirkostanðin, sum er komin í ár. Ein av teimum, sum nú hevur steðgað gjaldingini fyri fjarhitan, er Suni Poul- sen, sum eisini er í serligu fjarhitanevndini hjá Eig- arafeløgunum í Hoyvík. – Eg havi steðgað gjald- ingini til Fjarhitafelagið, tí eg eri so misnøgdur við teirra príspolitikk, sigur Suni Poulsen. – Vit hava stríðst við Fjarhitafelagið í fýra ár, men vit eru ongan veg komin, og tí mugu vit gera vart við okkum á hendan hátt, sigur hann. Gamalt stríð Stríðið millum Fjarhita- felagið og tey, sum brúka fjarhitan, er fleiri ára gamalt. Tá fólk fóru í húsini í býlingunum í Hoyvík fingu tey fjarhita ístaðinfyri oljufýr. Tórshavnar komm- una lovaði tá, at fjarhitin ongantíð skuldi verða dýr- ari enn oljan. Brúkararnir av fjarhita halda, at teir gjalda meiri fyri fjarhitan, enn onnur gjalda fyri oljuna, og hetta hava tey víst á í útrokning- um, sum tey hava gjørt. Nevndin í Fjarhitafelag- num hevur svarað hesum útrokningum við at siga, at prísurin hjá teimum er í lagi. Fjarhitanevndin hjá eig- arafeløgunum vil hava eina óhefta kanning av prísinum hjá Fjarhitafelagnum, men hesa kanning hava tey ikki fingið enn. Nevndin tekur málið upp Nýggj nevnd er vald fyri Fjarhitafelagð, og formað- urin í nevndini, Kristian Fríðrík Olsen, sum umboð- ar SEV, segði fríggjadagin við Útvarpið, at nevndin í Fjarhitafelagnum fer at viðgera spurningin um eina kanning av prísinum. Hann vildi ikki lova, at ein kanning verður gjørd, men nevndin fer at taka málið upp. Ímeðan heldur stríðið millum Fjarhitafelagið og brúkararnar fram, og nú brúkarar eru givnir at gjalda fyri fjarhitan er líkt til, at ein kanning helst verður gjørd av prísinum. Nýggja nevndin í Fjar- hitafelagnum skal hava fund miðskeiðis í august mánaði. Nokta at gjalda fyri fjarhita Stríðið um fjarhitaprísin heldur fram, og nú nokta brúkarar at gjalda rokningar frá Fjarhitafelagnum Ólavsøkumorgun leitaðu verjuskip og tyrla eftir einum báti, sum hevði boðað Tórshavn Radio frá, at hann fann ikki til hús aftur LEITING Edvard Joensen Tíðliga sunnumorgunin boðaði Tórshavn Radio Marinustøðini og Vaktar- & Bjargingartænastuni frá, at ein bátur rópti á kanal 16 og segði, at hann visti ikki, hvar hann var staddur. Tjaldrið og Triton fóru beinanveg at royna at peila seg fram til bátin, eins og tyrlan hjá Triton fór á flog. Komið varð eftir, at báturin helst var staddur sunnanvert Tindhólm ella har á leið. Tað vísti seg eisini at passa, og tyrlan fann bátin suður úr Tindhólmi. Um- framt at hann ikki visti at siga, hvar hann var staddur, var báturin eisini uppsteðg- aður, tá hann var funnin. Veðrið var tá longu øtlað nakað, um enn tað ikki varð vorðið til tað illveðrið, tað seinni gjørdist, verður sagt av Marinustøðini. Ein einsamallur maðuri var í bátinum, sum var farin av Sørvági leygarkvøldið. Báturin varð sleipaður á Sørvág, har løgreglan stóð fyri honum, upplýsir Eli Lyngvej Larsen, pressuoffi- serur á Færøernes Kom- mando. Tá Sosialurin tosaði við Færøernes Kommand beint fyri evstamark í gjár, var ikki greitt, um løgreglan fór at gera nakað meira við málið, segði Eli Lyngvej Larsen. Og hvørki vakthav- andi á politistøðini í Vágum ella í Havn visti at siga nakað um, hvørt nakað meira fór at henda. Tað kann lættliga gerast ein dýr søga, um neyðugt verður at leita eftir fólki orsakað av ólíkindum. Eli Lyngvej Larsen, pressuoffiserur á Færøer- nes Kommando, sigur, at um so er, at løgreglan fer at reisa eitt politimál fyri eitthvørt óregluligt í sam- band við slíka sigling og leiting sum hesa sunnu- morgunin, er ikki óhugs- andi, at Færøernes Kom- mando eisini fer at senda rokning fyri tyrluflúgving. Og tað kann skjótt gerast ein dýrur túrur. Tí tyrlan var á flogi í ein tíma og eitt korter hendan morgunin, og hvør flogtími kostar 29.000,- krónur, verður sagt av Færøernes Kom- mando. Fann ikki heimaftur Bæði Tjaldrið og Triton - við tyrluni - vóru og leitaðu sunnumorgunin Savnsmynd - Tað kann vera hug- móð at rokna við, at olja verður funnin í summar. Talan kann gerast um oljuleit- ingar heldur enn um oljuframleiðslu í mong ár enn segði løgmaður m.a. í síni røðu á ólavsøku LØGMANSRØÐA Jan Müller Hvørt ár á ólavsøku heldur løgmaður eina røðu til alla tjóðina. Hon er ein gjøg- numgongd av útvikling- inum seinasta árið/árini og ein meting av framtíðini. Ikki var so nógv nýtt í røðuni hesaferð, sum mest var ein uppreksan av gongdini hesi seinastu trý árini samgongan hevur sitið. Hann nevndi tó, at tað er nakað serligt at umøða oljumál júst á hesi ólav- søkuni. Vísti, á at fyrsti borurin varð settur í før- oysku undirgrundina fyri umleið trimum vikum síðani. Og í hesi vikuni byrjaði tann næsta boring- in. Gongur eftir ætlan skal triði brunnurin á føroyska landgrunninum borast í september. Løgmaður vísti á tær nógvu og drúgvu fyrireik- ingarnar, sum eru gjørdar seinastu árini. Lógir eru smíðaðar, ið seta neyvar karmar fyri virksemið, fyrisitingin er skipað, umhvørviskanningar eru gjørdar og tilbúgvingar- viðurskiftini eru fingin í rætt lag. -Virksemið er nú byrjað í tí sannføring, at øll neyðug stig eru tikin til tess at tryggja, at oljuleitingin fer fram á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt segði løgmaður og helt fram: - Nú verður bíðað í spenningi eftir fyrstu úrslitunum, sum verða tøk um fáar vikur. Verður rakt við olju í summar standa nógvir stórir spurningar fyri framman. Er talan um nøgdir, ið gera oljuleiting- ina rakstrarverduga? Hvussu skal oljan takast upp? Eigur oljan at verða tikin í land í Føroyum? Og hvørji verða árinini á mentan, búskap, fiskivinnu og samfelagið annars spurdi løgmaður og segði, at hetta alt eru viðkomandi spurningar, sum landsstýrið arbeiðir við og sum størri dentur fer at verða lagdur á, um tað í heyst gerst neyð- ugt at ætla um hesi viðurskifti. - Um kolvetni í fram- leiðsluverdum nøgdum verður funnið á føroyska landgrunninum fer tað at føra til broytingar í føroyska samfelagnum – men neyðturvuliga ikki til tað verra. Tað er skyldan hjá myndugleikunum at byrgja upp fyri, at ávirk- anin endar við at avskepla okkara mál, mentan og samfelag. Vit eiga tó hvørki at stúra óneyðugt ella kanna okkum bitan ov tíðliga segði løgmaður og vísti á, at boringarnar, sum nú fara fram á landgrunninum, eru tær fyrstu í eini røð, og komandi árini verða fleiri brunnar boraðir. -Í okkara grannalondum eru oftast boraðir heilt nógvir brunn- ar áðrenn fyrsta veruliga oljuleiðin verður funnin. Tí kann tað tykjast sum hugmóð at rokna við, at olja verður funnin í summ- ar. Og vit eiga at gera okkum greitt, at talan kann gerast um oljuleitingar heldur enn um oljufram- leiðslu í mong ár enn. Fyrireikingarnar til olju- leiting hava longu víst seg at føra til eina munardygga dygdarmenning í føroyska vinnulívinum, sum styrkir okkum í altjóða kappingini og gevur neyðugan førleika at vinna sær nýggjar marknaðir. Hugmóð at rokna við olju í summar Fleiri túsund fólk byrjaðu ólavsøkuna longu fríggjakvøldið við at fara í konsert í Kommunuskúlagarði num ÓLAVSØKUKONSERT Rúnar Reistrup Tá klokkan leið út ímóti trý leygarmorgunin og Frænd- ur sendu teir seinastu tón- arnar út ígjøgnum hátal- ararnar, var Kommunu- skúlagarðurin pakkaður av fólki, og fyriskiparin, Før- oya Undirhaldstónleikara- felag, kundi hyggja aftur á enn eina sera væleydnaða ólavsøkukonsert. Konsertin legði spaku- liga frá landi við teimum meira friðarligu bólkunum og lætti so av álvara tá klokkan leið ímóti midnátt, og fólk møttu upp at hoyra teir harðaru bólkarnar. MC-Hár reis upp úr gloymibókini aftur, og við góðari hjálp frá Terja Rasmussen, Róki Jacobsen og tveimum livandi før- oyskum fløggum fekk hár- bólkurin øgiligt lív í áhoyrarafjøldina. Terji Rasmussen, sum ikki hevur verið so kon- sertaktuellur seinnu árini var aftur á pallinum seinni um kvøldið, hesuferð við Frændum, sum eins og í fjør fingu heiðurin at enda konsertina við einari nakað longri framførslu enn hinir bólkarnir. Hetta hóvaði áhoyrar- unum. Fremst stóðu fólk í trunka og skumpaðust og hoppaðu og sungu við av hjartans lyst. Aftanfyri trunkan varð dansað og heilt har afturi stóðu fólk friðarliga og lurtaðu. Regnið, sum summir av veðurmonnunum høvdu hótt við frammundan, kom ikki kortini undir konsert- ini. Onkuntíð sirmaði, men ongantíð so nógv at tað rak fólk inn undir skjól, men hjá nógvum bleiv sum vera man eitt sindur váttligt kortini. Les ummæli av Ólav- søkukonsertini í Sosialin- um í morgin. Tjóvstarturin á ólavsøku MC-Hár høvdu hesaferð nakin donsk konufólk við á pallinum. Kropparnir vóru málaðir við føroysku litunum Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4