Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 144 - 31. juli 2001 Nr. 144 - 31. juli 2001 7 Fíggjarliga royndist ólavsøkan Tórshavn- ar Ítróttarráði nógv verri, enn hon gjørdi í fjør ÓLAVSØKA Edvard Joensen Tað stóð púra einki til hjá Tórshavnar Ítróttarráði í Kommunuskúlagarðinum ólavsøkudag. Básar kopp- aðu, dansitjaldið hótti við at fara í luftina, og fólk brúktu ikki pengar. Nei, formaðurin í Tors- havnar Ítróttarráð, Kristi- anna Høgnesen, veit ongar fíggjarvánir satt at siga mær, tá ringt verður at fregnast, hvussu gekst. Hon sigur, at ólav- søkudagur miseydnaðist fullkomuliga hjá Ítróttar- ráðnum. Inntøkan var einar 300.000,- krónur minni, enn hon var í fjør. Og tað verður so tað minni at luta út til feløgini í Ítróttar- ráðnum, sigur hon. Hinvegin var ólavøsku- aftan rættiliga góður. Sum ein vanlig ólavsøka plagar at vera, sigur Kristianna Høgnesen. Sjálvandi verða so eisini færri vinningar lætnir, tá eingin er at keypa. Teir kunnu so latast innaftur, og tann peningurin verður spardur, vísir hon á. Hon sigur seg ikki hava upplivað slíka ólavsøku fyrr. Tríggir básar fóru fyri einki, so har kom eingin inntøka ólavsøkudag. Tað vóru - nær sagt sum vanligt - teir nýggjaru bás- arnir, sum vórðu oyðilagdir. Lætt tilfar. Pinnaverk og dúkur. Meðan gomlu træ- básarnir eisini kláraðu at yvirliva hesa ólavøskuna. –Teimum sást einki á, sigur Kristianna Høgnesen. Støðan var rættiliga hættislig í Kommunuskúla- garðinum ta einu løtuna, tá stóra dansitjaldið stóð og hótti við at fara í luftina. Og ikki var hugsandi um hjá teimum, sum hjá vóru, at gera nakað. Men einir tíggju sløkki- liðsmenn komu á staðið, og teir fingu tamarhald á støð- uni og bjargaðu tjaldinum, greiðir Kristianna Høgne- sen, formaður í Tórshavnar Ítróttarráð, frá. Ringa veðrið gjørdu, sum vera man, at fólk komu ikki í býin. Og ivaleyst er nógv bygdafólk eisini farið heimaftur, heldur hon. Men tað kundi fyri so vítt næstan gera tað sama, tí tað er einki stuttligt at standa við ein tivolibás í slíkum líkindum. Eitt nú royndu tey at hava hoppiborgina, sum børnunum dámar væl, opna. Men har gjørdist einki fyri regni. Annars harmast Kristi- anna Høgnesen um, at tað stendur so illa til við drykkjuskapi millum heilt unga fólkið. –Tað var beinleiðis óhugnaligt at síggja 12-15 ára gomul børn ganga full, meðan konsertin var, sigur hon. –Tað er nú eitt. Men so at vera vitni til, at foreldur, sum verða boðsend at koma eftir einum avdotnum 13 ára gomlum barni, bara góðtaka tað soleiðis meira ella minni, er upp aftur verri. – Tá mugu vit bara á- sanna, at tað veruliga eru foreldrini, og ikki børnini, sum eru trupulleikin. Tað er skeivt at leggja gággufiskararnar undir at breiða sjúku á føroysku firðunum, tá vit vita, at veruligu syndararnir eru alar- arnir, sigur ein teirra, sum eigur gággurúsur á Oyndarfirði HAVDÁLKING Edvard Joensen – Veruligu syndararnir á Oyndarfirði eru ikki teir,sum hava nakrar gággu- rúsur standandi á firðinum. Tað eru alararnir, sum dálka fjørðin, sigur ein teirra, sum hevur fiskað gággur á Oyndarfirði. Jákup Joensen úr Leir- vík, heldur, at tað var at skjóta við síðuna av, tá Sosialurin í seinastu viku umrøddi gággufiskiskapin á Oyndarfirði í samband við, at fjørðurin er stongd- ur. Hann sigur, at hansara gággurúsur hava staðið uttarlaga í firðinum. Um- leið einar 500 metrar frá næsta aliringinum, har tær hava verið næstar. Fyri bara einum tveimum-trimum ár- um síðan, stóðu tær tætt undi ringunum, og tað bar væl til. Men í dag er so eiðasørt, at gágga livir í ná- mind av aliringunum. Og tað kemst eina og aleina av, at har er so skitið. –Tann bera skræpa, sigur Jákup Joensen. Øll tann evjan, sum fellur frá aling- ini, legst á botnin, og tað er ikki tespiligt, tá ein rúsa kemur í tað avfallið. Tað er ikki fyri særtar næsar, sigur hann. So tað er í hansara huga- heimi eingin ivi um, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina av, at sjúka er á føroysku firðunum. Tað eru í hvussu er ikki gággufiskararnir, er hann ivaleysur í. Sjálvur hevur hann verið burturstaddur nakrar dagar og hevur tí ikki verið á Oyndarfirði seinastu tíðina. Seinastu ferð, hann dróg rúsurnar, tveitti hann tær bara tómar útaftur og ætlaði so nú at fara at koyra agn íaftur. Men nú er fjørðurin stongdur, so hann sleppur ikki til tær aftur, sigur hann. –So tað var ein lort støða, hendan skrivingin setti meg í. Eg ætlaði at byrja aftur at rógva út, men nú fái eg ikki agn, sigur Jákup Joensen, útróðrarmaður í Leirvík. Aðrastaðni frá Jákup Joensen sigur, at tað er í hansara verð eingin ivi um, at smittan er komin aðrastðani frá til Føroya við eitt nú farmaskipum, sum sigla millum londini. Men ikki uttan á skipunum kort- ini. Tí tað, sum heftir seg á skipið, verður vaskað av- aftur, meðan skipið siglir millum londini. Hinvegin eru smá farma- skip, sum regluliga sigla millum eitt nú Fuglafjørð og útlendskar havnir, sum eisini liggja tætt upp at ali- brúkum. Skipini fara av Fuglafirði við farmi og koma viðhvørt tóm heimaftur. Tá er bara eitt at gera, og tað er at taka ballast. Tað er vanliga sjógvur. Nú vita vit, at eitt nú ILA smitta hevur verið rundan um okkum í mong ár. So rímiligt er, at sógvurin, sum tikin verður inn, er smitt- aður. Tá tangin so verður tømdur aftur í Føroyum, er nærliggjandi at hugsa, at smitta kann fylgja við. –Tað undrar ikki meg eitt einasta petti, at smittan fyrst varð ávíst á Fugla- firði, sigur Jákup Joensen. Tí tað er har, tey flestu skipini koma. Eisini í Føroyum Men eisini her millum oyggjarnar sigla skip, sum flyta sjógv, vísir hann á. Og tað er so galið, at eitt teirra siglir regluliga út og inn av Oyndarfirði við sjúkum fiski og sjógvi. Vestborg flytir sjúka laksin av Oyndarfirði á Funningsfjørð, har hann verður tikin. –Og at hon eisini kann flyta eitt sindur av smittu, er ikki óhugsandi, heldur Jákup Joensen úr Leirvík. Hann vísir á, at laksurin skal hava sjógv at svimja í, meðan siglt verður. Og tann sjógvurin verður væl sakt- ans tikin inn saman við laksinum, heldur hann. Tá er stórur møguleiki fyri at fáa sjúkan sjógv. Eisini skal hesin sjógv- urin skiftast í heilum, fyri at fiskurin ikki skal kvalast. Tá so nýggjur sjóvur verður tikin inn, fer tann brúkti út- aftur. Hvar fer so møgulig smitta tá? spyr útróðrar- maðurin og gággufiskarin úr Leirvík. Verri enn í fjør Illveðrið gjørdi rættiliga um seg í Kommunuskúlagarðinum, og sløkkiliðið noyddist at koma til hjálpar Mynd: Jens Kristian Vang Veruligu syndararnir ganga fríir Vestborg siglir regluliga millum Oyndarfjørð og Funningsfjørð við sjúkum Laksi, sum skal takast Mynd: Edvard Joensen -Vinningurin er eitt tap — tapið er ein vinningur. Tað merkir, at um vit skulu fáa sigurskrans- in, so mugu vit tapa valdið á okkum sjálv- um og á okkara egna lívið, segði Hans Eiler Hammer í ólavsøku- prædikuni. ÓLAVSØKUPRÆDIKA Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Teksturin til ólavsøku- prædikuna var Matteus í 16 kapitli, ørindini 24 - 27. Hesin tekstur verður nýttur á øðrum hvørjum ári, og tað er ymiskt, hvat prestar fáa burturúr. Tað var sum øllum kunn- ugt Hans Eiler Hammer, sum fekk tillutað at halda ólavsøkuprædikuna. Hans Eiler er sóknarprestur í Norðoyggjum, men tað kann ikki sigast, at hetta merkti prædikuna í ár. Heldur var tað ítrótt, sum var eitt afturvendandi tema í røðuna, og vóru flestu dømini grundaði á ymiskt innan ítróttina. -Eg valdi heldur at leggja dent á ítrótt enn at lyfta peikifingrar og krititsera eitt nú aðrar prestur. Eisini haldi eg, at ítrótturin eigur eitt pláss í hesari prædik- uni, tí hetta er jú so nær- liggjandi serliga á ólav- søku, sigur Hans Eiler Hammer. Eingin serlig fyrireiking Ólavsøkuprædikan er uttan iva tann prædikan í Føroy- um, sum hevur flestar áhoyrarar, og hetta er eisini tann prædikan, sum fær mestu umtaluna - bæði áðr- enn og aftaná. Hetta hevur tó ikki nervað Hans Eiler Hammer nakað stórvegis. -Eg haldi ikki, at eg hugsaði nakað serligt um, at hetta var ólavsøku- prædikan, og man henda prædikan líkjast hinum prædikunum hjá mær, sigur Hans Eiler Hammer. Um uppihaldið hjá Hans Eileri í Múla hevur havt nakra ávirkan á prædikuna er ikki gott at vita, men tað ljóðaði, at okkurt brotið skuldi skrivast í toftunum í Múla. -Eg valdi ikki at brúka prædikuna sum ein peiki- fingur, sigur Hans Eiler Hammer. Tað skal eisini sigast, at røðan ikki bar brá um persónligt ak ella parta- politiskt framfýsni. Kross- berarin fekk tillutað ein rættiligan høvuðsleiklut, og hesum tekur Hans Eiler eis- ini undir við. -Tí tað at verða ein Kristi krossberari, merkir at geva honum ræði yvir lívi sínum! Ja tað merkir at siga deyðadómin yvir seg sjálv- an, yvir sína sjálvgleði og yvir sín stoltleika!, segði Hans Eiler í ólavsøku- prædikuni. -Eg royndi eisini at lýsa, hvat tað merkir at vera krossberari, sigur Hans Eiler. Breið Sum áður nevnt, so man hetta vera tann røðan, ið fær mestu umtaluna í Før- oyum. Sjálvur sigur Hans Eiler, at tað ikki hevur ávirkað hann, og at hann hevur skrivað prædikuna júst sum hann plagar at skriva aðrar prædikur. Í øllum førum, so var boð- skapurin í prædikuni rætti- liga almennur, og vendi prædikan seg til ein rætti- liga breiðan skara. Prædikur verða skrivaðar við støði í einum teksti, og innihalda prædikur bæði viðgerð, tulking og sjálv- andi eisini eina niðurstøða ella boðskap, hóast boð- skapur so at siga longu er skrivaður. Reyði tráðurin í prædik- uni hjá Hans Eileri var sambandi millum vinnarar og taparar, og er hetta evnið ikki lítið hóskandi til ólav- søku. -Vinningurin er eitt tap — tapið er ein vinningur. Tað merkir, at um vit skulu fáa sigurskransin, so mugu vit tapa valdið á okkum sjálvum og á okkara egna lívið, segði Hans Eiler í prædikuni. Styrkin hjá Hans Eileri, sæð í almennum sjónar- horni, er, sum hann eisini sjálvur sigur, at dømini eru tikin burturúr dagligdeg- num og ítróttarheiminum. Hetta hóskar óføra væl til - uttan at siga, at hetta er ein- asti og besti háttur at gera tað. Boðskapurin í prædikuni minti áhoyraraskaran á, at størsti og endaligi sigurin er gjøgnum Jesus. Hann verður í prædikuni kallaður fyri hin størsti taparin av øllum, tí hann lat seg ofra fyri syndum okkara. Dømini stiðja sum áður nevnt væl, men Hans Eiler lat tó ongan iva verða um hvør boðskapurin var: -Tí tað snýr seg, fyri hvønn einstakan av okkum, um tað æviga lívið, frelstur um ævir frá ævigum deyða og glatan. Tí tað finst nevniliga ein annar møgu- leiki, og tað er at tapa lívið á mállinjuni. Tí tað er bert tann, ið heilt og fullt hevur givið sítt lív til Jesus Kristus, ið fær sigurslønina tá menniskjusonurin kem- ur! Tað sigast, at tað er ikki ætlanin at sita og meta um, hvørt hetta er ein nøktandi prædika ella ikki, t.e. hetta er ikki nakað ummæli. Tað er tó nú einaferð soleiðis, at ólavsøkuprædikan er ein partur av ólavsøkuni, og hetta eru ikki tey ringastu orðini at leggja sær í geyma hesa vátu tíð. Bergur næstu ferð Sum vanligt er ólavsøku- dag, so vóru prestarnir kring landið til døgurða hjá bispi. Sambært Hans Eileri, so er hetta ikki eitt forum, har ólavsøkuprædikan verður kjakast um. Heldur er hetta eitt høvi at hittast, og tað er heldur presturin, sum komandi ár fer at halda ólavsøkuprædikuna, ið fær ein høvuðsleiklut við borð- ið hjá bispi. Næsta ár verður Bergur Debes Joensen av Argjum og sóknarprestur í Suður- streymoyar eystara presta- gjaldi, sum fer at prædika, tá tjóðarhátíðin aftur stend- ur á skránni. Vinnarar og taparar Bispur, landsstýrismenn, løgtingsmenn og prestar lýða á prædikuna hjá Hans Eileri. Hans Eiler Hammer prædikaði ólavsøkudag. Hann legði dent á sambandi millum vinnarar og taparar. C M Y K 7 6