týsdagur 31. juli 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bara genturnar um-
borð á Fípuni Føgru
kiksaðu. Tjóðstartir-
nir vóru fleiri enn
vanligt, og Havnar-
báturin koppaði
metinum, sum Skála-
báturin setti fyri
níggju árum síðani
ÓLAVSØKU-
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Tað gekk, sum tað plagar at
gera á ólavsøku. Hóast
talan var um fleiri umstart-
ir, og hóast tveir eyka róð-
rar vóru (gomul 6–manna-
før og 8–mannafør við old
boys), so varð seinasta
10–mannafarið komið á
mál, tá klokkan var tíggju
minuttir í fimm. Tað vil við
øðrum orðum siga, at tað
fóru tíggju minuttir undir
tveir tímar til kappróðurin.
Tað eru fleiri orsøkir til,
at tað altíð gongur væl
skjótari at fáa kappróðurin
á ólavsøku frá hondini, enn
tað ger á øðrum stevnum.
Ein er, at róðrarteinurin er
styttri, enn hann er alla aðra
staðni. Ein onnur er, at fasti
starturin er nógv fastari, um
tað ber til at siga tað so-
leiðis, enn hann er aðra
staðni, og ein triðja orsøkin
er, at á ólavsøku eru mann-
ingarnar meiri vandar við at
leggja til startin og at lurta
eftir startdómaranum, enn
tær hava verið fyrri á
sumrinum.
Tá hetta er sagt, so eigur
at verða lagt afturat, at talan
var um fleiri tjóðstartir
ólavsøkuaftan, enn tað hava
verið nakrantíð fyrr í
summar. Ørvur, sum endaði
aftast í kappingini millum
8–mannafør, mundi ætla
sær eina betri plasering, tá
teir lupu avstað, áðrenn
startskotið hevði ljóðað. Tí
var neyðugt við umstarti.
Størsta kappingin um FM
heitið
var
millum
6–
mannaførini við monnum.
Har var neyðugt við trim-
um nýggjum startum. Strál-
an, sum vann kappingina,
kláraði ikki at halda sær
eina ferð, og tað gjørdu
Snopprikkur og Hvessingur
heldur ikki.
Flestu FM vinnararnir
fingu fult
Á ólavsøku róðu allir bátar-
nir 900 metrar. Eitt sindur
av spenningi var um,
hvussu hetta mundi fara at
spæla av, tí í øllum hinum
fimm FM kappingunum
hevur verið kappast á
longru teinunum.
Men tað gekk, sum tað
plagar at gera. FM vinnar-
arnir settu trumf á og vunnu
eisini síðsta FM róðurin.
Undantakið vóru genturnar
umborð á Fípuni Føgru,
sum noyddust at lata sær
lynda næstfremsta plássið.
Argja genturnar fóru avstað
við ólavsøku gullinum.
Metið
Størsta trumfin av øllum
smekkaðu teir umborð á
Havnarbátinum á borðið.
Eftir at Eysturoyingur og
Vestmenningur
seinastu
árini høvdu vunnið tvey
FM heiti í part, vann Havn-
arbáturin á ólavsøku fyri
sættu ferð í ár.
Umframt FM heitið og
ólavsøkusigurin megnaði
Havnarbáturin at seta nýtt
met í kappingini á stutta
ó l a v s ø k u t e i n i n u m .
Skálabáturin átti níggju ára
gamla metið, sum varð sett
í góður róðrarlíkindum, og
Havnarbáturin
skar
í
góðum líkindum eitt hálvt
sekund av metinum.
Nr. 144 • týsdagur • 31. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
HB vann hjá
kvinnum, og B36
hjá monnum.
Klaksvíkingar
taptu báðar
steypafinalurnar í
fótbólti
STEYPAFINALUR
Jóannes Hansen
Tað gekk ikki í ólav-
søkufótbóltinum, sum
klaksvíkingar
høvdu
vónað. Í hampuligum
líkindum vann HB eitt
sindur óvæntað steypa-
finaluna hjá kvinnum,
sum tíðliga seinnapartin
ólavsøkudag varð spæld
á Ovara vølli í Gunda-
dali. Men tað var neyð-
ugt við umdysti og
brotsspørkum, áðrenn
tað var greitt, at HB
skuldi vinna steypa-
kappingina fyri fimtu
ferð. Tað hevur verið
spælt um hetta steypið
síðani 1998, og nú eigur
HB tríggjar partar í tí,
meðan finalusigurin hjá
KÍ í fjør gevur teimum
ein lut í steypinum.
B36 var favorittur í
finaluni um løgmans-
steypið, og teir megnaðu
at liva upp til vónirnar
hjá viðhaldsfólkunum.
1–0 sigurin var tann
fyrsti hjá B36 í steypa-
finaluni í tíggju ár.
Steypasigurin ber við
sær, at B36 sum fyrsta
liðið í Europa hevur
kvalifiserað
seg
til
Europa Cup kappingina
á sumri 2002.
Seinastu fýra árini
hevur KÍ verið tríggjar
ferðir í steypafinaluni.
Teir hava tapt ímóti HB í
1998 og í ár ímóti B36.
Og teir vunnu í 1999
ímóti B36. Men hesa
ferð vóru tað tey svørtu
og hvítu, sum fegnaðust
í vetrarveðrinum, meðan
rennvátu klaksvíking-
arnir noyddust norður
aftur við ongum.
Havnin fór
við øllum
FM vinnararnir
tóku næstan alt
Menninir umborð á Gongurólvur eru útlúgvaðir, tá teir koma á mál
Mynd: Jens Kristian Vang
9
8
Nr. 144 - 31. juli 2001
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Ikki eru vit føroyingar kendir fyri at ganga í størstu skóm,
tá tað ræður um, hvat unnast man øðrum.
Óivað var tað ikki tað mest taktiska løgtingið fann uppá,
tá tað frammanfyri eini alt ov passivari pressu samtykti
eina eftirlønarskipan fyri landstýrismenn og løgmenn.
Men hvat við tí principiella í hesum máli, hetta fyrst at
lóggeva fyri síðani undir fólkaligum trýsti at draga í land!
Men er tað so órímiligt, at ein maður/kona, sum hevur
verið landstýrismaður og løgmaður í meira enn 8 ár skal
fáa hægstu almenna pensión í landinum? Hvussu ber tað
til, at sami skattgjaldari, sum gongur við til, at stjórar í
almennum partafeløgum fáa milliónaupphædd í løn, ikki
unnir fráfarnum løgmonnum eina pensión á linju við eina
betri akademikarapensión?
Vildi tað verið rímiligt, um tveir fyrrverandi lands-
stýrismenn, ið fyltu 67 ár í senn fingu heilt ymiskar
pensiónir fyri líka langt tíðarskeið í landstýrinum?
Ivaleyst ikki.
Hetta rok, ið hevur verið um eftirlønirnar hjá politikarum
appelerar til serføroysku sjúkuna. Flest øll skriva
glaðbeint undir eitt mótmæli, men spyr somu fólk hvussu
nógv ein meðal landstýrismannapensión verður ella nær
lógin var samtykt, so fæst neyvan svar. Einasta man
hoyrir, er at pensiónirnar eru “skýhøgar”. Samsýningin
verður sum man virðir tað arbeiði, ið gjørt verður. Verður
samsýningin hjá politikarum avgjørd eftir lægsta
felagsnevnara, so verður samansetingin av ting- og
landstýrisfólki hareftir.
Eingin atkvøddi ímóti, tá eftirlønirnar vóru fyri í
tinginum. Tað er ein erlig søk at hava atkvøtt fyri, og so
forsvara tað sjónarmiðið, hóast tað vísir seg at vera framúr
ópopulert. Veljarin gevur sín dóm til valið.
Men tá Helena Dam á Neystabø og Høgni Hoydal, nú,
heilt stutta tíð eftir at hava verið við til at lagt eftirlønirnar
fram, sum populistiskir veðurhanar vaska sínar hendur, so
er tað einki annað enn undanstøkking, óansæð hvat man
annars heldur um eftirlønirnar.
Bíligar undanførslur sum at siga seg ikki at hava vitað,
hvat uppskotið innibar, skapar ikki nakað trúvirði um
Høgna Hoydal. At støkka undan, tá á stendur aftaná at
hava roynt at innført nakað í allari friðarligheit, er ikki
nakað sum er einum floksformanni til nakran sóma.
Kanska er val ikki so langt burtur, tá hesi bæði fólkini ríða
so lágt, sum ikki at taka ábyrgd av sínum egna lógar-
uppskoti. Hvussu langt kunnu hesir báðir floksformenn
fara við sínum “góða mamma tað var ikki eg” politikki,
áðrenn veljarin fær eyguni upp?
Politikarar, ið renna undan egnum avgerðum, renna undan
ábyrgd, og áttu ikki at bjóðað seg fram til at taka ábyrgd
av landinum – við ella uttan eftirløn. Áhugavert kundi
annars verið at trivið í leiklutin hjá landsstýrismanninum
Bjarna Djurholm í hesum máli, nú tað var hann, sum tók
ímóti undirskriftunum fyri ólavsøku. Í hesum sambandi er
eisini vert at tríva í grein í Fregnum seinast skrivað av
einum av hansara fyrrverandi samgongumonnum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Undanstøkking
VIÐMERKINGAR
Halgidagslógin
Hans Birgir Hansen
Hví hava vit eina danska
halgidagslóg galdandi í
Føroyum, tá hendan verður
brotin hvønn tann einasta
sunnumorgun
áðrenn
kirkjutíð og halgidagar!
Hví ikki fáa landspolitik-
arar at endurskoða og dag-
føra hesa halgidagslóg ella
fáa hana setta úr gildi sum
skjótast, tá vit hava nýggju
afturlatingarlógina!
Hví skulu vit loyva fólki
at arbeiða og bakaríum,
Statoil- og Shell-støðum at
hava opið og fótbólt á gras-
líkisvøllum sunnumorgun,
áðrenn fólk fara í kirkju!
Hví skulu bakarí og
sølustøð fáa loyvi at bróta
halgidagslóg, hví ikki fáa
endurskoðað og dagført
afturlatingarlógina í ólav-
søkutingsetuni!
Hví
koma
vanligar
kioskir, matvøruhandlar og
krambúðir ikki undir somu
treytir, tá talan er um áður-
nevndu, ið máa grundar-
lagið undan teimum!
Hví ikki seta fólki forboð
at arbeiða og spæla fótbólt
sunnumorgun
áðrenn
kirkjutíð.
Tað er ein stak vánalig
handilsmentan, vit hava í
Føroyum, tá treytir ikki eru
eins fyri alt handilslívið,
kioskir, matvøruhandlar og
krambúðir!
Tað er stak vánaligt, at
brúkarar ikki finna út av at
lata lív, heilsu, arbeiði,
familjulív, frítíðarítriv, at
fara fram vanligar yrka-
dagar!
Tað er ikki minst gald-
andi, at eingin samferðsla
skal vera sunnumorgun
áðrenn kirkjutíð – hvørki
bygdaleiðir, strandfaraskip
ella tyrlan!
Gudstænastur verða at
flyta til kl. 11.00 sunnu-
morgun og upplatingartíðir
til kl. 13.00, tá fótbólturin
kann byrja um alt landið.
So kundu vit øll fingið
frið at sovið sunnumorgun
uttan at verða órógvað av
áðurnevndu!
Tað vóru ikki øll, sum hildu
ólavsøkuna við at fara til
kappróður, fótbólt, konsert-
ir, framsýningar og annað.
Fólk leitaðu eisini aftur í
tíðina, og tað hendi á
Glaðsheyggi, har víkinga-
stevna varð hildin.
Víkingar hava nógvan
mat fyri neyðini, og tað
fingu teir millum annað av
grillini, har eini 30 krov
vórðu grillað. Tað gekk so
nógv av mati, at tað var ikki
meira enn, at tey kláraðu at
grilla so hvørt.
Víkingarnir, sum komu
úr fleiri londum, vístu mill-
um annað ymiskt handverk
fram, og tey høvdu eisini
vápnaleik
og
glími
á
skránni.
Tað er felagsskapurin
Siðsam, sum skipaði fyri
víkingastevnuni.
Grillaðu 30 krov
C
M
Y
K
8