Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 31. juli 2001 11 Hóast teir ikki fingu besta startin, so høvdu teir umborð á flaggskipinum hjá høvuðsstaðnum fullkomuliga takið á róðrinum 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Havnarbáturin setti ólav- søkuaftan trumf á eitt fram- úr væl eydnað kappingarár. Í heimasjógvi og framman- fyri áskoðarafjøldini til ólavsøkuróðurin – onkuntíð hevur hon verið størri, enn hon var í ikki altíð so tespi- ligu líkindunum hjá áskoð- arunum – vundu teir burt- urúr kappingarneytunum. Ikki sørt órógvandi mundi tað kennast, at tað hesa ferð bara vóru fimm 10–manna- før við í ólavsøkuróðrinum. Og ikki bara vundu havn- armenninir burturúr kapp- ingarneytunum. Tað eydn- aðist eisini Havnarbátinum at seta nýtt met á 900 metra langa teininum. Undan hesi ólavsøkuni átti Skálabát- urin metið. Teir settu tað á ólavsøku 1992. Tá brúktu teir 3.52.56 um stutta teinin. Ta ferðina vóru líkindini góð og ættin var undan. Ólavsøkuaftan í ár vóru líkindini aftur góð, og so slerdi Havnarbáturin til. Teir barberaðu meiri enn eitt hálvt sekund av gamla metinum. Tíðin var 3.52.03. Bogin varð spentur ov høgt Tað verður ofta tikið til, at á stutta teininum í ólavsøku- róðrinum ræður tað um at fáa besta startin. Tað verður sagt, at tann báturin, sum fær besta startin, eisini vinnur róðurin. Havnarbát- urin vísti ólavsøkuaftan, at hetta er ikki altíð soleiðis. Eysturoyingurin hevur í flestu kappingunum í ár verið bestur í start spurtin- um, og soleiðis var tað eisini hesa ferð. Teir vunnu skjótt rongina fram um hinar bátarnar, so øktist munurin til ein skut, og tá bátarnir komu inn ímóti Molanum, og hálvt málið harvið var rógvið, var mun- urin øktur til út ímóti einari hálvari bátslongd. Men hetta tóktist ikki at nerva teir umborð á Havn- arbátinum. Við sínum eyð- kenda róðrarlagið hildu teir ferðini, og tá teir so spaku- liga fóru at seta eyka á, megnaðu teir umborð á Eysturoyinginum ikki at fylgja við. – Vit roknaðu við, at teir bekkaðu mest sum allan vegin. Tað gjørdu vit ikki, og vit vóru vísir í, at ferðin á okkara báti fór at verða nóg stór, tá vit fóru upp í bekk, søgdu teir umborð á Havnarbátinum eftir róður- in, og úrslitið vísti, at teir vistu, hvat teir tosaðu um. Teir síðstu 300 metrarnar var lítil og eingin ivi um, hvagar sigurin skuldi fara. Havnarbáturin var á mál- inum eina knappa báts- longd frammanfyri Eystur- oyingin. Men róðurin var spennandi alla tíðina. Tað var hann, tí vestmenningar eins og í flestu av undan- farnu kappingunum gjørdu eina góða roynd at taka Havnarbátin. Sær sjálvum líkir høvdu vestmenningar ikki nakran serligan start. Men teir vundu seg upp, og tá tað restaðu stórir hundrað met- rar á mál, høvdu teir fingið um róðrið og rongina á Havnarbátinum. Vestmenn- ingur tók seg fram á lærið á Havnarbátinum, men teir komu ikki longur. Vónbrotið Undan róðrinum vistu vit at siga, at Nólsoyingur hevði ætlað sær at verið við í kappingini, men tann ætlanin vísti seg als ikki at gerast veruleiki. Skálabáturin var ikki við í fjør. Í ár bjóðaðu teir seg fram aftur, men tað royndist ikki væl, og á ólavsøku vóru teir longu heilt lagdir burturúr, tá startspurturin var liðugur. Í níti árunum var Skála- báturin fimm ferðir upp í slag fremstur á ólavsøku. Tá var tað, at teir settu met. Ólavsøkuaftan tók Havnar- báturin metið frá Skála- bátinum. Spurningurin er so, hvussu tað verður hjá Skálabátinum komandi ár. Tað er at vóna, at teir fara at halda fram. Kappingin tolir ikki, at fleiri bátar detta burturúr, um eingin kemur afturat. Tað hevur ljóðað, at skálamenn hava í hyggju at fáa sær eitt nýtt 10–manna- far. Vit fara ivaleyst at frætta meiri um hetta. Ynskið Tá Leivur Hansen, fyrr- verandi býráðsformaður í Havnini og fyrrverandi kapprógvari í Havnar Róð- rarfelag, handaði steypini, heitti hann dyggiliga á Klaksvíkar Róðrarfelag um sum skjótast at fáa fatur á einum 10–mannafari. Leivur helt seg vegna allar róðrar áhugaðar føroy- ingar kunna siga, at tað er saknur í einum góðum 10–mannafari úr Klaksvík. Ikki minst tá hinir bátarnir har norðuri hava staðið seg so væl í ár. Tað er ikki heilt avgjørt, um klaksvíkingar fara at møta upp við einum nýggj- um 10–mannafari komandi ár. Men so kunnu vit ikki bara okkum at leggja aftur- at, at umborð á Havnar- bátinum eiga klaksvíkingar eitt sindur í einum av róðrarmonnunum og við tí veruleikanum fylgir ein fitt søga. Maðurin eitur May- finn Norðoy, og hann er sonur Amariel Norðoy. Amariel er kendur sum listamálari. Men áðrenn hann fór niður til Keyp- mannahavnar at læra seg málningalist, stóð Amariel í læru á bedingini í Klaksvík. Hetta var fyrst í seksti árunum, og fleiri av lær- lingunum á bedingini – og millum teirra Amariel – róðu við Klaksvíkinginum, sum stóð seg væl í kapp- ingunum, sum vóru tá. Spurningurin er nú, um klaksvíkingar fara at leggja framat í hesi kappingini. Avbjóðingin er stór, tí Havnarbáturin verður tung- ur at syfta. At teir ólav- søkuaftan megnaðu at seta nýtt met, boðar frá sera avgjørdari manning. Um skálamenn, eysturoyingar og vestmenningar eisini komandi ár høvdu verið væl trimmaðir og hildið seg til at takast við Scilly manningina hjá havnar- monnum, so hevði kapp- ingin kanska verið meiri fjøltáttað, enn hon hevur verið í ár. Havnarbáturin sprongdi metið Havnarbáturin var í flokki fyri seg, og stóri sigurin varð krýndur við meti í ólavsøkuróðrinum Mynd: Jens K. Vang Bástformaðurin á Havnarbátinum tekur ímóti Útvarpssteypinum, sum løgmaður handaði Mynd: Jens K. Vang 11 10 Nr. 144 - 31. juli 2001 Avbjóðingin frá Knørri var aftur hesa ferð hvøss, men enn eina ferð megnaðu klaksvíkingar at stýra róðrinum 8–MANNAFØR Jóannes Hansen Klaksvíkingar eiga ikki nakra serliga glæsiliga kappróðrarsøgu, og serliga tá tað kemur til 8–manna- førini eiga teir fáar sigrar at vísa á. Tvey Nevið Reyða hava verið undan tí, sum er nú. Tann fyrsti báturin bar orð fyri at ganga eitt sindur skeivur. Um tað nú var tað, ella um orsøkin var tann, at báturin ongantíð var mann- aður við manning, sum var í góðari venjing, tað er ilt at taka dagar ímillum. Men tað er ein veruleiki, at hann vann ongantíð. Næsta Nevið Reyða legði so at siga árarnar inn í fjør. Tað eydnaðist teimum ongantíð at vinna, men teir vóru fleiri ferðir framvið, um tað ber til at siga tað so- leiðis. Í ár er báturin nýggjur. Teir hava vunnið fimm ferðir, og tað vil siga, at ólavsøkuaftan skrivaði Nevið Reyða søgu fyri fimtu ferð í ár. Hetta var fyrsta ferðin í nýggjari tið, at eitt 8–mannafar úr Klaksvík hevur vunnið ólavsøkuróðurin. Ørvur tjóðstartaði eina ferð, og Knørrur fekk besta startin. Men Nevið Reyða og Kvívíkingurin vóru við beinanvegin, og tað var skjótt, at tað sást, at Nevið Reyða stakk stavnin og skutin framum. Tá málið var hálv rógvið, var fjarstøðan aftur til kappingarneytarnar økt til eina hálva bátslongd. Kví- víkingurin hekk leingi uppií, og Knørrur elti Kví- víking. Framvið Molanum royndu kvívíkingar at toga seg fram á Nevið Reyða. Men klaksvíkingarnir høvdu tað týdningarmikla sinniliga yvirskotið, sum fremsti báturin altíð hevur. Nevið Reyða svaraði aftur, teir fóru fyrstir undir enda- spurtin, og eina løtu var munurin aftur til hinar ein bátslongd. So var tað, at Knørrur rættuliga gjørdi um seg. Hann tók seg skjótt fram á Nevið Reyða, men á málinum var ein stórur skutur á muni. FM vinnararnir vóru verdugir vinnarar av ólav- søkuróðrinum. Spurningur- in er so, um teir komandi ár fara at royna at endurtaka góðu úrslitini frá í ár. Ella um teir fara at bjóða av í einum nýggjum 10–manna- fari. Nevið Reyða vann fyri fyrstu ferð á ólavsøku Donsku gestirnir úr Hvidovre spældu í seinna hálvleiki HB sundur, og teir kundu fingið fleiri mál enn tey fimm FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Ólavsøkufótbólturin hepn- aðist ikki væl hjá HB. Reyða og svarta høvuðs- staðarfelagið tapti stórt fyri lið úr næstbestu donsku deildini, og áskoðaratalið var ikki so stórt, sum felag- ið hevði vónað. Á vøllinum byrjaði tað væl hjá HB, sum kom á odda, tá Rógvi Jacobsen skoraði. Hvidovre, sum hevði Óla Johannesen á lið- num, javnaði tó í fyrra hálvleiki, og hálvleiksstøð- an var nøkunlunda í tráð við leikgongdina. Í seinna hálvleiki setti Hvidovre ferðina upp, og teir skoraðu tvey mál tíðl- iga í seinna hálvleiki. HB liðið datt sundur, og Hvid- ovre hevði nógvar mál- møguleikar seinnu trý kort- erini. HB-eyðmýkingin var fullkomin, tá Jón Rói Jacobsen, sum hevði verið millum teir frægastu hjá heimaliðnum, var so óheppin at gera sjálvmál. Hvidovre, sum spælir í næstbestu donsku deildini, vann tryggan 5-1 sigur á HB, og ikki kann sigast, at hetta var ein heppin styrkis- roynd millum føroyskan og danskan fótbólt. Tað vóru niðanfyri 500 áskoðarar til dystin, og tað var langt frá tí, sum fyri- reikararnir høvdu vónað. HB tapti stórt HB stóð seg ikki væl ólavsøkuaftan, tá Hvidovre vann stórt á Tórsvølli. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 10