týsdagur 31. juli 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2001
13
Molde styrkti eitt
sindur um sína støðu,
tá teir á útivølli
vunnu tepran men
uppibornan sigur í
Moss
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Tað hilnaðist betri hjá
Jákupi
Mikkelsen
og
Molde, tá teir sunnu-
kvøldið spældu í Moss.
1.769 áskoðarar sóu í góða
summarveðrinum
ein
tættan dyst, har talan var
um nógvar nærdystir á
miðvøllinum. Tað vóru ikki
nógvir málmøguleikar, og
fyri fyrstu ferð, síðani hann
fyri tveimum vikum síðani
kom til Noregs, megnaði
Jákup Mikkelsen at halda
tætt allar 90 minuttirnar.
At tað hevur týdning, at
málverjin alla tíðina tekur
lut í tí, sum fer fram á vøll-
inum, var hesin dysturin
ikki minsta prógvið um.
Molde hevði tak á í 1.
hálvleiki, men teir megn-
aðu ikki at spæla seg til
upplagdar møguleikar og at
fáa mál. Men miðskeiðis í
2. hálvleiki eydnaðist tað.
Málmøguleikin var ikki
serliga stórur, men tað
gjørdist hann, tá málverjin
hjá heimaliðnum var so
mikið óheppin, at hann so
at siga misti bóltin fyri
føturnar á einum mótstøðu-
manni.
Í norska blaðnum VG
verður Jákup Mikkelsen
mettur til eitt fimm tal.
Tveir
av
liðfeløgunum
fingu seks, onkrir fingu
fimm saman við Jákupi og
fleiri fingu fýra.
Tað eru vónir fyri, at
Molde
aftur
komandi
sunnudag fer at ogna sær
trý stig. Tá fáa teir vitjan av
botnliðnum úr Tromsø.
Men steypadysturin hjá
Molde
mikukvøldið
í
síðstu viku vísti, at tað ikki
altíð er favoritturin, sum
vinnur.
Rosenborg í gongd
aftur
Tað hevur verið tosað um
kreppu í Rosenborg, sum
undan vikuskiftinum ikki
hevði vunnið í seks dystum
upp í slag.
Nú nærkast týdningar-
miklu Europa Cup dystirnir
av álvara – Rosenborg skal
í europeiska eldin miku-
kvøldið í komandi viku. Tí
var við spenningi sæð fram
ímóti, hvussu tað fór at
hilnast ímóti botnliðnum
Bodø/Glimt.
Men talan varð ikki um
nakra sensatión. Rosenborg
gjørdi skjótt av á heima-
vøllinum í Tróndheimi, har
teir vunnu 4–0.
Eitt av mest merkisverdu
úrslitunum í hesum um-
farinum var tað, tá felagið,
sum Kurt Mørkøre fram-
vegis hoyrir til, Sogndal, á
heimavølli megnaði 2–2
ímóti toppliðnum úr Lille-
strøm.
Jákup
helt tætt
Í Klaksvík vóru teir
ikki misnøgdir við
spælið, men teir
harmaðust um, at
B36 skuldi skorað
akkurát, tá teir
gjørdu tað
Tomislav Sivic, KÍ venj-
arin, var ikki misnøgdur
við tað, sum hansara
menn
høvdu
víst
í
finaluni.
– Tit gjørdu tað, sum eg
hevði vónað, at tit skuldi
gera. Spell var tað, at eitt
mistak
skuldi
kosta
avgerandi
málið,
helt
venjarin, sum segði seg
vera serliga glaðan fyri, at
ungu menninir – Atli
Danielsen,
Hjalgrím
Elttør og Símun Joensen –
høvdu spælt so væl, sum
teir gjørdu undir so vána-
ligum umstøðum og so
stórum trýsti.
Harley Bertholdsen var
ikki førur fyri at spæla.
Hann var við síðstu løt-
una, men nú roknar hann
ikki við at vera tøkur tær
næstu ferðirnar.
– Tað kom sera illa við
hjá okkum, at Allan Joen-
sen skuldi verða vødda-
skaddur í síðsta spurtinum
í upphitingini, men sam-
stundis má eg siga, at Atli
Danielsen stóð seg sera
væl, tá hann noyddist á
vøllin sum avloysari, helt
veteranurin
Harley
Bertholdsen.
– Tað var harmuligt, at
B36 fekk mál miðskeiðis í
2. hálvleiki. Eg haldi, at
tað
vóru
onkrar
ábendingar um, at teir
vóru farnir at ótolnast.
Longu í 1. hálvleiki skiftu
Heðin, Jens Kristian og
onkur annar um pláss. Tað
plagar at vera tekin um, at
man er ikki nøgdur. Um
vit høvdu megnað at
hildið tætt eina løtu
afturat, so høvdu teir
kanska verið eitt sindur
óansnari í verjupartinum,
og so er ilt at vita, hvat
kundi spurst burturúr.
Eingin ivi var um, at teir
vóru eitt sindur betri
skipaðir,enn vit vóru tað,
men áðrenn teir fingu
mál, høvdu teir ikki spælt
seg til upplagdar møgu-
leikar. Tað var torført hjá
báðum pørtum, tí umstøð-
urnar vóru so vánaligar, at
tað var illa fyri ikki at siga
ikki
spælandi,
heldur
Harley Bertholdsen, sum
nú vónar, at avrikið í
steypafinaluni kann brúk-
ast til at fáa KÍ eitt sindur
longri upp á støðutalvuni.
Næsta royndin hjá KÍ
verður sunnudagin. Tá
skulu teir á ovara vølli í
Gundadali spæla ímóti
HB.
jh
Ungu menninir
stóðu royndina
13
12
Nr. 144 - 31. juli 2001
Finaluroyndin á ólav-
søku gav einki svar
upp á, um hetta var
rætta loysnin ella ikki
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Nú skal broytingin standa
sína roynd. Hetta var yvir-
skriftin á heilsanini, sum
FSF bossurin, Torleif Sig-
urðsson, hevði til fótbólts
áskoðararnar ólavsøkudag.
Yvirskriftin sipaði til, at
finalan ímillum B36 og KÍ
skuldi geva svar uppá, um
avgerðin at seta finaluna
um
løgmanssteypið
á
skránna ólavsøkudag, var
heppin ella ikki heppin.
Svarið til spurningin
skolaði burtur í regni og
vindi. Tað varð tosað um, at
møguleiki var fyri, at øll
seks túsund setrini fóru at
verða fullsett. Tað vóru ikki
fólk í fleiri enn triðja hvørj-
um setri.
Áskoðararnir komu ikki
fyrrenn
tætt
uppundir
dystarbyrjan ella seinni enn
so. Hetta og vánaliga veðr-
ið høvdu við sær, at rómin,
ið tað var ætlanin, at tón-
leikur frá popporkestrum
og hornorkestrum skuldi
mynda saman við fimleik-
arum, á ongan hátt rakk
málinum. Í hátalarunum
ljóðaði, at løgmaður undan
dystinum skuldi heilsa upp
á
spælararnar.
Okkurt
mundi vera galið við sam-
skiftinum ella minninum, tí
løgmaður kom ikki fyrrenn
1. hálvleikur var hálvrunn-
in.
Fótbóltsspælið
Nógv av omanfyri nevnda
hevði heilt víst verið øðr-
vísi, um veðrið hevði verið
við og ikki so dyggiliga
ímóti.
Fyri fótbólts undirhaldið
var
stóri
spurningurin,
hvussu væl spælararnir og
harvið liðini vóru fyri. Tann
spurningin fekst einki svar
uppá, tí líkindini vóru so út
av lagi vánalig. Men hóast
vánirnar ikki vóru av
teimum bestu, so boðaðu
nógvu persónligu mistøkini
frá, at dystarvenjingin ikki
var tann, sum hon helst
skuldi verið í finaluni.
Tá finalan fyri nøkrum
árum síðani var flutt frá
fyrst í august og til síðst í
juni ella fyrst í juli, so var
grundgevingin tann, at und-
an summarsteðginum vóru
spælararnir í væl betri
dystarvenjing, enn teir vóru
fyrst í august, tá eingir
dystir hava verið á skránni í
ein mánað.
Spurningurin er so, um
finalan skal flytast aftur frá
ólavsøku og ein mánað
fram, um eingin summar-
steðgur skal vera í lands-
kappingini – akkurát sum
teir gera í Íslandi og Noregi
– ella um ein stuttur
summarsteðgur skal vera
eftir ólavsøku. Tá tað snýr
seg um tað fótbóltsliga, er
tað neyvan heppið, at fin-
alan er á skránni, eftir at tað
ikki hevur verið telvast í
landskappingini í ein mán-
að.
Veðrið
Omanfyri nevndu spurn-
ingarnar ber tað til at tosa
um og gera metingar og
niðurstøður um. Verri er
tað, tá tað snýr seg um
veðrið. Tað ber til at tosa
um veðrið, men tað ber ikki
til at gera nakað við veðrið.
Spurningurin er kortini,
um tað ikki ber til í skránni
at leggja upp fyri, at veðrið
ikki er til at spæla finaluna.
Ólavsøkudag hoyrdist í
Gundadali, at møguleikin
hevði verið upp á tal, at
finalan skuldi útsetast til
mánakvøldið. Kortini varð
spurningurin ikki viðgjørd-
ur.
Men tað hevði kanska
verið upp á sítt pláss – um
ætlanin er at halda fram við
at spæla finaluna á ólav-
søku – at umrøtt, um final-
an skuldi verið á skránni
ólavsøkuaftan. Áhugin fyri
dystinum hjá HB ímóti
Hvidovre var so mikið lítil,
at tað er nógv, sum bendir
á, at vinardystir av hasum
slagnum skjótt verða ein
saga blott.
Um finalan var á skránni
ólavsøkuaftan, so hevði
sami møguleiki verið fyri
útseting, sum er í kapp-
róðrinum. Fyri einari fjórð-
ings øld síðani gjørdu teir í
Róðrarsambandi Føroya av,
at
allir
kappróðrarnir
skuldu vera leygardagarnar
á stevnunum. Framman-
undan var tað annars van-
ligt á fleiri stevnum, at
kappróðurin var á skránni
sunnudag.
Orsøkin til broytingina
hjá RSF var, at um tað ikki
viðraði at rógva leygardag,
so skuldi vera møguleiki at
útseta róðurin til sunnudag.
Hetta hevur onkuntíð verið
neyðugt, men tíbetur hevur
tað verið sera sjáldan.
Einki úrslit í próvtøkuni
Jens Kristian Hansen
var sjálvandi ovur-
fegin um einsamalla
málið, sum tryggjaði
B36 steypasigurin í
2001
MATCHVINNARIN
Jákup Mørk
Royndasti
leikarin
hjá
steypavinnarunum úr B36
er uttan iva Jens Kristian
Hansen. Tað var eisini
hann, sum syrgdi fyri ein-
asta málinum í dystinum,
men sjálvur helt landsliðs-
maðurin ikki, at hetta hevði
nakað við royndirnar at
gera.
- Tað veit eg ikki. Tað er
altíð gott at skjóta mál. At
tað so er til 1-0 í eini
steypafinalu, ger tað ikki
verri. Tá verður tað enn
meira hugaligt, segði Jens
Kristian sjálvur eftir dystin.
Týdningarmikil
Hetta við at skjóta týdning-
armikil mál er annars ikki
nakað fremman fyri Jens
Kristian. B36 viðhaldsfólk-
ini minnast ivaleyst, at tað
millum annað var einum
máli frá honum fyri at
takka, at árstalsfelagið í
1997 kundi gerast føroya-
meistari í Vági. Spurdur
um hetta ikki kann hava
nakað við týdningin av
royndum at gera, er mál-
skjúttin tó ikki so vísur.
- Sjálvandi er tað deiligt
at skjóta slík mál, men tað
hevur ikki so nógv við hatta
at gera. Mann roynir bara at
vera á staðnum, og so
smekka til, um møguleikin
er til staðar, sigur Jens
Kristian Hansen at enda.
Formaðurin í B36 var
sjálvandi fegin um
sigurin, men hann
tóktist eisini sera feg-
in um, at steypafinal-
an nú verður leikt á
ólavsøku
FORMAÐURIN
Jákup Mørk
Týdningurin av at vinna
steypafinaluna er sera stór-
ur í B36-húsinum. Í øllum
førum vóru tað orðini, sum
formaðurin hjá steypavinn-
arunum, Kristian á Neysta-
bø, hevði at siga eftir dyst-
in.
- Steypafinalan hevur
altíð havt nógv at siga. Ser-
stakliga hevði hon nógv at
siga í ár, tí nú hevur so
leingi verið tosað um at
gera finaludystin til tað,
sum hann er uttanlands. Í ár
varð hon so leikt á ólav-
søku, og tí haldi eg, at fin-
alan í ár var nakað heilt ser-
ligt. At veðrið so bleiv, sum
tað bleiv, er sjálvandi keði-
ligt, men tað fær man so
ikki vart seg fyri.
- At sigurin so eisini hev-
ur givið okkum eitt at-
gongumerki til Europa
longu nú, er sjálvandi eisini
nakað, sum ger tað enn
betri.
Nýggjar tíðir
Steypasigrar er annars ikki
nakað, sum tey í B36 eru
von við at vinna. Súlurnar,
sum spælt varð um í nógv
ár, standa allar yviri hjá
grannunum, eins og fyrra
settið av veðrahornunum
eisini gera tað. Spurdur um
hetta, sigur formaðurin í
B36 tó, at hetta helst fer at
verða broytt framyvir.
- Nú er ein nýggj øld
byrjað, og í hesari fara vit
at vinna meira enn vit hava
gjørt. Bæði í lands- og
steypakapping, segði ein
avgjørdur og glaður Krist-
ian á Neystabø í løtunum
eftir finalusigurin.
Smekkar til
Serstøk finala
C
M
Y
K
12