týsdagur 31. juli 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 144 - 31. juli 2001
15
mitt inn á miðvøllin, gjørd-
ist spælskipingin eitt sindur
betri. Eina ferð streyk
Jákup á Borg ígjøgnum í
vinstru, flata innleggið
skrátt út frá var fínt, men
Meinhardt Joensen stór-
bjargaði
royndini
frá
Heðini á Lakjuni.
Klaksvíkingar gjørdu lít-
ið við fótbóltsspælið í 1.
hálvleiki. Sjálvt um avloys-
arin, Atli Danielsen, útinnti
sína uppgávu við myndug-
leika, so kom tað sjálvandi
stak illa við hjá teimum, at
liðformaðurin, Allan Joen-
sen, undir upphitingini
noyddist at taka seg aftur
orsaka av vøddaskaða. Við
storminum framman tvørs,
sparkaði KÍ meiri, enn teir
spældu, og um sæð verður
burtur frá tveimum frí-
sparksinnleggum,
sum
einki góvu og einari næstan
gjøgnumbrotsroynd
hjá
Hjalgrími Elttør, so vóru
teir vandaleysir.
Avgjørdu ímóti
At KÍ kom undan nógva
B36 og vindtrýstinum við
nullinum legði upp til, at
tað skuldi roknast við
undirtippaðu ólavsøkugest-
unum. KÍ var væl betri við
fyrra partin av seinna um-
farinum, enn teir høvdu
verið í 1. hálvleiki. Stríðið
um miðvøllin var øgiligt.
Spælararnir ofraðu seg full-
komuliga, nærdystirnir á
miðvøllinum vóru nógvir,
og sum tað leið, og styrkin
gekk undan, kom gula
kortið títtari úr lummanum
hjá dómaranum.
Onkra ferðina eydnaðist
samanspælið hjá KÍ frá
altíð trygga Jan Andreasen
og um miðvøllin og vong-
verjarnar, men talan var
ongantíð um upplagdar
málmøguleikar. Tættast við
at leggja KÍ á odda var Kurt
Mørkøre, tá hann úr 23
metrum sendi beinleiðis
fríspark omanfyri mann-
garðin. Bólturin stakk í
tvørtræið, og klaksvíkingar
vóru ongantíð so tætt við
aftur.
B36 fekk høgru síðu
meiri við, tá Kenneth
Jacobsen í 2. hálvleiki kom
á vøllin. Tað var eisini
týðuligt, at teir viðhvørt
mintust avtaluna um, at
bólturin skuldi gera arbeiði,
men møguleikarnir vóru
heldur ikki hjá teimum ser-
liga nógvir fyrra partin av
2. hálvleiki. Bólthaldarin
hevði ov fáar møguleikar,
sendingarnar vóru óneyvar
í nógva vindinum, og ein
rúgva av persónligum mis-
tøkum vóru til stóran ampa.
Málið loysti
Í 69. minutti kom avgerandi
málið. KÍ kiksaði í brots-
teigar samankomingini í
høgru, Heðin á Lakjuni
smekkaði til, Meinhardt
Joensen
hálvbjargaði
tríggjar ferðir sera væl, og
so var Jens Kristian Hansen
fyrstur á leysa bóltinum, og
úr stuttari fjarstøðu smekk-
aði hann upp undir net-
takið.
So loysnaði. KÍ fólkið
gjørdist alt meiri fram-
rættað. Hálvspentar støður
stóðust frammanfyri Trónd
Vatnhamar, og í hinum end-
anum var B36 fleiri ferðir
yvirmannað. Men einki mál
kom.
Sentrali miðvøllurin hjá
KÍ tóktist tungur, og kanska
vórðu royndirnar at broyta
gjørdar ov seint. Tað tóktist
resta
ein
høvuðsterkur
maður og ein bólttryggur
maður, sum á miðvøllinum
kundu megna at spæla Kurt
Mørkøre og ikki serliga
sannførandi
Alexander
Djordjevic leysar.
Nú
gjørdust
Egil
Zachariasen, Pól Thor-
steinsson
og
Arnbjørn
Danielsen
saman
við
drúgvu Jan Guttesen og
Klæminti Matras sigur-
harrar í tí stríðnum.
Ikki serliga stóra áskoð-
arafjøldin
mundi
vera
tødnað niður í helvt, tá
Niklas á Líðarenda bríksl-
aði fyri síðstu ferð, men tað
nervaði als ikki trúgvastu
B36 viðhaldsfólkini. Tey
hava ofta bíðað leingi, og
fleiri ferðir hevur tað verið
til fánýtis. Hesa ferð eydn-
aðist tað, og tað verður
teimum væl unnt. Og so
mundi verturin liggja á, at
kassameistarin í føroyskum
klæðum fór á afturpartin!
Hagtøl
Løgmanssteypið
Finala 2001
B36–KÍ 1–0 (0–0)
Á Tórsvølli ólavsøkudag kl. 16.00
1–0: Jens Kristian Hansen 69.
Dómarakvartett: Niklas á Líðarenda, Tummas
Pauli Olsen, Palli Gregersen og Jens Albert
Simonsen
1800 áskoðarar
B36:16. Tróndur Vatnhamar – 4. Arnbjørn
Danielsen, 19. Egil Zachariasen, 7. Pól
Thorsteinsson – 18. Heðin á Lakjuni (17. Heini í
Skorini, 90.), 22. Klæmint Matras (21. Bjarni
Prior, 83.), 9. Jákup á Borg, 12. Jan Guttesen, 8.
Jens Kristian Hansen – 10. John Petersen,
liðformaður, 11. Magni á Lakjuni (15. Kenneth
Jacobsen, 46.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Rene
Tórgarð, 6. Fróði Clementsen, 14. Eyðun Højgaard
og 28. Herbert í Lon Jacobsen
Gult kort: Heðin á Lakjuni 40., Jákup á Borg 45.,
Arnbjørn Danielsen 85.
Venjari: Piotr Krakowski
Hjálparvenjari: Jákup Thomsen
Liðleiðari: Rham í Króki
KÍ: 16. Meinhardt Joensen – 11. Atli Danielsen,
19. Ove Nysted (6. Eyðun Klakstein, 90.), 4. Jan
Andreasen, 13. Niclas Niclasen – 12. Hjalgrím
Elttør, 8. Jan Joensen, 15. Fríðin Ziskason, 20.
Símun Joensen (5. Harley Bertholdsen, 83.) – 9.
Alexander Djordjevic, 10. Kurt Mørkøre,
liðformaður
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 1. Karstin
Joensen, 2. Andras Jacobsen, 14. Allan Joensen,
17. Erling Fles, 18. Meinhard Hansen
Gult kort: Jan Joensen 45., Jan Andreasen 50.,
Fríðin Ziskason, 53., Alexander Djordjevic 58.
Venjari: Tomislav Sivic
Hjálparvenjari: Dánjal Jákup Joensen
Liðleiðari: Thom Jakobsen
15
14
Nr. 144 - 31. juli 2001
Óvanliga vánaligu
veðurlíkindini vóru
høvuðsorsøk til út av
lagið vánaligan karm
um finaluna og fót-
bóltsspælð var av-
gjørt einki at rópa
hurrá fyri
FINALA
Jóannes Hansen
B36 er steypavinnari í
2001. Tað vil siga, at teir í
árstalsfelagnum tíggju ár
eftir fyrsta sigurin í kapp-
ingini um løgmanssteypið
og tíggju ár eftir fyrstu
Europa Cup kvalifikatión-
ina aftur hava tryggjað sær
rættin at spæla Europa Cup
fótbólt, tí teir hava vunnið
eina finalu. Og tað ynskja
vit teimum hjartaliga til-
lukku við.
Tá
teir
í
sveisiska
summarhitanum um tíggju
mánaðir fara at draga um,
hvussu liðini skulu hittast í
UEFA Cup kappingini, fer
ikki at verða hugsað um,
hvussu tað sá út, tá B36
sum fyrsta felagið yvir-
høvur í Europa vann sær
rættin til UEFA Cup luttøku
í 2002.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
megnaði
Jens
Kristian
Hansen, sum er tann á hes-
um B36 liðnum, ið hevur
verið longst við, at senda
bóltin upp undir regntunga
nettakið í Klaksvíks mál-
inum, og tað var nóg mikið
fyri atgongumerkið út um
landoddarnar.
Prestar og læknar
Men fyri tey, sum vóru á
Tórsvølli ólavsøkudag í
2001, fer finalan altíð at
verða rist í minnið, sum
tann dagurin og tann fin-
alan, tá líkindini vóru so
mikið vánalig, at tað var
fullkomuliga ógjørligt at
fáa steypahýr á áskoðara-
plássunum, og tá fyritreyt-
irnar vóru ússaligar at vísa
polerað fótbóltsspæl.
Tey, sum eru tilkomin og
reiðiliga tað, komast við
tiltikna fótbóltsdystin, sum
fyrst í seksti árunum var á
ólavsøku ímillum læknar
og prestar. Hóast tað eru úti
við fjøruti ár síðani, at tann
dysturin var á ólavsøku-
skránni, so hevur hann síð-
ani verið tiltikin fyri vána-
liga veðrið. Einki er at ivast
í, og vit mugu sannliga
vóna tað, at tað tey kom-
andi fjøruti árini fara at
vera betri fótbóltslíkindi á
ólavsøku, enn tað vóru
ólavsøkudag í 2001.
Einki spæl og nógv
spørk
Frá fyrsta bríksli var tað
týðuligt, at bæði B36 og Kí
fegin vildu vinna. B36
hevði í fyrra umfarinum
kolandi vindin eitt sindur
undan. Teir so at siga
lensaðu fram á KÍ hálvuna,
men tað spurdist bara ein
møguleiki burturúr. Tað var
bara í hornasparksstøð-
unum, at teir royndu at
kringseta KÍ brotsteigin.
Onkra einstaka ferðina
komu teir til skotroyndir,
men
langskotini
vóru
óneyv, og Meinhardt Joen-
sen, sum var tryggur í
Klaksvíks málinum, hevði
ikki nakað serligt at gera.
B36, sum fyrra partin av
fyrra umfarinum hevði
bóltin nógv mest, gjørdi
klassiska mistakið undan
vindinum. Av miðvøllinum
og kantunum royndu teir at
lyfta inn um KÍ verjuna og
til skjótu álopsmenninar,
men tað eydnaðist ongan-
tíð. Vindurin fór avstað við
bóltinum hvørja ferð. Og so
vórðu teir freistaðir til at
leggja høgar skrábóltar í
brotsteigin, og tað var oft-
ast barnamatur hjá fyrst og
fremst Ova Nysted og Jan
Andreasen.
Jákup á Borg arbeiddi
sum ein hestur á fram-
rættaða B36 miðvøllinum,
men tað gekk illa at fáa
Heðin á Lakjuni, sum í
útgangsstøðuni var í høgra
borði, og Jens Kristian
Hansen, sum í útgangsstøð-
uni
var
kantspælari
í
vinstru, at koma til bak-
linjuna og harvið at økja
um vandan fyri vandamikl-
um innleggum.
Í eitt tvey samanspælin-
um átti liðformaðurin, John
Petersen, at havt verið
sentralur, men í 1. hálvleiki
var
lítið
av
hesum
spælinum at síggja. Tá
Heðin á Lakjuni fór í
vinstra
borð,
og
Jens
Kristian Hansen varð settur
B36 hevur úr kolandi
stormi kós út í Europa
C
M
Y
K
14