Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 144 - 31. juli 2001 17 Hóast tær vóru ov skjótar við enda- spurtinum, so var tað kortini eingin, sum megnaði at hótta kvinnurnar í Klaksvík, sum endaðu við fullum stigatali 6–MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Páll Fanga kvinnurnar settu ólavsøkuaftan eitt flott punktum fyri eitt fínt róðrarár. Tær hava tikið lut í øllum seks FM stevn- unum, og tær hava vunnið hvørja ferð. Tá 6–mannaførini við kvinnum komu inn við Molanum, tóktist eingin sum helst ábending vera um, at nakar skuldi gera nakað sum helst við Páll Fanga. Saman við Gongu- rólvi høvdu tær fingið ein fínan start. Og tá tann fyrsti startspurturin var av, og tær fóru undir stutta lunna- róðurin, høvdu tær á Páll Fanga longu vunnið ein skut. Knappliga á Molanum var hálvarógvið, og tá var skuturin vorðin til eina lítla hálva bátslongd. So spentu klaksvíks kvinnurnar upp- aftur meiri í, og eina lítla løtu sá tað út til, at talan skuldi gerast um sannan uppvísningsróður. Men tíðirnar vísa, at soleiðis endaði tað ikki. Páll Fangi fekk aftur hesa ferð fult stigatal, men Sølmundur var ikki meiri enn eina lítla hálva báts- longd aftanfyri. – Eg má taka ábyrgdina av, at tað kiksaði eitt sindur hjá okkum. Vit fóru fyrri enn hinar upp í bekk at spurta. Spurturin gjørdist longri, enn vit høvdu ætlað, og tað bar við sær, at tað stóð ikki so væl til við luftini síðsta teinin, men tíbetur høvdu vit ov mikið at geva av, so tað var eingin trupulleiki at varðveita oddastøðuna. Hetta sigur Solby Elia- sen. Hon er stýrimaður, bátsformaður og ein av íblásarunum umborð á Páll Fanga. Og hon er tilstund- andi mamma. Gongur tað, sum tað skal, so verður hon gestur á føðistovuni á sjúkrahúsinum um ein stóran mánað ella so. So fer tað at vísa seg, hvussu nógvar av Páll Fanga kvinnunum fara at vera við, tá sannførandi FM heitið skal verjast, og tá tað nakað undan norðoyar- stevnu skal farast niður á Scilly oyggjarnar. Akkurát ov stuttar Sølmundur fekk einki stig á vestanstevnu, tí tær hingu fastar í startinum. Tí mistu tær næstfremsta plássið í FM kappingini. Á ólavsøku gjørdu tær alt, sum tær orkaðu, fyri at endurvinna silvurplássið. Tað eydnaðist ikki, men úrslitið hjá Søl- mundi var ikki so nógv at siga til. Starturin hjá Sølmundi var ikki serliga góður. Um- framt Páll Fanga fóru eisini Gongurólvur og onkrir aðrir bátar strúkandi fram- um. Sølmundur lá dygst undir Molanum. Kanska var orsøkin tann, at tær høvdu áskoðararnar so tætt upp at sær. Í hvussu so er høvdu tær ein sera sann- førandi endaspurt og end- aðu bara eina hálva báts- longd aftanfyri Páll Fanga. Jarnbardur fekk handað FM silvur merkini. Tær høvdu ein hálvvánaligan start, men tær megnaðu at berja seg fram á fjórða plássið, og harvið vóru tær tvey stig undan Sølmundi, sum fekk bronsu. Sammett við vestan- stevnuna býttu strandingar og teir umborð á Sølmundi um pláss, meðan klaksvíkingar umborð á Pálli Fanga hildu tørn um næstfremsta plássið 6–MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Mest spennandi róðurin ólavsøkuaftan var leingi tættur. Men á síðstu trý hundrað metrunum var eingin ivi. Strálan av Strondum tóktist hava mestu orkuna, og á málin- um vóru strandingar eina lítla hálva bátslongd undan teimum næstu. Tað var ikki fyrrenn upptøkurnar vórðu spældar umaftur, at tað varð stað- fest, at aftur hesa ferð hevði Páll Fangi snýtt annan av avbjóðarunum til fremsta plássið. Strálan og Sølmundur høvdu møguleika at vinna FM heitið. Í Sørvági vann Sølmundur, meðan Strálan noyddist at lata sær lynda triðja plássið. Púra óvæntað ta ferðina snýktu klaks- víkingar, sum í hinum róðrunum høvdu verið rættuliga spakir, seg fram á annað plássið. Hesa ferð var tað kanska ikki so óvæntað, men teir umborð á Páll Fanga megnaðu enn eina ferð at syfta ein favoritt. Hesa ferð var tað Sølmundur. Longu í startinum var tað týðuligt, at nógv stóð upp á spæl, og at tað hevði avgerandi týdning at koma væl frá byrjan. Tvær ferðir noyddist dómarin at skjóta róðurin av. Fyrru ferðina var tað Strálan, sum leyp avstað, og seinnu ferðina vóru tað teir í Hvalvík/Streymnesi, sum fleiri av undanfarnu árunum plagdu at vera so óførir, sum lupu avstað, tá startdómarin hevði rópt klárir, og áðrenn skotið gekk av. Fortuna úr Vestmanna fekk besta startin. Leingi sá tað út til, at hetta skuldi verða róðurin, sum vest- menningar skuldu vinna í ár, men tá teinurin var hálvrógvin, gjørdist tað alt meiri týðuligt, at leikluturin hjá Fortununi var at vera hara, sum teir plaga at taka til í rennikappingum. Hug- takið verður nýtt, tá teir kappast á longu teinunum, og ein rennari leggur sera bragdliga fyri. Hann fær løn fyri at fáa ferðina upp og harvið góðar tíðir. So liggur verturin á, at haran ikki orkar at renna meiri enn helmingin av ásetta teininum. Tað kundi kanska roknast við, at Strálan fór at koma í trupulleikar, tí strandingar í so at siga øllum hinum kappingunum hava verið stetlandi í startinum. Men soleiðis var tað ikki hesa ferð. Strálan, Páll Fangi og Sølmundur lógu rættuliga javnir inn ímóti Molanum, meðan fjórði báturin, sum varð mettur sum møguligur kandidatur til ólavsøku- sigurin, Riddarin úr Mið- vági, hevði ilt við at hanga uppií. Í fjør vunnu Strálumenn- inir fyri fyrstu ferð á ólav- søku. Leygardagin vunnu teir fyri aðru ferð á rað, og harvið kom FM heitið eisini til høldar. Vit ynskja Stráluni og strandingum tillukku við báðum sigrun- um. Páll Fanga kvinnurnar vóru um at spreingja seg Strandingar settu hinar fjarbúgvarnar upp á pláss Páll Fangi vann allar róðrarnar á árinum, og tær sleppa tí at royna seg á Scilly oyggjunum Mynd: Jens K. Vang Strálan drúgvari í tøttu kappingini við Sølmund Mynd: Jens K. Vang 17 16 Nr. 144 - 31. juli 2001 Eftir spennandi, mál- ríka og dramatiska uppgerð, sum var sera átøk finaludystinum ímillum somu feløg fyri tveimum árum síðani, vóru tað enn eina ferð tær í HB, sum drógu longra stráði KVINNUFINALA Jóannes Hansen Tað minti ikki sørt um finaluna í Oyggjaleika kappingini. Og tað var meinlíkt finaludystinum fyri tveimum árum síðani. Tá tókust HB og KÍ. Ta ferðina megnaði KÍ at javna í síðstu løtu í vanligu leiktíðini, men í longdu leiktíðini skoraði HB sigursmálið. Hesa ferð megnaði KÍ at javna stutt undan dystarenda, einki mál kom í longdu leik- tíðini, og í brotssparks- kappingini misnýtti KÍ eina roynd, meðan allar fimm úr HB skoraðu. Við gongdini í lands- kappingini í huga kundi roknast við, at KÍ fór at vinna. Tað sá eisini út til, at KÍ beinanvegin hevði yvir- takið. Tær høvdu fleiri vandamikil álop, og Bára Skaale legði KÍ framum, tá hon úr stórari fjarstøðu gyppaði bóltin, soleiðis at hann dalaði í málið. Um KÍ hesa løtuna hevði kent sína vitjunartíð og økt um munin, so er væl hugs- andi, at tað hevði tørnað heilt øðrvísi út. Og hjá HB sá tað avgjørt ikki ljóst út. Annar av landsliðs útisetunum, Eyð- vør úr Dímun, var eftir lítl- ari løtu so óheppin, at hon meiddi sær annað knæið so mikið illa, at hon noyddist at taka seg av vøllinum. Linda Jacobsen kom á vøllin, og HB venjarin, Jákup Bogi Joensen, kendi seg noyddan at gera fleiri rokeringar. Men hóast annar útisetin var farin av vøllinum, so hevði HB hin útisetan á vøllinum alla tíðina, og tað var fyrst og fremst Helga Ellingsgaard, sum var meistari fyri øllum mál- unum hjá HB. Tá HB javnaði, fór hon framvið fleiri av mótstøðu- spælarunum, áðrenn hon legði bóltin fyri føturnar á Vivian Thorleifsson. Tíggju minuttir inn í seinna um- farið legði Helga HB framum, tá hon – hóast hon var nógv kroyst – meistar- liga tveitti seg fram og stútaði hornasparksinnlegg úr høgru í málið, og eftir at KÍ hevði javnað til 2–2, var tað aftur Helga, sum legði HB framum 3–2. Ta ferðina ballónstútaði hon langan og høgan frísparksbólt frá HB liðformanninum, Anniku Godtfred, í málið. HB hevði leikliga yvir- vág seinna partin av fyrra umfarinum og eina løtu av 2. hálvleiki. Helga Ellings- gaard var stóra drívmegin, men HB megnaði ikki at spæla seg til nógvar upp- lagdar møguleikar. Viljin var góður Hjá KÍ, sum stríddist, men ikki náddi leikliga støðið, tær hava víst fyrr í summar, haltaði tað í orðsins sanna týdningi. Rannvá Andrea- sen, sum hevur so ógvuliga stóran týdning fyri liðið, var eitt sindur darva av liðbandsskaðanum, og tað kostaði nógv. Kristina Eyð- bjørnsdóttir kom ikki á vøllin, fyrrenn tað bara restaði ein lítil løta av 1. hálvleiki. Tað var ivaleyst eitt mistak. Men KÍ vildi vera við, og hóast HB í 2. hálvleiki kom tvær ferðir á odda, so megnaðu tær úr Klaksvík at koma afturíaftur. Fyrru ferðina var tað Malena Josephsen, sum javnaði eftir uppspæl í vinstru. Sera hegnisliga tamdi álops- spælarin bóltin við sær og setti framvið landsliðsmál- verjanum. Tíðin var av álvara farin at ganga undan, tá KÍ javn- aði til 3–3. Málið hevði leingi verið á veg, men tað gekst striltið. Rannvá smekkaði upp undir tvør- træið og niður á málstrik- una, og Malena hevði sent í stólpan, áðrenn Bára Skaale javnaði. Við snild- um og neyvum hornasparki úr vinstru skrúvaði hon bóltin upp í handara hornið. So komu ikki fleiri mál. Heldur ikki í umdystinum, tá HB seinastu sjey minuttirnar vóru undir- mannaðar. Eyðfríð Krist- iansen sá reytt, tá hon ikki helt tað vera nóg mikið, at dómarin sektaði KÍ frí- spark. Tað kundi kanska roknast við, at KÍ fór at leggja trýst á í umdystinum – serliga eftir at ein HB spælari var rikin av vøllinum – men tað var meiri HB, sum hevði bóltin hesa løtuna. – Í tí støðuni, sum vit vóru komnar í, sóu vit brotssparkskappingina sum okkara møguleika, segði HB liðformaðurin eftir dystin. Og tað eydnaðist HB at vinna. Tí ynskja vit teimum hjartaliga tillukku við. Leygardagin helt venj- arin hjá teimum, Jákup Bogi Joensen, fyri í blað- num, at tað sær ikki serliga ljóst út fyri tað, sum er eftir av landskappingini. Steypasigurin átti at verið góður íblástur hjá teimum, sum ætla sær at halda fram at spæla. Hjá KÍ var tað snópisligt at tapa. Og ikki minst meint mundi tað kennast hjá Báru Skaale, sum við tveimum málum hevði syrgt fyri at halda klaksvíkskvinnum inni í dystinum, og sum til endan misnýtti avgerandi brotssparkið. – Nú mugu vit halda fram at stríðast í landskappingini. Tað hevur gingið væl, men nú eru stigini nullstillaði. Møguleikin fyri at endurvinna bæði steypa- kappingina og FM heitið er nú farin, men vit mugu royna at koma aftur, helt Malena Josephsen, hjá KÍ, sum saman við liðfeløg- unum umframt FM heitið eisini hevur Europa Cup kappingina at fyrireika seg til. Søgan endurtók seg HB-kvinnurnar vunnu gullið í steypakappingini, eftir eina spennandi og javna finalu ímóti KÍ. Mynd: Jens Kristian Vang Hagtøl Steypakappingin hjá kvinnum HB–KÍ 3–3 (1–1) 8–7 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping Á Ovara vølli í Gundadali ólavsøkudag 2001, kl. 13.00 Dómarakvartett: Eiler Rasmussen, Páll Augustinussen, Ólavur Weihe og Georg N. Rasmussen 0–1: Bára Skaale 14. 1–1: Vivian Thorleifsson 18. 2–1: Helga Ellingsgaard 54. 2–2: Malena Josephsen 76. 3–2: Helga Ellingsgaard 81. 3–3: Bára Skaale 87. Brotssparkskappingin 3–4: Ragna Andreasen 4–4: Eyðvør Thomsen 4–5: Kristina Eyðbjørnsdóttir 5–5: Liljan av Fløtum Jespersen 5–6: Jensa Sirdal 6–6: Annika Godtfred Bára Skaale misnýtti 7–6: Lydia Vesturtún 7–7: Malena Josephsen 8–7: Helga Ellingsgaard HB: 1. Annika Hansen – 17. Fríða Petersen, 7. Silja á Borg, 12. Liljan av Fløtum Jespersen, 15. Eyðvør Thomsen – 10. Annika Godtfred, liðformaður, 14. Eyðvør úr Dímun (4. Linda Jacobsen, 13.), 8. Helga Ellingsgaard, 11. Eyðfríð Kristiansen – 9. Vivian Thorleifsson, 6. Lydia Vesturtún Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: 16. Randi Wardum, 2. Nancy Justinussen, 3. Gudny Langgaard, 5. Fríða Hansen Gult kort: eingin Reytt kort: Eyðfríð Kristiansen 103. Venjari: Jákup Bogi Joensen KÍ: 16. Vivi Andreasen – 14. Una Olsen, 7. Ragna Andreasen, liðformaður, 19. Paula Sjóstein – 6. Jensa Sirdal, 20. Bára Skaale, 9. Rannvá Andreasen, 2. Vivian Bjartalíð, 4. Ann Olsen – 18. Elsa Maria Simonsen (12. Kristina Eyðbjørnsdóttir, 38.), 8. Malena Josephsen Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: 1. Anna Müller Jacobsen, 3. Sigrid Mikkelsen, 10. Annelisa Justesen, 17. Petra Sjóstein Gult kort: Rannvá Andreasen, 27., Ragna Andreasen, 56., Kristina Eyðbjørnsdóttir, 62. og Vivian Bjartalíð 63. Reytt kort: eingin Venjari: Jón Harald Poulsen Liðleiðari: Margit Gaard Joensen C M Y K 16