fríggjadagur 25. juli 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 142 • 25. juli 2008
Vikuskifti 19
Hugnalig hús
í Fuglafirði
P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510
Fyrsta fatanin
Fyrsta fatinum, tá tú kemur til húsini er,at her er talan um eini sera
hugnalig eldri hús, íð standa væl fyri beint við miðbýin og allar hentleikar.
Húsini
Her er talan um eini stór og sera rúmlig hús, sum tú kanst flyta inn í
uttan at gera nakað. Stílurin er 70´ara stílur. Men ynskir tú eini eitt sindur
meira nýmótans hús og ert fittur í hondunum, eru hetta just húsini,
Tað er bert hugflogið, sum setur mørk. Húsini eru umgyrd av vøkrum
urtagarði
Ljós og luft
Húsini standa væl fyri. Har er veðurgott, góður sólargangur og stórsligið
er útsýni yvir býin og fjørðin, út á Kambsdal og upp á Kamb.
Frálíku húsini standa sera væl fyri
í Geilini 1, við sera góðum útsýni
út á fjørðin og út yvir býin
Fakta:
Hugnaligu húsini eru í 3 hæddum,
sum hvør er 90 fermetrar - íalt
270 fermetrar. Grundøkið er
605 fermetrar. Byggiár : 1952. Í
miðhæddini er durur, gongd við
trappu upp á ovastu hædd og
niður til niðastu hædd, køkur
og stova .Í ovastu hædd er wc,
baðirúm, hjúnarúm og 3 kømur.
Í niðastu hædd er kjallararúm,
wc, kovi, grovkøkur, skrivstova og
durur. Urtagarður er rundan um
húsini, sum standa í friðaligum og
veðurgóðum umhvørvi, og har er
sera gott útsýni.
www.inni.fo