Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 142 - 25. juli 2008 ] - Tað hevði kanska verið ein fyrimunur hjá okkum, um B36 sleppur víðari. Men eg vóni tað ikki. Brønd- by er, saman við AGF, mítt felag, og eg ynski teimum alt tað besta, sigur Peter Foldgast, sum um aldarskiftið var millum stuðuls- leikararnar hjá Brønd- by UPPTAKT Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Ovari vøllur í Gundadali verð­ur komandi hósdag karmur um seinna innleið­­ andi UEFA­CUP dystin millum B36 og Brøndby. Ein ávísur ótti er fyri eyð­­ mýkingini, um tað­ ikki eydnað­st sigursvanda danska felagnum at vinna seg víð­ari í kappingini. Pet­ er Foldgast, sum nú spælur við­ EB/Streymi, umboð­að­i felagið­ frá árunum 2000 til 2004. Og hóast hann í dag spælur í føroysku Formula­ deildini, so vónar hann, at fyrrverandi felag hansara vinnur seg víð­ari í kapping­ ini. Ansið eftir Súna Peter Foldgast hevur higartil spælt tríggjar landskapping­ ardystir fyri EB/Streym. Ein av hesum var júst ímóti B36 á útivølli í Gundadali. Danin stað­festir, at fyrrver­ andi felag hansara má ansa eftir Súna Olsen, sum átti týð­andi leiklut í sigrinum hjá árstalsfelagnum, tá sundalagsmenn vitjað­u. Landslið­sleikarin var somu­ leið­is valdur til dagsins leik­ ara, tá B36 vitjað­i á Brønd­ by Stadion fyri góð­ari viku síð­an. ­ Hann stýrdi spælinum sera væl, tá vit vitjað­u í Gundadali. Honum má Brøndby hava eitt vakið­ eygað­ við­. Eydnast at verja fyri hansara málgevandi sendingum, so trúgvi eg ikki, at B36 hevur stórvegis møguleikar at sleppa víð­ari, sigur Peter Foldgast. Hann sær ikki stórvegis vansar í, at dysturin hevð­i leiktur á graslíki. Brøndby venur stóran partin av ári­ num á hesum undirlagnum, so tað­ er ikki nýtt fyri teir. Er tað­ yvirhøvur møgulei­ ki fyri, at B36 fer at vinna seg víð­ari? ­ Tað­ er tað­ altíð­. Eg trúg­ vi bara ikki, at teir gera tað­. Í hópinum hjá Brøndby eru fleiri sera dugnaligir leikar­ ar. Men eydnað­st tað­ B36 at halda teimum burtur frá upplagdum møguleikum, so dugi eg ikki at síggja, at tað­ ikki skal verð­a gjørligt. Føroyingarnir kunnu serliga hótta við­ deyð­bóltsstøð­um. Men eg vænti ikki, at tað­ B36 fer víð­ari, sigur Peter Foldgast. B36 má ikki víðari Sigursvanda Brøndby er eitt av teimum stóru feløg­ unum í Danmark. Seinastu tvey árini hevur hinvegin gingið­ alt annað­ enn væl, og lið­ið­ er rapað­ nið­ur eftir stigatalvuni, og eitt skifti vóru teir í nið­urflytingar­ vanda. Undir leið­slu av Tom Køhlert slapp felagið­ undan fullkomnu eyð­mýk­ ingini, og nú verð­ur aftur strembað­ eftir danska odda­ num. Peter Foldgast metir, at tað­ hevð­i verið­ eitt ógvusligt afturstig á leið­ini, um tað­ ikki eydnað­ist Brøndby at sleppa víð­ari ímóti lítla og føroyska B36. ­ Eg dugi ikki at ímynda mær, hvat donsku mið­larnir høvdu sagt. Tað­ hevð­i verið­ ein vanlukka. Tað­ hevð­i eisi­ ni verið­ ræð­uligt, tí Brøndby hevur alt annað­ enn tørv á keð­iligari umtalu júst nú. So tað­ má ikki henda, sigur ein smílandi Peter Fold­ gast. Brøndby fekk eina frálíka byrjan á donsku landskapp­ ingina, sum byrjað­i aftur farna vikuskiftið­. Á útivølli eydnað­st teimum at vinna 2­0 á FC Nordsjælland. Brøndby skal víðari Peter Foldgast fekk sítt gjøgnumbrot í donskum fót­ bólti í júst Brøndby. Hann var ein av stuð­ulsleikarunum hjá Michael Laudrup, sum tá stóð­ á odda fyri lið­num. Tað­ eydnað­ist teimum mill­ um annað­ at vinna donsku steypakappingina, og Fold­ gast skjeyt eisini árins mál í SAS­liguni í 2004. Kenslurnar fyri Brøndby eru alt annað­ enn fánað­ar seinastu árini. Hjartað­ er í felagnum og vónar harvið­ eisini, at teir fara at vinna á B36 í Gundadali hósdagin. ­ Tað­ hevð­i kanska verið­ ein fyrimunur hjá okkum, um B36 sleppur víð­ari. Men eg vóni tað­ ikki. Brønd­ by er, saman við­ AGF, mítt felag, og eg ynski teimum alt tað­ besta, stað­festir Peter Foldgast, sum nú fyrireikar seg við­ við­leikarunum í EB/Streymi til seinna undandystin á útivølli móti Manchester City. B36 – Brøndby: Vónar at Brøndby fer víðari Jákup á Borg ikki við móti Brøndby Jákup á Borg og Tróndur Vatnhamar skiftu fyrr í vikuni frá HB til B36. Hetta fegnað­ust leikarar og við­haldsfólk hjá árstalsfelagnum í høvuð­sstað­num sjálvsagt um. Men hesi fólk mugu bíð­a eitt sindur enn, áð­renn tey fáa teir báð­ar at síggja á vøllinum. Jákup á Borg og Tróndur Vatnhamar eru ikki tøkir til dystin móti Brøndby, hóast spæliloyvini eru í ordan. Hetta tí, at báð­ir hava umboð­að­ HB ímóti Elfsborg í Intertoto kappingini. Tað­ er nevniliga ikki loyvt at umboð­a fleiri enn eitt felag í altjóð­a kappingum, og tí sleppa teir ikki á vøllin fyrr enn landskappingin verð­ur tikin uppaftur. Tað­ verð­ur mikukvøldið­ 6. august, tá B36 vitjar í Sandoy. FM í olympisku kastigreinunum Hvirlan úr Tórshavn skipar vegna FÍF fyri FM í teimum olympisku kastigreinunum um vikuskiftið­. Leygardagin 26. juli verð­ur byrjað­ við­ diskuskasti og spjótkasti, með­an kappast verð­ur í hamarkasti og kúlustoyti sunnudagin 27. juli. Kappast verð­ur eftir altjóð­a reglum, har øll fyrst fáa trý kast og síð­an fáa átta tey bestu trý afturat. Kappingarnar fara fram á kastivøllinum við­ Eysturskúlan, og verð­ur byrja kl. 14.00 báð­ar dagarnar. Kappingin er opin, tað­ vil siga at øll sum eru fødd í 1992 ella fyrr kunna luttaka. Rólant Højsted, formaður í EB/Strey- mi, roknar við, at tað vera út ímóti 200 EB/Streymafjepparar, ið fara at sessast kring Oakwell Ground hósdagin, ið rúmar 23.000 áskoðarum UPPTAKT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tá Manchester City var í Føroyum í farnu viku, vóru um 300 áskoð­arar frá Man­ chester og fylgdu lið­i teirra. Nú EB/Streymur fer til Ong­ lands at spæla returdystin, vera føroysku áskoð­ararnir í Onglandi eisini nógvir í tali. Eitt flogfar fer beinleið­is til Manchester, og tað­ er fullsett. 83 fólk eru við­ – 48 áskoð­arar umframt leikara­ hópin og fólkini kring hann, ið­ telja 35 tilsamans. Mánadagin fer ein bussur fullur av fjepparum. Tey eru 44 í tali. Harumframt eru tað­ eini 20 áskoð­arar í flúgva umvegis Danmark til Onglands, og eini 15, ið­ taka túrin via London. – Og so veit eisini um flei­ ri, sum fara við­ privatbili avstað­, umframt føroyingar, sum koma að­rastað­ni frá enn úr Føroyum, so eg trúg­ vi væl, at vit fara at nærkast teimum 200, tá alt kemur til alt, sigur formað­urin í EB/ Streymi, Rólant Højsted. Alt er planlagt Tá ferð­alagið­ kemur til Onglands, verð­a leikarar og áskoð­arar skyld sundur. Leikarar og fólkini, ið­ eru knýtt at honum, búgva á hotelli fyri seg í Barnsley, har dysturin skal spælast, með­an áskoð­ararnir búgva í Manchester. Tá ferð­alagið­ kemur mánadagin, hava leikararnir frá restina av degnum. Týs­ dagin eru tvær venjingar á skránni – einaferð­ beint eft­ ir døgurð­a og einaferð­ um kvøldið­. Tað­ sama er støð­an mikudagin. Hósdagin verð­ur vant á Oakwell Ground, sum er leikvøllurin, har spælt verð­­ ur á. Hetta verð­ur gjørt fyrrapartin, með­an dysturin verð­ur bríkslað­ur í gongd kl. 19.00. Oakwell Ground er heimavøllurin hjá Barns­ ley og rúmar hann 23.000 áskoð­arum. Orsøkin til, at spælt verð­ur har og ikki á City of Manchester Stadi­ um, er, at Bon Jovi hevð­i eina stóra konsert har fyri stuttari tíð­ síð­ani, og grasið­ skal hava tíð­ at koma fyri seg, áð­renn spælt verð­ur á vøllinum aftur. Fríggjadagur er frídagur Tað­ er tó ikki einans venji­ ngar og dystur á skránni hjá EB/Streymi á Manchester­ ferð­ini. Fríggjadagin sleppa leikararnir at taka sær av løttum. Tá er millum annað­ skipa fyri vitjan á Anfield Road, ið­ er heimavøllurin hjá Liverpool. Manchester City hevur eisini boð­ið­ EB/ Streymi á vitjan á City of Manchester Stadium. – Og tá vit síggja tann leikvøllin og eru í býnum annars, so giti eg mær til, at fleiri vilja síggja Old Traf­ ford eisini, skemtar Rólant Højsted. Manchester City – EB/Streymur: 200 føroyingar til Manchester Peter Foldgast fekk sítt gjøgnumbrot í Brøndby, og skjeyt eisini árins mál í SAS-liguni í 2004 Mynd: Polfoto