Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 • 25. juli 2008 Vikuskifti 20 tórbjørn jacobsen F lestu lond hava sínar tjóðardagar. Ymiskt er hvussu teir eru íkomnir. Onkustaðni hevur atvoldin verið dagsetingin fyri lokið á stríðnum fram ímóti tjóðskaparpolitiskum frælsi, hjá okkum stríðið á Stiklastøðum og í Fraklandi byrjanin til eitt samfelagsligt stríð, sum tók dik á seg, táið fólkið í París leyp á Bastilluna 14. juli 1789. Byrjanin til endan hjá franska kongsveldinum, sum ikki kendi sín vitjunartíma og lat sosialu spenningarnar fara í resonans ímillum ovurmarglæti og svongdina hjá teimum fátæku. Álopið á fangahúsið miðskeiðis í París gjørdist katalysatorurin og sjálv ímyndin um helst størstu broytingina í Europa nakrantíð, samfelagið skalv í sínum grundvølli og broyttist fundamentalt og dagurin hevur síðani verið hátíðarhildin sum tjóðardagur Fraklands. Minnið og áminningin um ta stóru fronsku revolutiónina. Ivaleyst halda fleiri, at møð­ in er fremmant fyribrigdi hjá politikarum, kropsliga kanska, men eftir fólkatingsval, løgtings­ val, samgongusamráðingar og altíð hørðu byrjanina í nýggjum ministerium, alt eftir trífjerðingsári, hava mentalu akkumulatorarnir tørv á eini áfylling. Legði leiðina suður um Alpurnar, niðan í Provencedalin, har Napoléon reið á rossabaki niðaneftir, táið hann kom av Elbu og fekk ræði aftur í Fraklandi í 100 dagar. Við syðra fótin á meginfjøllum Europu, túsund metrar omanvert sævarmálan við Miðjarðar­havsins strendur, nógv umrøddu rivierurnar, las eg m.a. bókina um De Gaulle, generalin og forsetan, sum sviin Knut Ståhlberg so frágerða væl hevur skrivað. Eftir 14 dagar á skógvaksnu fjøllunum, við at kalla ongum telefonsambandi og ringum teldusambandi, tó onkur alnetskaffistova kom mær til hjálpar niðari í dalinum, var so mikið runnið á aftur, at tíðin var búgvin at taka tjaldpelarnar upp og leggja leiðina til mentanarligu, filosofisku, byltingarligu og politisku bráðpannuna hjá vestur­ lendsku sivilisatiónini – París. Moyarferðin til høvuðsborg fraklendinga var byrjað. Tiltikna snartokið úr Nice smýgur sær sum ein dregil inn í landið. Sum var eldur í afturpartinum á honum. Heimsins kvikastu lunnavagnar havi eg hoyrt, og góðar fýra tímar seinri standa vit á jarnbreytastøðini. Hálvanannan sólarring fyri tjóðarhátíðina. Í París á fyrsta sinni, fýrati ár eftir heimsbyltingina hjá rabiatum ungdómum, sum ikki toldu tað gamla lagið longur, fingu stívnaðu skipanirnar í øllum samfelagsins liðum at ganga sundur, sum frá leið í øllum vesturheiminum, og tað er næstan ikki metandi um, hvønn leiklut Daniel Cohn­Bendit og hansara lagsbrøður á Nanterre og Sorbonne universitetunum hava havt á okkara ættarlið, sum nú hava runnið hálvan aldur. Arkitektarnir hava verið pírnir við tummastokkinum, táið teir teknaðu hetta gistingarhúsið við tí paradoksala navninum Grand Hotel – Nouvel Opera. Táið viðførið er stúvað av vegnum upp ímóti bróstinum er at kalla bara songin eftir. Hon skal vera rekkja og virkisrúm, nú táið tráðleyst samband er komið at telduni aftur. Vorðið sum menning í hesum heimi, at sita í einum skoti úti undir væðingini so langt frá landi skotin og virka við øllum teimum førleikum, sum samstundis eru at finna á telduni á Heykavegi 6a, har føroyska ressourcuministeriið heldur til í einum metropoli, sum er ólíkur hesum, vit nú húsast í og sum liggur so fjarur í norðurhøvum. Sliskan inn í brúsuskápið er so trong, at tað er tógvið stríð at mýkja vøddar og glarfiti innanborða og neyðugt er at kíla seg av, eftir liðini, frammanvert spegilin, táið skeggstubbarnir skulu slípast burtur í dimmalættingini hvønn morgun. Vælsignað er tó, at býlið liggur bara eitt hanagleiv frá lokala vaglinum, har Bastillan einaferð stóð. Nú er sunnukvøld og kákanin er øgilig, og sjálvt um ein tíanverri skilir lítið og onki av málinum tey tosa, so er hetta ímillum vakrastu mál, sum hoyrast av manna munni, so leikandi lætt og sum søtasti musikkur. Mær kemur til hugs nasalu úttaluna hjá Niels Juel og Ívari, táið teir søgdu okkum frá brøgdum teirra Charles de Gaulle, Georges Pompidou, André Malraux og Jacques Chaban­Delmas. Hetta var í tí tíðini, táið friður valdaði við døgverða­ og náttverðaborðið, meðan pionerarnir løgdu lunnar undir eitt føroyskt útvarp á Bryggjubakka. Mær kemur eisini til hugs teir báðar Christian Haraldsen og Jóannes Dalsgaard, sum royndu sítt ítarsta at fáa okkum at leppa sum frægast burturúr teirra franska førleika. Í Hoydølum stutt eftir ungdómsbyltingina. Hugurin stóð til alt annað enn miðnám. Mest politikk og náttarlív. Haraldsen, sum var meinlíkur De Gaulle í skapi og emotionellari attitudu, royndi av øllum alvi at læra okkum Marseillaisuna, og eg gloymi ongantíð hansara flottu rødd: ”Allons enfants de le Patrie, Le jour de gloire est arrivé ! Contre nous de la tyrrannie, L´étendard sanglant est levé……….” Bastilleaftan, á eini fortúnsmatstovu fekk eg hesa áminningina um, hvat tjóðardagurin fór at opinbera fyri okkum av stórleika, tign og mæti. Eftir at hava pilkað vøddarnar úr einum heilum potti av kræklingum og skolað teir niður ígjøgnum vælindini við hesi leskiligu drúvusevjuni, sum fraklendingar øld eftir øld eru vorðnir ekspertar í at framleiða, gjørdi mann kál á eini kálvasneis úr Normandínum og síðan varð farið á gistingarhúsið, at fyrireika seg til avgerandi dagin. 14 juli. 219 ár eftir álopið á stóra spjellið í París. Eru uppi í lýsingini. Tað ræður um at kvika sær, siga tey innan­ vert skivuna í kjallaranum. Eins og ígjárkvøldið eru fólk stunandi á ferð, og tað tykist, sum hevur alvápnaða løg­ regluvaldið lagt ein kjøtring kring høvuðsborg Fraklands, nú tjóðin hevur føðingardag. Við lurkum, skammbyrsum og táragassbumbum standa teir á hvørjum horni. Altíð tríggir saman, skuldi hóttafall komið á ódnina. Hesar vælsignaðu metro´irnar, sum bjarga metro­ polunum undan kaos og ruðu­ leika, flyta okkum í allar ættir, og tað gongur skjótt. Royna at koma úr býarinnar dýpum á støðini við Champs­Élysées, men tað ber ikki til. Ein jarnringur er lagdur um býarkjarnan yvir, í og undir býnum. Forsetin skal aka í opnum bili frá De Gaulle plássinum oman ímóti Concorde, og tað gongur sum rótasúpan millum mannamúgvurnar, at Bashar al­Assad forseti er komin allan hin langa teinin úr Damaskus til hátíðina. Sarkozy roynir aftur at alliera seg við gamla franska mandatøkið, ­ Sýrialand. Høvuðsborgin alvápnað Eftir vitjan í París á tjóðardegi Frak­ lands hugleiðir Tórbjørn Jacobsen, ráðharri í fiski­ og tilfeingismálum, her um franska og føroyska tjóðardagin Ein konsentreraður høvundur í snartokinum úr Nice til París Slagorðini hjá fronsku byltingarmonnunum: Frælsi, javnaður og brøðralag