Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 142 - 25. juli 2008 ] Kappríðing á ólavsøku Kappingaríðing á ólavsøku hevur verið fastur táttur seinastu mongu árini. Í ár verður einki undantak, tí Føroya Ríðingarfelag skipar til kappríðing ólavsøkudag, 29. juli. Byrjað verður klokkan 14.00 við Oyggjarvegin í Marknagili. Hødd hevur alt gott at bera Rógva Seinnapartin í gjár boðaði Hødd norsku fjølmiðlunum frá, at Rógvi Jacobsen er seldur til KÍ. - Tað er eingin at fjala út yvir, at bæði vit og Rógvu høvdu stórar vónir, tá vit gjørdu avtalu í fjør. Tað byrjaði eisini sera væl, men seinastu tíðina hevur tað gingið meira trupult, sigur Hødd í tíðindaskrivi. - Men vit hava bara gott at siga um Rógva, og vit ynskja honum alt tað besta í framtíðini, sigur felagið. Rógvi Jacobsen kemur heim til Føroya leygardagin, og hann verður tøkur hjá KÍ til fyrsta landskappingardystin í seinnu hálvu. Tveir av fremstu, føroysku svimjar­ unum eru á veg til evropameistara­ kapping í svimjing fyri juniorar. Pál Joensen og Kári á Høvdanum eru báðir í toppform til Beograd. SVIMJING Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Føroyar hava góðan møgu- leika at gera seg galdandi við evropeistarakappingina í svimjing fyri juniorar, sum fer fram í í Beograd frá mikudegnum til sunnudagin í næstu viku. Tveir av fremstu, føroysku svimjar- unum eru við, Pál Joensen og Kári á Høvdanum, og báðir eru í toppform. Hesar dagarnar í serbiska høvuðsstaðnum skulu teir báðir kappast í 50 metra hyli móti sterkastu svimjar- unum úr øllum Evropa, sum eru undir 18 ár. At hetta eru sterkastu trumf- arnir hjá føroyskari svimj- ing sæst millum annað í, at teir báðir eiga føroysk met í øllum teimum greinum, teir taka lut í. Teirra suverena støða í føroyskari svimjing var somuleiðis staðfest í FM í svimjing í mai, har ryggsvimjarin Kári á Høvdanum setti met í 50 m, 100 m og 200 m, umframt at tíðirnar tryggjaðu honum gullnálina, ið er fínasti heiður fyri ein svimjara. Í somu kapping setti Pál Joen- sen heili fimm, føroysk met og varð valdur til ársins svimjara. Málið Til EJM í Boegrad tekur Pál Joensen lut í 400 m frí, 800 m frí og 1500 m frí. Tilmeldingar hjá honum eru somikið góðar, at hann má metast millum favoritt- arnar at vinna heiðursmerki í kappingini. Tað eru serliga hansara avrik í danmarksm eistarakappingini fyrr í mánaðinum, sum hava lyft Pál Joensen upp á ovastu tindar í Evropa og givið Før- oyum vónir um evropeisk heiðursmerki. Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíðir millum allar svimjarar í kappingini, bæði í 800 m frí og í 1500 m frí. Tí fer Pál Joensen natúrliga eftir heiðursmerkjum í serbiska høvuðsstaðnum. Pál Joen- sen kom eftir góðu úrslitini í Danish Open upp á 902 FINA-stig, og er tí í heimsflokki. Hesi stig verða latin eftir einum altjóða skala eftir, hvussu svimjarar standa seg í góðkendum kappingum. Kári á Høvdanum tekur lut í 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg. Hann telist ikki millum absoluttu favo- rittarnar í Beograd, og hans- ara tilmeldingartíðir eru nakað frá ovasta toppinum. - Málið hjá Kára á Høvdanum er fyrst og fremst at náa eina hálvfinalu í kappingini, sigur Petur Heðin á Fløtti, ið umframt at vera landsliðsvenjari eis- ini er venjari hjá unga svimjaranum í Fuglafjarðar Svimjifelag. Besta møgu- leikar at røkka hálvfinaluni hevur Kári á Høvdanum í teimum styttru teinunum. Hitt málið, ið Petur Heðin á Fløtti setur fyri sín svimjara, er at hann skal standa seg somikið væl í kappingini, at hann kemur upp á 800 FINA-stig. Sera góðu úrslitini hjá Kára á Høvdanum í FM í mai lyftu hann umleið 50 FINA-stig, og hevur hann nú umleið 750 FINA-stig. Fyrireikingarnar Síðani Pál Joensen var við í Danish Open í Gladsaxe fyrr í mánaðinum, hevur hann vant saman við fremstu svimjarunum í Ålborg, har hann hevur bestu umstøður at venja í 50 metra hyli. Har er hann saman við Jón Bjarnason, ið umframt at vera lands- liðsvenjari saman við Petur Heðin á Fløtti eisini er venjari hjá Pál Joensen í Suðuroyar Svimjifelag. Teir báðir fara beinleiðis úr Danmark til Beograd um vikuskiftið. Kári á Høvdanum var í juni mánaða í Danmark, har hann vandi í 50 metra hyli, og síðani hevur hann vant í Klaksvík, har Petur Heðin á Fløtti hevur roynt at givið honum bestu venj- ingarumstøður. Ein onnur avbjóðing hjá Kára á Høvd- anum, ið sum nevnt er rygg- svimjari, er at í Beograd skal hann svimja í uttandura hyli. Vanliga brúka rygg- svimjarar loftið til at meta seg eftir, men tað ber av givnum orsøkum ikki til í uttandura hyli. - Hesa avbjóðing ber í roynd og veru ikki til at fyri- reika seg til. Men vit koma niður til Beograd sunnu- kvøldið og Kári hevur tí mánadagin og týsdagin til at venja seg við 50 metra, uttandura hylin, áðrenn fyrstu kappingina miku- dagin. Evropeiski dreymurin hjá Pál og Kára Tilmeldingartíðir hjá Pál Joensen og Kára á Høvdanum, samanborið við bestu tíðirnar í kappingini: 50 rygg - Kári J. á Høvdanum, 28.46, sekund. Avbjóðarar: Adam Maczewski (POL) 26.08 Artem Dubovskoy (RUS) 26.17 Stefanu Mauro Pizzamiglio (ITA) 26.33 100 rygg - Kári J. á Høvdanum, 1:00.95. Avbjóðarar: Christopher Walker-Hebborn (GBR) 55.61 Artem Dubovskoy (RUS) 56.34 Gabor Balog (HUN) 56.42 200 rygg - Kári J. á Høvdanum, 2:14.10. Avbjóðarar: Gabor Balog (HUN) 1:59.00 Christopher Walker-Hebborn (GBR) 2:00.59 Radoslaw Kawecki (POL) 2:00.72 400 frí - Pál Joensen, 3:54.50. Avbjóðarar: Alex di Giorgio (ITA) 3:53.19 Krzystof Pielowski (POL) 3:53.66 Raoul Shaw (FRA) 3:55.45 800 frí - Pál Joensen, 7:58.97. Avbjóðarar: Krzystof Pielowski (POL) 8:02.02 Raoul Shaw (FRA) 8:04.71 Pavel Medvetskiy (RUS) 8:04.93 1500 frí - Pál Joensen, 15:20.13. Avbjóðarar: Krzystof Pielowski (POL) 15:25.01 Artem Podyakov (RUS) 15:26.56 Raoul Shaw (FRA) 15.28.67 Soleiðis svimja Pál Joensen (frí) og Kári á Høvdanum (rygg) til EJM í Beograd í næstu viku. Innleiðandi kappingarnar eru klokkan 08-1100, føroyska tíð. Og finalurnar eru klokkan 1630-1900, føroyska tíð. Karmarnir fyri EJM í svimjing í Beograd eru av teimum bestu. Fremstu, ungu svimjarar í Evropa skulu kappast í Tašmajdan svimjistadion. Uttandura hylurin er 50 metrar langur og 20 metrar breiður, og kring hylin er pláss fyri 2500 áskoðarum. Við síðuna av er ein annar, líka stórur innandura hylur, har pláss er fyri 2000 áskoðarum. Fyrsta heimsmeistarakapping í svimjing varð hildið í Tašmajdan svimjistadion í 1973. Mikumorgun: 400 m frí, innleiðandi 100 m rygg, innleiðandi Mikudag seinnapart: 400 m frí, finala 100 m rygg, hálvfinala Hósdag seinnapart: 1500 m frí, finala 100 m rygg, finala Fríggjamorgun: 200 m rygg, innleiðandi til hálvfinalu Fríggjadag: 200 m rygg, hálvfinala Leygarmorgun: 50 m rygg, innleiðandi til hálvfinalu 800 m frí, innleiðandi Leygardag: Hálvfinaluna í 50 m rygg Finala í 200 m rygg Finala í 800 m frí Finala í 50 m rygg Rás2, Sosialurin og Portalurin vera við til EJM í Beograd. Tíðindi frá kappingini vera at frætta í øllum miðlum. Broytingar kunnu koma fyri, men verða hesar lýstar á Portalinum.