fríggjadagur 25. juli 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
Nr. 142 • 25. juli 2008
Ráðini frá konduktørunum í
undirgrundarbreytini eru, at
vit aka viðari fram á leið, og
at vit skulu smoyggja okkum
fram í dagsljósið aftur við hin
stórfingna Sigursbogan, sum
De Gaulle so spelkin kom
marsjerandi ígjøgnum, táið teir
sameindu og frælsisstríðsmenn
Fraklands endurvunnu París
frá týsku hertakarunum í 1944.
Hernaðarparadurnar á einum
sjónvarpsskíggja formáa sær
lítið ímóti tí, sum her brestur í
eyguni - live. Hernaðarísinkram
í heimsklassa og ivaleyst
hava fraklendingar smíðað tað
mesta av hesum sjálvir. Tanks,
hernaðarvognar, m.a. hjá ST-
herliðunum, maskinbyrsur,
revolvarar, løgreglubilar- og
motorsúkklur og alvápnaðir
menn á hestbaki. Íbúðirnar
fram við Champs-Élysées
avenýuni eru helst dustsúgvnar
fyri alt ófrættakent materiel,
og á tøkunum standa menn
búnir til aktión, skuldi onkur
leigumyrðmaður stungið seg fram
úr fjøldini. Tað hevði ikki verið
gamansleikur, fall tjóðarinnar
oddviti á valinum undir hesum
tjóðarinnar klimaksi. Slíkar
royndir eru gjørdar áður, m.a.
táið søkt varð at einum bili, sum
táverandi forseti landsins Charles
de Gaulle sat í. Funnin vóru 187
skot í bilinum, men tíanbetur kom
hesin stóri politikarin undan við
lívinum, einasta skurslið hann
fekk av tilburðinum, var táið hann
skuldi lempa allar glasleivdirnar
av kjólanum hjá konuni Yvonnu.
Hetta var, táið Algier-stríðið
stóð uppá tað harðasta, og
forsetin var komin í klinsj við
kolonialistisku generalarar í
Norðurafrika, sum ikki skiltu, at
maðurin sum bjargaði Fraklandi
eitt heiðurspláss í heiminum
undir og eftir seinru stríðsárini, so
avgjørdur læt hjálondini nýta sín
sjálvsagda sjálvsavgerðarrætt til
at taka loysing frá Fraklandi.
Nú er liðið nakað fram eftir
degi. Alt er farið at flyta seg,
skipað, hvør bataljón fyri seg,
og brádliga kemur ein takleysur
bilur við ferð frá Triumfboganum
oman ímóti Concorde plássinum.
Forsetin stendur uppi, og
gesturin situr við lið hansara, og
brádliga er lofthavið á tremur
við jarndrekum. Mirageflogførini
fara sum ørvar ígjøgnum lofthavið
beint omanfyri skallabeinini
á okkum, flutnings- og
bunkringarflogførini somuleiðis
og síðani kemur ein dalsaki av
grønum hernaðartyrlum. Makan
til spektakkul skal mann leita
leingi eftir. Kæti er á fólki, og so
hvørt sum vit skríða omaneftir
í hesum mannahavinum, renna
vit okkum í eitt herlið frá
fremmandalegiónini. Sjálvt hesir
ísakøldu kalarnir taka sær av
løttum ídag. Onkur roykir eitt
ball, og sjálvt teirra at kalla
glerstoyttu glasandlit hava lyndi
til at smírast í góðveðrinum. Teir
hava tikið hornensemblið við
sær, og hevði mann ikki vitað
betur, so kundi tað eins væl
verið Frelsunarherurin, sum var
ávegis til eitt gøtumøti, eins
og vit kenna tað á Ólavsvøku.
Táið vit vóru komin oman til
stóru bronsustandmyndina av
Charles de Gaulle spýttu mirage-
flogførini tricolorulitirnar út úr
jettmotorunum, og tá var ikki eitt
eyga turt í býnum. Fransmenn
síggja stórleikan í síni egnu tjóð.
Nationali stoltleikin er øgiligur,
og hendan dagin sóu vit, at teir
hava nóg mikið av ísinkrammi
til at verja statin, kosta hvat tað
kosta vil. Ein Pétain hevði ikki
havt kjans fyri at fóta sær aftur í
hesi fimmtu republikkini.
Frídagur er, og fólk taka sær av
løttum. Almenna hátíðarhaldið
varir í einar fýra tímar, men fólkið
flytur seg sum stórar áir framvið
áarbakkunum á hini kendu ánni
Seine - allan seinrapartin og
á kvøldi við. Popporkestur og
fólkatónleikarar spæla á ymsum
pallum, fortúnskaffistovurnar
eru tjokkfullar av fegnum frans-
monnum og fremmandafólki,
sum leska sær vælindini í
nógvu lýkkuni, og sum er komið
higar at síggja, hvussu mann
pallsetur eina tjóðarhátið. Onkur
sleppur sær upp í bíðirøðina
við Eiffeltornið, men at standa
sum ein sveittandi saltsúla í
fýra tímar hóvar mær ikki, so eg
velji heldur at taka alla leiðina
heimaftur á gistingarhúsið.
Lógin um vinnuligan fiskiskap
krevur, at landsstýrismaðurin
leggur uppskot fram um áseting
av fiskidøgum Ólavsvøkudag,
so eg sessist undir meg á
hesi jarnhørðu briksini og fari
undir at snikka uppskotið til,
saman við umsitingini umvegis
teldusamskifti – fræga umsiting-
in, sum situr hundraðir av fjórðing-
um norðanfyri festivitasið, ið her
gongur sína sigursgongd, dygst
við Bastilleplássið har alt byrjaði.
Tíðin er farin at ganga undan.
Men tað ber ikki til at hava verið
í hesum staði, uttan at hava
upplivað Versailles, Panthéon,
Louvre, Notre-Dame kirkjuna og
Sorbonne Universitetið. Morgunin
eftir gongur leiðin út til Versailles
slátrið, ófatiliga stórsligið, men
samstundis ímyndin av fáfongd
og royalari dekadensu. Tað var
her, at herlið av undirsáttum
klæddu kongshjúnini og putraðu
teimum omaná lortaskónirnar.
Urtagarðurin so víður sum fleiri
kongsfesti og gull, málningar
og alskyns glitur. Og hin kendi
spegilssalurin, marmaragólvini og
tungu ljósakrúnurnar úr loftinum.
Helst byrjanin til endan hjá
einum stjórnarlagi, sum sat so
langvegis frá vanliga fólkinum,
at gjógvin, ella dialektikkurin,
til endans koppaði pyramiduni.
Fólkið tók sakina í egnar hendur.
Valdið. Dagin eftir gekk leiðin
til Louvre. Vil ráða øllum, sum
bara koma í nær námind av
fronsku høvuðsborgini, um at
støkka inn á gólvið í hesi helst
størstu listarligu oasu í øllum
heiminum. Mona Lisa hongur
har, brúdleypið í Kána og so
høggmyndirnar hjá Michelangelo.
Haðani gekk leiðin oman ímóti
Sorbonne Universitetinum. Fyrsti
Lærdi Háskúli í Norðureuropu.
Veggmyndirnar í gøtunum siga
okkum frá uppreistrinum í 68, og
tað er við ikki sørt at sorglæti, at
mann hugsar um, hví vit ikki eiga
ein intellektuellan skansa sum
hendan.
Mátti síggja gravstøðini hjá
tjóðarinnar stóru synum.
Panthéon. Sum tað stendur
omanfyri grindina: ”Aux
grandes hommes la patrie
reconnaissante.” Serliga
áhugaður var eg í gravstøðunum
hjá Jean-Jaques Rousseau,
Voltaire, Victor Hugo og Jean
Moulin. Hesin seinasti var hann,
sum samskipaði fraktiónirnar
í fronsku mótstøðurørslunum
andvegis nazistiska áganginum
stríðsárini seinru. Eitt stórmenni,
ið hevði eitt sera gott samstarv
við De Gaulle, sum bardist fyri
móðurlandinum úr London og
serliga úr afrikansku hjálondunum
og í mandatunum í Miðeystri.
Tað var har hin kendi ísraelski
generalurin Moshe Dayan
misti annað eyga, táið hann
bardist saman við frælsu
fransmonnunum ímóti týskinum.
Týskararnir tóku Moulin, settu
hann fastan og tortureraðu hann
so illa, at hann til endans kendi á
sær, at mentalu bardúnirnar fóru
at slitna, og at hann møguliga
boygnaði so mikið sálarliga,
at hann fór at siga teimum um
loynidómar hjá Resistence og
hinum mótstøðurørslunum. Tá
royndi hann at skera seg sjálvan
á háls. Tað miseydnaðist, hann
kom til lívs aftur og flýddi seinri.
Í 1943 tóku týskarar hann aftur,
og tá beindu teir fyri honum. Sum
De Gaulle segði: ”Tá fall ein av
tjóðarinnar alra størstu synum.”
Og helst hevur hann skipað tað
soleiðis, at Moulin liggur grivin
í hesum statsleiðinum, har bara
teir alra størstu fáa rúm at liggja.
Eftir Notre-Dame var ongin
tíð eftir at geva út av.
Gerandisdagurin bíðaði í
heimlandinum, og tað gekk
sum smurt at flyta seg við
loftdrekanum til Kastrup og
haðani á lendingarbreytina í
Vágum.
Tjóðarhátíð føroyinga bíðar.
Hon er okkara. Skrúðgongan úr
tinghúsinum oman í Dómkirkjuna
og niðanaftur verður ikki fylgd
av sama ísinkrammi, sum
elti Sarkozy, táið hann fór
omaneftir Champs-Élysées fyri
14 døgum síðani, men her er
heldur ongin statur at verja,
ikki enn. Fransmenn eru komnir
til sína fimmtu republikk, her
bíða vit framvegis í spenningi
eftir tí fyrstu. Men harfyri eiga
føroyingar at hugna sær, taka sær
av løttum og at sýna blíðskap um
tjóðarhátiðina. Ólavsvøkuna eiga
vit, og bara vit, og hana kann í
hvussu er ongin taka frá okkum.
Hugnið tykkum nú so væl øll
somul. Síggjast.
og skrúðklødd – París
Generalurin og politikkarin De Gaulle í bronsu á Champs Élysées
Her situr ein og lesur í Libération á eini fortúnskaffistovu