Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-07-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 142 • 25. juli 2008 Vikuskifti 22 Hugsi, eg kann loyva mær vegna øll okkum, sum vitjað hava tiltøkini í Gøtu seinastu vikuna, annahvørt tað eru til Tróndardagar, Víkingadagar ella G! Mini, at bera fyrireikarunum og gøtufólki eina hjartans tøkk fyri hesi avbera spennandi og viðkomandi tiltøk. Gøta er nakað heilt fyri seg. Eg veit ikki, um tað nakra aðrastaðni í heiminum finst ein konsentratión av so nógvum áræði, talenti og virkisfýsni á einum so lítlum stað. Írsku granskararnir, sum vitjaðu her fyrr í vikuni, hildu tað ið hvussu er vera absurd at ímynda sær eitt so stórt tiltak fyriskipað í eini írskari bygd av somu stødd. Tey yngru, sum vitja G! Mini, seta ivaleyst Gøtu í samband við hin heilt serstaka G!-festivalin og tónleikaumhvørvið. G!- festivalurin hevur vakt miklan ans og fingið viðurkenning langt út um landoddarnar. Tað fært tú bara, um konseptið er heilt serstakt og avrikið gott. Og serstakt er tað, tá ein heil bygd leggur hús og heim til ein tónleikafestival. Tað er ikki heilt burturvið at lýsa Gøtu sum ein kókandi tónleikapott ella dampmaskinu, tí í Gøtu yður við talentum og virkisfýsni. G! og G! Mini kunnu sammetast við ventilarnar á hesi dampmaskinu, tí tað er á G!, at musikalski dampurin verður fýstur av. Úrslitið av hesum ágrýtni og evnum kenna vit. Stórur partur av tí framfýsni, sum eyðkennir rútmiska tónleikalívið í Føroyum í dag, er sprottið hiðani. Mær nýtist neyvan at siga, at bæði Grót-samtakið, Eivør, Gestir og Boys In a Band hava sínar røtur her. Eisini í ítrótti hevur bygdin víst serstaka handlikraft. Eg minnist, tá eg sum smádrongur plagdi at ferðast hjá ommu og abba úti í Grógv, at eg var ikki imponeraður av fótbóltsevnunum, sum vóru í bygdini fyri 40 árum síðani. Men við sjáldsomum ídni spurtaði GÍ fram í meistaradeildina nøkur ár seinni, og í felagshúsinum hjá GÍ standa fleiri føroyameistarsteyp í fótbólti. Hugsi eisini, felagið vísti evnir til at ganga undan, tá tey ásannaðu, at nú var tíðin komin at leggja saman við lorvíkingum og fáa í lag nýggja felagið Víkingur, sum við ágrýtna framherjanum Andriasi á Lava Olsen á odda er í ferð við at taka seg fram í oddastríðið í føroyskum fótbólti. Og áðrenn eg sleppi ítróttini, má eg sjálvsagt eisini nevna skyldkonuna Elspu Mørkøre, og Kára á Høvdanum, sum teljast millum fremstu svimjarar yvirhøvur. Framfýsna vinnulívið Onkur hevur fyrr sagt, at ongin blettur í Føroyum stendur fyri so nógvari framleiðslu og innløgu fyri hvønn íbúgva sum Gøta. Veit ikki, um tað ber til at gera hetta upp matematiskt, men eg trúgvi tí væl. Her hevur verið eitt støðugt virkisfýsni ár um ár í bæði góðum og ringum tíðum. Her hava kvinnur og menn brotið upp úr nýggjum í ullavirking, fiskivinnu, skiparakstri og øðrum ídnaði. Altíð á ferð, altíð klár at leita upp nýggjar møguleikar og laga seg til nýggjar tíðir. Vit halda, at menn eru farnir langt burtur at byggja nýtt nótaskip, tá teir eru farnir til Suðuramerika, men gøtumenn ferðaðust bæði Mið- og Suðuramerika upp og niður fyri nógvum árum síðani, tá Jóan Pauli Gregersen var í Brasil og á Kuba at leita upp nýggjar marknaðir fyri saltfisk í 1950- árunum. Og skuldi nakar ivast í, um vinnulívsfólk hiðani seta síni fingramerki á føroyskt vinnulív sum heild, so kann eg siga tykkum, at strategarnir í føroyskum arbeiðsgevarafelagskapum hava residerað í Gøtu í mong ár. At Gøta og Lorvík eru um at kasta saman, fer bara at styrkja støðuna hjá vinnulívinum her um leiðir. Tí er nógv virksemi í Gøtu, so er tað ikki minni í Lorvík, har Kjartan og Ásmundur og Eirikur manerera líka frá Norðpólinum og suður í heitasta Afrika. Tróndur tann góði Tað eru nógvar sólskinssøgur úr føroyskum vinnulívi, og ein av teimum er um uppsjóvarskipið Trónd í Gøtu, sum er kallað upp eftir mætasta kappa yvirhøvur í føroyskari søgu og íslendingasøgum við. Og kanska er júst Tróndur í Gøtu ein forkláring uppá, hví so nógv spyrst burturúr í Gøtu. Fólkið, sum her býr, kann spegla sær í eini stoltari søgu. Søguni um Gøtu Trónd, úrmælingin fram um allar í fornum norðurlendskum søgum. Ein lýsandi oddviti, sum hevði allar teir positivu eginleikarnar, tú kanst ynskja tær. Intellektuellur, klókur, djarvur, sterkur, dugnaligur í vápnaleiki – og í handli. Í Gøtu ivast ongin í, at Tróndur er ein fyrimynd og hetjan í søguni. Hetta er lagt í beinini á øllum, sum slektað eru hiðani og her um leiðir. Harumframt hevur tjóðskaparrørslan givið Tróndi heiðurspláss. Hann, sum stríddist ímóti at geva Føroyar undir fremmant vald og lata frá sær rættindini til at ráða sær sjálvum og lívbjarga sær sjálvum. Hann stríddist fyri frælsi føroyinga, og finst nakað størri enn tað? Men øll hava ikki somu fatan av Tróndi. Minnini frá barnaskúlanum standa púra klár fyri mær, tá vit lærdu um føroyingasøgu, og hvussu skakkur eg var, tá Tróndur varð lýstur Í Gøtu var Tróndur alt Tað er týdningar­ mikið at fáa stað­ fest okkara søgu, og tað er týdningar­ mikið at brúka søguna. Allar tjóðir í øllum heiminum brúka sína søgu til tjóðarbygging. Eisini Føroyar skulu brúka sína søgu til tjóðarbygging. Í Gøtu ivast ongin í, at Tróndur er hetjan í søguni, tí hann stríddst fyri frælsi føroyinga. Men rúm eigur eisini at vera fyri Sigmundi, segði Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, í midnáttarrøðu á Víkingadøgum í Gøtu. Vit prenta her røðuna Magni Arge helt røðu á Víkingadøgum Mynd: Jóannes Poulsen